mánadagur 19. juni 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 115 - 19. juni 2006 ]
Altjóða talvkappingin
fylgir Jóansøkuni og
tískil verður telvað í
Vági ár. Hans Kristian
Simonsen fer at royna
at verja sigurin í fjør
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
carl_eli@hotmail.com
Manningin er komin uppá
pláss, og í ár fara føroyingar
væntandi at gera ein vørr
eins og í fjør. Tá vann Hans
Kristian Simonsen óvæntað
kappingina og ognaði sær
sín fyrsta og higartil einasta
IM-norm. John Rødgaard
lá eisini fram við sínum 4.
plássi.
2nd Suðuroy Internatio
nal verður telvað í Vági
í døgunum 24. juni – 01.
juli. Kendasti telvarin úr
Vági man vera Thorstein
Wilhelm, sáli, sum í mong
ár telvaði í Havnar Telv
ingarfelag. Thorstein lut
tók somuleiðis í tveimum
olympiadum, í 1970 og í
1980. Tá var vágbingurin 72
ár og framvegis millum bestu
telvararnar í landinum.
Danskur
ratingfavorittur
Kappingin í fjør var sterkari.
Eitt nú hevur eingin telvari í
ár omanfyri 2400 ratingstig.
Í fjør høvdu bæði IM John
Shaw úr Skotlandi og
IM Emil Hermansson úr
Svøríki oman fyri 2400.
Men hinvegin er torførari
at gita hvør fer at vinna
í ár, tí munurin er so lítil
millum telvararnar. Undir
100 ratingstig skilja hægst
styrkismetta, IM Simon
Bekker-Jensen (2393), og 7.
styrkismetta telvaran, sum
er Hans Kristian (2295).
Hetta ger kappingina serliga
spennandi og annarleiðis.
Simon Bekker er føddur
í 1980 og hevði sítt gjøg
numbrot fyri sløkum 7-8
árum síðani, tá hann vann
sær IM-heitið. Síðani hevur
hann tó raðfest skúlan
hægri enn talv, og er tískil
so at siga steðgaður upp.
Men hann fer ivaleyst at
vera við í oddastríðnum.
Stuttligt at veteranurin
IM Bjørn Brinck-Claussen
er sloppin í part. Hann er
farin væl um tey trýss, men
gevur framvegis yngru
ættarliðunum góða mót
støðu. Brinckurin er næst
hægstur styrkismettur.
Kvinnuligur stórmeistari
tekur lut í kappingini, nevni
liga Lenka Ptacnikova, ið
fyri nøkrum árum síðani
fekk íslendskan statsborg
ararætt.
Nilssen, Rødgaard
og Ziska
Fyriskiparin Rani Nolsøe
vónar og væntar, at føroysku
umboðini fara at prýðmynda
kappingina. Serliga væntar
hann sær nógv av nýkosna
altjóða meistaranum, John
Arna Nilssen, sum hevði
góð úrslit á 1. borði fyri
Føroyar í talvolympiaduni.
John Arni er maður fyri at
vinna á stórmeistarum og tí
eigur hann als ikki at óttast
IM Bekker-Jensen og hinir
tittultelvararnar.
John Rødgaard hevði
– sum vant – rimmar úrslit
í talvolympiaduni. Í 1st
Suðuroy International tapti
hann einki talv (vann tvey
og sjey remis), og í roynd
og veru telvar hann kanska
sína bestu telving í áratiggir.
Rødgaard var tryggur á
vinnandi vestmannaliðnum
í 1. deild og var álitið hjá
Føroyum í OL.
Stjørnuskotið yvir øll
um, Helgi Dam Ziska,
fer eirindaleyst eftir sína
triðja IM-normi í Vági.
Helgi hevur stabiliserað
seg nøkunlunda á 2300-
ratingmarkinum, og nú er
kanska høvið hjá honum at
vinna sær sín triðja norm
síðani seinasta summar.
Spennandi verður.
Outsidararnir
Torført verður hjá Hans
Kristiani at endurvinna
kappingina, hóast hon er
veikari enn tann í fjør.
Eitt gott OL-úrslit viskar
ikki øll tey mongu sløku
úrslitini seinasta árið hjá
Hans Kristiani heilt burtur.
Góð kappingarbyrjan tyk
ist hvørja ferð vera lykilin
til eitt gott úrslit hjá koll
firðinginum.
Helgi og Hans Kristian
skulu hava 7 stig av 9 fyri
at vinna sær norm, meðan
Sjúrður Thorsteinsson skal
hava 6,5 stig. Í fjør fekk
Sjúrður
Thorsteinsson
fýra javnleikir. Í ár stílar
hann ivaleyst hægri, men
sum lægst rataði telvarin,
fer Sjúrður at fáa tað sera
torført. Møguliga røkkur
hann 3 stigum.
2nd Suðuroy International
2nd Suðuroy International
Nr
Navn
Land
Rating
1
IM
Bekker-Jensen, Simon
Danmark
2393
2
IM
Brinck-Clausen, Bjørn
Danmark
2359
3
IM
Nilssen, John-Arni
Føroyar
2356
4
IM
Rødgaard, John
Føroyar
2344
5
Ziska, Helgi Dam
Føroyar
2306
6
FM
Andreasen, Per
Danmark
2303
7
Simonsen, Hans Kristian
Føroyar
2295
8
Salama, Omar
Egyptaland 2214
9
WGM Ptacnikova, Lenka
Ísland
2183
10
Thorsteinsson, Sjúrður
Føroyar
2067
Tað vakti
ans, tá Hans
Kristian
Simonsen í fjør
vann sterku
kappingina í
Suðuroy. Ein
sigur, sum
eisini gav
Hans Kristiani
hansara fyrsta
– og higartil
einasta – IM-
norm
Laudrup ikki
upp á tal í Madrid
Sambært valevninum til forsetavalið í Real Madrid, Juan
Miguel Villar, er danin Michael Laudrup ikki upp á tal sum
venjari í spanska stórfelagnum. Villar sigur við bretska blaðið
News of the World, at hann er farin undir samráðingar við
Arsenal-venjaran Arsene Wenger og Juventus-venjaran Fabio
Capellio.
– Teir eru báðir fantastiskir venjarar, og vit vilja hava tað
besta, sigur Villar.
Forsetavalið í Real Madrid verður avgjørt tann 2. juli.
Zico illur um dystir mitt á degi
Brasilska fótbóltslegendan Zico, sum nú er venjari hjá japanska
landsliðnum, er í øðini inn á fyrireikararnar av HM-endaspælinum
í Týsklandi. Orsøkin var, at Japan var noytt at spæla HM-dysti í
brennandi hita mitt á degnum. Tað vóru sløk 30 hitastig, tá ið
Japan og Kroatia spældu málleysan javnleik í gjár, og Zico heldur,
at tað líkist ongum, dystir skulu spælast í so nógvum hita.
– Tað er kriminelt, at vit skulu spæla í slíkum hita aftur. Okkara
síðsti dystur var eisini klokkan trý, men fyrireikararnir eru
líkaglaðir við hitan. Teir hugsa meira um sjónvarp og forrætning,
segði Zico eftir dystin sunnudagin.