mánadagur 19. juni 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 115 - 19. juni 2006 ]
Federer á hædd við Borg
Roger Federer hevur nú tangerað metið hjá Bjørn
Borg við sigrum í 41 dystum á rað á grasvølli.
Federer vann sunnudagin finaluna í ATP-kapping
í týska býnum Halle, og tað var kekkin Tomas
Berdych, sum stóð fyri skotum.
– Hetta er ein stór løta fyri meg, sigur Roger
Federer, sum herfyri tapti finaluna í French Open.
Hon var tó ikki spæld á grasi, tí á grasi er tað
eingin, sum vinnur á Federer. Seinast Federer tapti
á grasi, kallaðist ár ið 2002, og kappingin var
Wimbledon.
Spenningur og
drama var í luftini
tá TSF leygardagin
skipaði fyri landaveg
súkklukapping. Eli
Christiansen vann
ein tættan endaspurt,
og samanstoytur
var millum fleiri
súkklarar
Súkkling
Tíðindaskriv
Tórshavnar
Súkklufelag
skipaði leygardagin fyri
kapping í landavegsúkkling.
Teinurin gekk úr Havn, móti
bergholinum í Kaldbaks
botni, til Kollafjarðardal
og eftir Oyggjarvegnum
til Havnar. Startur og mál
var við Plantusøluna við
Hvítanesvegin. Teinurin er
góðar 42 km langur, og
leygardagin skuldi súkkl
ararnir koyra teinin tvær
ferðir, tvs. 84 km.
Veðrið var av tí besta,
og menn fóru við góðum
huga uppá súkklurnar kl.
9 leygarmorgunin. Men
kappingin var ikki meira
enn byrjað tá dramatikkurin
meldaði sína komu. Áræka
Sundsverkið vóru menn
óansnir og tað endaði við at
tveir súkklarar rendu saman
og máttu gevast.
Enn einaferð fingu súkkl
ararnir sjón fyri søgn um
hvønn týdning ein hjálmur
hevur. Hjálmurin hjá Sig
mund Olsson knekkaði
av stoytinum hann fekk tá
hann rakti asfaltið, og ikki
er torført at ímynda sær
hvat hevði hent um ongin
hjálmur var á høvdinum hjá
Sigmundi.
Eli vann endaspurtin
Allir vóru skelkaðir av
hendingini, men kappingin
helt kortini fram. Tá menn
byrjaðu niðankoyringina
úr Kollafjarðardali byrjaði
tað at følast í beininum, og
komnir niðan á vóru tað Eli
Christiansen, Torkil Veyhe,
og Gunnar Dahl-Olsen, ið
fylgdust. Tað gjørdu teir
líka til koyrt bleiv aðru ferð
niðan úr Kollafjarðardali.
Tá byrjaðu kreftirnar hjá
Torkil at ganga undan, og
Eli og Gunnar sloppu tí
undan Torkil. Kappingin
stóð nú bara millum hesar
báðar. Gunnar royndi tað
hann kundi at sleppa und
an Eli, men illa gekk, og
hvørja ferð megnaði Eli
at ”lukka holið”, og koyra
Gunna inn aftur. Kappingin
bleiv tí avgjørd við einum
endaspurti, ið Eli vann við
hálvari súkklulongd.
Torkil og Sverri
ein góðan dag
Tað sást á øllum brøgdum at
Torkil hevur ment seg nógv,
og gjørdi hann ein góðan
figur leygardagin. Eina løtu
royndi hann at koyra undan
Eli og Gunnar, men hann
bleiv innheintaður nakað
seinni. Eisini veteranurin
Sverri Mohr Edvinsson
hevði ein góðan dag, og
verður hugsað um, at hann
koyrdi allar teir 84 km at
kalla einsimallur, var tíðin
hjá honum rættiliga góð.
Sverri koyrdi teinin uppá
2 tímar 52 minuttir og 24
sekund.
Aðrar kappingar
Longu týskvøldið skulu
súkklararnir í eldin aftur.
Tá verður koyrdur ein
einkultstartur. Leiðin gong
ur frá Plantusøluni við
Hvítanesvegin, niðan á
Oyggjarvegin, og endar
heilt uppi á Sornfelli.
Teinurin er góðar 20 km
langur. Tað ljóðar ikki av
nógvum, men at koyra frá
landsvegnum niðan á Sorn
felli er ein drúgvur teinur.
Mikudagin fara nakrir
súkklarar til Íslands at kapp
ast í kappingini Tour de
Iceland. Hendan kapping er
smíðað eftir sama konsepti
sum Statoil kring Føroyar,
har koyrt verður í fimm
dagar á rað. Hart, men stutt
ligt og spennandi.0
Eli vann dramatiska kapping
Ulrich funnið formin
Týski súkklumaðurin Jan Ulrich hevur verið fyri
hørðum atfinningum í ár. Orsøkin er, at úrslitini hjá
honum í ymiskum súkklukappingum hava ikki verið
av teimum bestu. Yvirvekt og manglandi fokus hava
verið millum atfinningarnar ímóti týska súkklaranum,
men nú hevur pípan fingið annað ljóð. Ulrich vann
sunnudagin einkultstartin í kappingini Kring Sveis,
og hann tóktist betur fyri enn nakrantíð áður í ár. Í
næstum verður stóra súkkukappingin Tour de France
hildin, og líkt er til, at Ulrich er við at gerast klárur til
kappingina.
Hesa ferð eydnaðist hjá Eli at basa Gunnari, sum annars hevur
vunnið flestu kappingarnar her heima seinnu árini