mánadagur 19. juni 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 112 - 14. juni 2006
Tann góði oljuprísurin
kemur tí almenna norska
oljugrunninum væl við. Í
desember í 2004 fór virðið
hjá grunninum upp um eina
billión (1.000.000.000.000)
ella eitt túsund milliardir
norskar krónur. Árið í fjør
royndist grunninum sera
væl, so á nýggjárinum í ár
var virðið komið upp á 1.399
milliardir krónur.
Men stendur tað til Odd
Roger Eriksen, oljumála
ráðharra, skulu nógvir peng
ar í grunnin afturat, og tá
hugsar hann bara um olju
leiðirnar í Norðsjónum.
Barentshavið er sostatt ikki
við í ætlan hansara.
Í ársfrágreiðingini í fjør
skrivaði oljumálaráðið, at
tað ber til at útvinna fimm
milliardir tunnur av olju á
norska landgrunninum tey
næstu tíggju árini. Tað
merkir, at um oljuprísurin og
dollaravirðið halda sær á
núverandi støði, fara umleið
2.000 milliardir norskar
krónur at renna í oljugrunnin
afturat hetta til 2015. Við
øðrum verða einastaðni
ímillum 3.000 og 3.500
milliardir í grunninum í
2015 ella meiri enn fýra
ferðir útreiðslurnar á norsku
fíggjarlógini.
Á nýggjárinum vóru 1.400 milliardir norskar krónur í oljugrunninum, men oljumálaráðharrin
ætlar at pumpa minst líka nógv í hann afturat.
Oljugrunnur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Oljugrunnurin skal hava
2.000 mia. krónur afturat
So hvørt sum goymslurnar verða fyltar, fer
oljuprísurin niður á 40 dollarar í meðal.
Men hann fer at fella uppaftur meiri seinni.
Tað væntar forstjórin í BP, Lord Browne.
Oljuprísurin fer niður
á 40 dollarar
– Vit kunnu ikki rokna
við, at prísurin fer at fella
nógv í fyrsta umfari, men
tað er rættiliga sannlíkt, at
hann fer at koma niður á
40 dollarar í meðal um
ikki so langa tíð, sigur
Lord Browne í samrøðu
við týska Der Spiegel.
Men hann verður lægri
enn.
– Og hyggja vit eitt
sindur longri fram í tíðina,
fer hann at liggja ímillum
25 og 30 dollarar fyri
tunnuna, sigur BP-for
stjórin.
Hann vísir á, at stórar
oljunøgdir eru funnar við
Kaspiska Havið, og at
nógv er eftir at finna í
Russlandi og pørtum av
Vesturafrika. Harafturat
verða verandi keldur
gagnnýttar munandi betur
nú enn fyrr.
– Fyrr fingu vit ímillum
20 og 30 prosent burturúr,
men í dag eru vit upp á
ímillum 40 og 45 pro
sentum, og kanska koma
vit heilt upp í eini 50 ella
kanska 60 prosent eina
ferð.
Eitt annað, sum sambært
BP-forstjóranum fer at
ávirka oljuprísin, er, at alt
størri dentur verður lagdur
á varandi orkukeldur.
Hann vísir á, at tað eru
brúkararnir, sum gera av,
hvussu stórur dentur
verður lagdur á nýggja
tøkni í framtíðini.
– Men brúkararnir eru
sinnaðir at rinda fyri at
verja náttúruna. Í Evropa
eru tað fleiri og fleiri, sum
vilja hava grøna orku
hóast tann høga kostnaðin.
Tað var óhugsandi fyri
bara tíggju árum síðani,
sigur Lord Browne.
Aftenposten skrivar í
einari viðmerking til
spádómin hjá BP-for
stjóranum, at fær hann
rætt, fer norska oljuinn
tøkan at minka ímillum
108 og 166 milliardir
norskar krónur - um árið.
Oljugrunnur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Oljugrunnurin skal seta 40 prosent av
sínum pengum í útlendskar fyritøkur, men
ikki allar fyritøkur.
Oljupengar eru ikki
til hvat sum helst
Reglurnar hjá norska olju
grunninum siga, at hann
skal seta 40 prosent av
sínum pengum í útlendsk
partabrøv, meðan hini 60
prosentini skulu setast í
obligasjónir. Men ein
avmarking er, tí grunnurin
hevur nakrar etiskar
reglur, sum eitt nú siga, at
grunnurin skal ikki seta
pengar í fyritøkur, sum
framleiða tað, ið verður
kallað »ómenniskjalig«
vápn.
Tí hevur oljugrunnurin
ein svartalista við fyri
tøkum, sum hann ikki
kann seta pengar í. Fyrsta
fyritøkan, sum kom á
listan, var Singapore
Technologies Enginee
ring, sum fekk ta ivasomu
æru, tí hon gjørdi land
minur. Hetta var í 2002,
og síðani eru fleiri fyri
tøkur komnar afturat.
Men tað eru ikki bara
vápnafyritøkur, sum eru í
vanda fyri at koma á
svartalista hjá oljugrunni
num. Herfyri varð kunn
gjørt, at tann risastóra
amerikanska handilsketan
Wall- Mart var komin á
listan. Orsøkin var, at
kvinnurnar, sum arbeiða
hjá fyritøkuni, hava ikki
somu rættindi sum menn
inir, og harafturat er fak
felagsrætturin hjá starvs
fólkunum avmarkaður
meiri, enn tær etisku regl
urnar hjá oljugrunninum
góðtaka.
Oljugrunnurin átti parta
brøv fyri 2,5 milliardir
krónur í Wall-Mart, men
tey hevur grunnurin nú
selt.
Oljugrunnur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk