mánadagur 19. juni 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 115 - 19. juni 2006 ]
Landsliðsspælarin
hjá NSÍ og føroyski
toppskjúttin syrgdi
við tveimum
málum fyri sætta
NSÍheimasigrinum
á rað og betri
stevnuhýri í Runavík
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir at tað ordiliga hevði
kiksað í kappróðrinum
hjá heimabátunum, var
tað kærkomið hjá NSÍ
viðhaldsfólkunum, at fót
bóltsliðið
hjá
teimum
leygarkvøldið megnaði at
vinna 2-0 móti Skála. Hetta
er sætti heimasigurin á rað,
og góða gongdin ber við
sær, at NSÍ rættiliga er farið
at blanda seg í stríðið um
ovastu plássini.
Talan var um tætta og
intensa uppgerð, sum gjørd
ist meiri ferðmikil eftir
steðgin. Sendingarnar
vóru ikki altíð so
neyvar, og í stríðnum
um týdningarmiklu
næstu
bóltarnar
gekk tað javnt á. Í
sovornum uppgerð
um er tað fram úr
týdningarmikið at
eiga einstaklingin,
sum sjálvur er
førur
fyri
at
avgera. Hann
eigur NSÍ.
Christian Høgni Jacob
sen er toppskjútti, og hann
er í flokki fyri seg sjálvan.
Hann er skjótur, hann
hevur góðan bóltførleika,
hann fatar spælið sera væl,
og harafturat hevur tað
avgerandi týdning fyri NSÍ,
at liðformaðurin hevur
framúr hugburð og einki
hevur ímóti at stríðast og
renna sólina svarta fyri
liðfelagarnar.
Málini
Uppløgdu málmøguleikar
nir kundu teljast á einari
hond. Í 1. hálvleiki var
Christian Høgni Jacobsen
tvær ferðir tætt við, men
skot og stútari fóru tætt
framvið málinum. Næst
við hjá Skála var miðvallar
stríðsmaðurin Bárður Dan
ielsen,
tá
ið
hann við høvd
inum og eftir
deyðbóltsstøðu sendi bóltin
móti málhorninum, har
Jens Martin Knudsen var
sum ein køttur og kveistraði
bóltin út um málrammuna.
Christian Høgni Jacobsen
legði NSÍ framum tíðliga í 2.
hálvleiki. Langskotsroynd
varð blokerað til horna
í vinstru. Í tílíkari støðu
at
geva
vandamiklasta
álopsspælaran av øllum í
landinum loyvi at standa
púra blankur mitt fyri og
stutt úr málinum eigur at
verða sektað, og tað varð
tað eisini.
Christian Høgni leyp
upp, smekkaði pannuna
undir bóltin, og so var NSÍ
á odda.
Málið
bar
við
sær,
at nú var tað NSÍ, sum
setti dagsskránna. Skála
noyddist at umskipa fyri at
fáa meiri tyngd og brodd
í framrættaða partin, men
tað var sera trupult hjá
teimum at spæla seg til
málmøguleikar.
Pætur Dam Jacobsen og
Bjarni Jørgensen vóru ikki
við, tí teir vóru skaddir. Tað
var stórur missur. Skála
megnaði ikki at bróta
ígjøgnum og frá baklinjuni
at leggja inn fyri málið, og
tá ið NSÍ miðverjan, sum
var arbeiðssom og fyri tað
mesta trygg, lá aftarlaga,
var tað ómøguligt hjá skjótu
framrættaðu spælarunum
hjá Skála at renna seg
leysar.
Skála spenti bogan alt
meiri, miðverjarnir vóru
ofta frammarlaga, og sum
tíðin leið, lá tað í luftini, at
eitt mál fór at koma afturat,
og at tað mest sannlíkt fór
at vera heimaliðið, sum
fekk tað.
Vanliga
leiktíðin
var
um at vera farin, tá ið
Christian Høgni Jacobsen
avgjørdi. Hann var mest
sum einsamallur á Skála
hálvuni saman við Paula G.
Hansen. Landsliðsspælarin
hevur stórt sjálvsálit. Hann
bjóðaði av ein móti ein
um, sneiddi framvið mót
støðumanninum,
og
tá
ið hann kom fram ímóti
málverjanum
var
hann
púra kaldur. Í staðin fyri at
smekka til, lyfti hann í besta
Preben Elkjær stíli upp um
málverjan og í meskarnar.
Fyri triðju ferð eydnaðist
tað NSÍ at halda tætt á
heimavølli. Tað eigur at
leggja lunnar undir uppaftur
størri sjálvsálit hjá NSÍ
spælarunum, sum longu
tykjast eiga nógv av tí
slagnum. Sunnudagin skal
NSÍ til Gøtu. Tá verður talan
um rættiligan toppdyst. Um
tað fer at eydnast NSÍ at
fáa fulla úrtøku, so verður
fjarstøðan til toppin lítil og
eingin.
Skála er framvegis ikki
í sama fatningi, sum teir
í fjør vóru í. Tað eru bara
trý stig niður til keðiligu
strikuna, og hóast liðið ikki
spælir sum niðurflytara
evni, so sigur tað seg sjálvt,
at støðan á stigatalvuni
leggur trýst á og kennist
tyngjandi.
Sunnudagin verður avbjóð
ingin hjá skálamonnum
aftur so stór, sum tað er
møguleiki fyri, at hann
kann vera. Oddaliðið EB/
Streymur fer at vitja á Skála
næsta sunnudag.
AaB lúrir eftir norskum málskjútti
Toppskjúttin hjá Rosenborg seinasta kappingarár, Thorstein Helstad, er sambært
Ekstrablaðnum á veg til danska felagið AaB, har bæði Súni Olsen og Jón Rói
Jacobsen spæla. 29 ára gamli Helstad skoraði í fjør 13 mál fyri Rosenborg, men
hann hevur verið nógv skaddur higartil í ár. AaB vil ikki vátta, at felagið hevur givið
Rosenborg eitt ítøkiligt tilboð, men ítróttarstjóri Lynge Jacobsen váttar, at felagið
hevur áhuga í norska álopsspælaranum.
Føroysk frísparksperla
í Letlandi
Rasmus Nolsøe sýndi enn einaferð framúr
sparkiteknikkin, tá HB við 1-1 javnleiki fekk
flott toto-úrslit í Letlandi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
HB framdi eitt lítið bragd, tá teir í dag spældu Intertoto-
dyst móti lettiska FC Dinaburg.
Frá fyrsta bríksli var stórt trýst á HB-málið, og eftir
einum 10-minuttum høvdu vertirnir eisini lagt seg á
odda.
Restina av hálvleikinum sveittaðu HB´ararnir í nógva
hitanum, men teir megnaðu at halda tætt, og stutt eftir
steðgin fingu teir møguleikan, sum bíðað hevði verið
eftir.
Jovan varð feldur nakað uttan fyri brotsteigin, og so
kundi Rasmus Nolsøe stilla frísparkskanónina, sum
flestu føroysku málverjar kenna. Talan gjørdist enn
einaferð um eina perlu, og so ráddi um hjá HB at halda
fast.
Trýstið linkaði einki, sum minuttirnir gingu, men
tað eydnaðist Tróndi Vatnhamar í málinum og HB-
liðnum annars at forða fyri fleiri málum, og so verður
spennandi at vita, hvussu leikur fer at fara á Tórsvøll,
tá Dinaburg vitjar her. Tann dysturin verður leygardagin
kl. 16.
Og so kunnu vit annars bara taka undir við heima
síðuvertinum hjá HB, tá hesin sigur seg vóna, at
lettisku fyrireikingarnar hesa ferð eru í lagi. Tað vóru
tær avgjørt ikki, tá HB í 1993 spældi UEFA-Cup
dyst móti RAF. HB hevði 0-1 tap at vinna aftur, og
uppgávan tóktist vera til at loysa, men hetta fingu teir
tó ikki møguleika at prógva. Ístaðin gjørdust teir fyrsta
føroyska felagi, sum kom í næsta umfari í europeiskari
kapping, tá flogfarið við lettiska liðnum ikki fekk sett
seg á Flogvøllinum.
Rasmus Nolsøe eigur uttan iva vandamestu fríspørkini í
føroyskum fótbólti. Sunnudagin kundu tey í Letlandi eisini
staðfesta, hvussu vandamikið knallharða vinstrabeinið er
Frem spældi javnt
Seinasti dysturin hjá Frem í donsku 1. deild
endaði við javnleiki. Danska felagið, sum
hevur tríggjar føroyskar spælarar í hópinum,
spædi á útivølli ímóti Ølstykke, og liðini
fingu eitt mál í part. Fyrra málið skoraði
Mikael Simonsen fyri Frem, men Ølstykke
javnaði beint fyri hálvleik. Jónas Tór Næs
spældi sum vanligt allan dystin á høgra bakki.
Gunnar Nielsen, sum er eykamálmaður, sat á
beinkinum allar 90 minuttirnar, og tað sama
gjørdi verjuspælarin Atli Gregersen.
NSÍ-Skála 2-0 (0-0):
Christian Høgni
í flokki fyri seg
Christian Høgni Jacobsen tykist vera í
serflokki vandamesti áleyparin í landinum.
Leygardagin skoraði hann mál nummar 11
og 12 í ársins útgávu av Formula-deildini
Mynd: Álvur Haraldsen