Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2006 31 We provides highly specialized and trained manpower to the oil industry: - electricians - welders - mechanics - machine workers Recruiting Specialists Pam Offshore Service P.O. Box 65 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tel +298 30 11 39 Fax +298 30 11 01 pam@faroeyard.fo www.faroeyard.fo P A M Offshore Service Í dag hevur oljutingið aðal­ fund og samtíðis vedður kunnað um boringina á landgrunninum í summar. Núverandi formaður í Oljutinginum er Regin Hammer og vit spurdu hann undan fundinum, sum verður hildin í Miðlahúsinum í kvøld, hvat endamálið er við Oljutinginum! – Oljutingið er áhuga­ felag, ið hevur til endamáls - sum ein tvørfakligur felagsskapur fyri fólk, ið starvast í olju­vinnuni ella sum hava áhuga fyri oljuvinnu - at geva limum sínum høvi til at kunna seg um oljuvinnu og tað virk­ semi, ið er knýtt at henni. Hetta er ikki eitt afturlatið felag, har bert er pláss fyri ávísum bólki í samfelagnum. Dyrnar eru heilt einfalt opnar fyri øllum, ið hava áhuga fyri oljuvinnu sigur Regin Hammer. Hann vísir í hesum sam­ bandi á, at Oljutingið sein­ astu árini hevur havt nógv framstandandi fólk og havt framløgur í Oljutinginum. Sum dømi kunnu nevnast: Wilhelm Petersen, Stjóri hjá Atlantic Petroleum Nils Sørensen, Stjóri hjá Føroya Kolvetni Trond Unneland, Stjóri hjá Chevron Danmark Lars Beksgaard, Formaður í Sindri samstarvinum Finn Jakobsen, Deildar­ stjóri hjá SEV Ólavur Gregersen, Stjóri hjá SeWave Paul Stevens, Professari í oljubúskapi á universi­teti­ num í Dundee Olav Fjell, fyrrv. forstjóri hjá Statoil Sigmundur Ísfeld, Ráð­ gevi á Løgmans­skriv­stov­ uni Martin Heinesen, Leiðari fyri arbeiðnum við Havrætt­ arsáttmálanum hjá ST Jan Terje Edvardsen, Senior Vice President, Ex­ploration hjá DONG Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á táverandi Olju­fyri­ sitingini Bjarni Djurholm, Lands­ stýrismaður í oljumálum Ben Arabo, Formaður í FOÍB og stjóri hjá Amerada Hess í Føroyum Jóanes Høj, Platformsstjóri á Borgland Dolphin Terje Hagevang, Stjóri hjá Sagex Petroleum Sum listin við fyri­lestr­ arhaldarum eisini ber boð um, so hava nógv ymisk evni verið tikin upp seinastu árini, og væl av fólki hevur verið til allar fyrilestrarnar. Talið av luttakarum til tiltøkini hevur ligið stútt umleið 50-60, men onkuntíð heilt upp í 70-80 luttakarar. Limatalið í Oljutinginum er eisini vaksið á hvørjum ári síðani byrjað varð, og er talið nú umleið 170 ein­ staklingar og 40 virkir. Formaðurin heldur, at hetta ber boð um, at Olju­ tingið hevur eitt pláss í føroyska samfelagnum, hóast ongin olja er funnin enn, og hann staðfestir, at Oljutingið hevur góða undirtøku millum manna og verða evnini mett at verða viðkomandi fyri føroyska samfelagið og føroyingar. Hetta er helst eisini ein høvuðsorsøk til, at Oljutingið altíð hevur verið væl fíggjarliga stuðlað av vinnulívinum, og hevur hetta merkt, at tiltøkini hava kunnað verið hildin í góðum hølum og við einum góðum bita afturvið. – Hvussu verður við Olju­ tinginum, um olja verður funnin í næstum, er ilt at spáa um, men hugsast kann, at Oljutingið í slíkum føri fer at hava møguleika at taka enn meiri ítøkilig mál upp sigur Regin Hammer við blaðið. – Hetta er ikki eitt afturlatið felag, har bert er pláss fyri ávísum bólki í samfelagnum. Dyrnar eru heilt einfalt opnar fyri øllum, ið hava áhuga fyri oljuvinnu sigur Regin Hammer, formaður í Oljutinginum Oljufundur Jan Müller jan@sosialurin.fo Oljutingið eitt serstakt fyribrigdi í Føroyum Regin Hammer, formaður í Oljutinginum: -Dyrnar eru heilt einfalt opnar fyri øllum, ið hava áhuga fyri oljuvinnu. Á myndini er eisini Louisa Fjalsbak og Tummas Pauli Mýru.