Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2006 27 og eitt undurverk avrátt, at Norsk Hydro skuldi standa fyri útbyggingini, men at Shell skuldi vera operatørur. Fyrst í desember fekk oljumálaráðið uppskot um, hvussu feløgini ætlaðu sær at fremja verkætlanina. Hetta var ein stórfingin ætlan, og tað sást eisini á roknistykkinum, tí feløgini mettu útbyggingina at kosta 66 milliardir norskar krónur. Eitt ár frammanundan hevði Norsk Hydro mett, at verkætlanin fór at kosta 55 milliardir krónur, men at hon kundi gerast upp í 20 prosent dýrari. Tað vísti seg at ganga út. Dýpið á Haltenbankanum, sum er millum 800 og 1.100 metrar, setti stór krøv til ta teknisku útgerðina, og tekniskar og fíggjarligar kanningar høvdu víst, at tað skilabesta var at seta alla framleiðsluútgerðina niður á havbotnin og at leiða gassið haðani til lands ígjøgnum rørleiðingar. Við øðrum orðum verður leiðin “ósjónlig”, tí har verður eingin pallur. Verkætlanin bleiv mett sum eitt risastórt tekniskt framstig, og harafturat vísti tað seg, at sjálvt um tað bleiv sera kostanaðarmikið at leggja framleiðslustøðirnar á havbotnin, fór tann loysnin at vera líka lønandi, sum um tær vórðu bygdar uppi á landi. Longsta leiðing Frammanundan høvdu feløgini kannað, hvar tað var skilabest at leiða gassið upp á land. Avgjørt varð at leggja eina leiðing inn til Aukra og at byggja eina móttøkustøð har, men meginparturin av gassinum skuldi leiðast ígjøgnum eina rørleiðing til Easington í Suðuronglandi, har tann stóri Centrica- terminalurin er. Hetta seinasta var ein avbjóðing í sjálvum sær. Leiðingin, sum skuldi veita bretum gass, skuldi leggjast úr Aukra til Sleipner-leiðina og haðani ígjøgnum allan Norðsjógvin til Easington. Saman við leiðingini frá Ormen Lange til Aukra var talan um 1.200 kilometrar og sostatt heimsins longstu rørleiðing á havbotninum. Av hesum var kaðaælin til Easington 525 kilometrar, og fyrst í november í 2005 legði tað serbygda skipið “LB200” tann seinasta teinin av leiðingini. Tann nýggja leiðingin ber í sær, at norðmenn kunnu senda gass av Sleipner- og Troll-leiðunum til Bretlands longu í ár, meðan tað fyrsta gassið av Ormen Lange fer ígjøgnum leiðingina á heysti næsta ár. Norsk Hydro roknar við, at tá framleiðslan á Ormen Lange er fult útbygd, verður tann árliga nøgdin 21,4 milliardir rúmmetrar. Tað er meiri enn tríggjar milliardir rúmmetrar meiri, enn felagið metti fyri trimum árum síðani. Gassið, sum skal til Bretlands, fer at nøkta 20 prosent av bretska tørvinum. Á film Útbyggingin á Ormen Lange er eitt risastórt byggiverk. Á sjónvarpsstøðini National Geographic Channel vóru tey so hugtikin av verkætlanini, at tey gjørdu av at taka hana við í eina filmrøð um heimsins mest hugtakandi byggiverk saman við øðrum kendum byggiverkum sum Golden Gate-brúnni og Hoover-byrgingini í USA. Ormen Lange er eisini eitt megnarverk. Tað stóra dýpið, skiftandi botnviðurskifti, harður streymur, kuldi og ikki minst baldrut veðurlag við stormi og øgiligari aldu hava sett sera stór krøv og gjørt Ormen Lange til eina sera fjøltáttaða og torføra verkætlan. – Ormen Lange er ein risi á havbotninum og hevur stóran týdning fyri tað norska olju- og gassævintýrið. Tí eru vit errin av at kunna vísa fólki verkætlanina, sigur Stine Eriksen, kunningarfólk hjá National Geographic Channel í Noregi, við Aftenposten. Ormen Lange verkætlanin, sum er ein tann størsta í norskari oljusøgu, skal nøkta 20% av bretska gasseftirspurninginum