fríggjadagur 2. juni 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 2. juni 2006
Á skrivstovuni hjá FaroeJet hava vit
úr at gera, og tí sóknast vit eftir enn
einum starvsfólki.
Er tú:
Røkin? Nærløgd/lagdur? Tænastu-
hugað/ur? Ábyrgdarfull/ur? Fjøl-
broytt/ur? Jalig/ur?
..og hevur tú:
Viðkomandi royndir
frá skrivstovuyrkinum?
Sera góðan teldukunnleika við
Office-pakkanum hjá Microsoft ?
Evni at arbeiða sjálvstøðugt og við
støðugum evstamørkum?
Um tú svaraði JA uppá omanfyri
standandi spurningar, og tú
harafturat trívist í einum arbeiðs-
umhvørvi við nógvari ferð, so er tað
møguliga tær, vit leita eftir.
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið
verður sett skjótast gjørligt.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Jóhan E. Simonsen,
stjóra, á telefon 35 33 33 ella við at
senda ein á teldupost til
johan.simonsen@faroejet.fo
Umsóknir, avrit av prógvum og
møguligum viðmælum, skulu vera
okkum í hendi í seinasta lagið
týsdagin tann 13. juni 2006 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
FaroeJet
Vága Floghavn
380 Sørvágur
att: Jóhan E. Simonsen
ella sum teldupostur til
johan.simonsen@faroejet.fo
Skrivstovufólk
til FaroeJet
- einfalt og ómakaleyst!
petur & petur • 32087 0
Mánadagin, annan
hvítusunnudag,
verða standmyndir av
Sigmundi Brestissyni
avdúkaðar við
Vesturkirkjuna í Havn
og við kirkjurnar í
Sandvík og Skúvoy.
STANDMYND
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nógv varð gjørt burtur úr í
samband við 1000-árahaldið
til minnis um kristnanina av
Føroyum.
Nevndin, sum skipaði
fyri hesum tiltøkum, kom tá
til ta niðurstøðu, at okkurt
ítøkiligt átti at standa eftir,
tá ið 1000-ára hátíðarhaldið
var av.
Longu í januar í 2001
varð avgerð tikin um at
biðja Hans Paula Olsen,
listamann gera tríggjar
standmyndir av Sigmundi
Brestissyni. Tær skuldu
setast upp í teimum plássum
í Føroyum, sum høvdu
samband
við
Sigmund
Brestisson og kristniboðan
hansara. Soleiðis ber tað
til, at ein verður sett upp í
Skúvoy, ein í Tórshavn og
ein í Sandvík.
– Eftir gudstænasturnar
2. hvítusunnudag verða
so
hesar
standmyndir
avdúkaðar, upplýsir Hans
Jacob Joensen, bispur, í
einum tíðindaskrivi.
Nevnast
kann,
at
í
gudstænastuni í Vestur-
kirkjuni luttaka Hans Jacob
Joensen sjálvur umframt
báðir
prestarnir
við
kirkjuna, Heri Joensen og
Bergur Debes Joensen.
Havnarkórið verður sera
virkið annan hvítusunnudag.
Fyrst luttekur kórið í
hátíðarhaldinum í Vestur-
kirkjuni
í
samband
við
avdúkingina
av
standmyndini av Sigmundi
Brestursson í middegi.
Síðan
verður
konsert
í Gøtu kirkju kl. 16 og í
Christianskirkjuni kl. 20 .
Í
sambandi
við
at
Havnarkórið hevur 40-
ára jubileum í ár, verður
skipað fyri konsertum úti
um landið, har tann fyrsta
var í Havn, tann næsta í
Vestmanna, og nú verður
tað so Gøta og Klaksvík.
18.
juni
ferð
kórið
til
Keypmannahavnar,
har tey skulu syngja í
Helligåndskirken 19. juni
og í Plænen í Tivoli 20.
juni. Síðan verður farið til
Salzburg í Eysturríki, har
kórið verður frá 21. til 25.
juni og skal luttøka í “Sixth
World Choral Festival”.
Havnarkórið hevur fingið
eina serliga innbjóðing, ið
er fingin í lag av donsku
ambassaduni í Wien.
Kórið er boðið sum eitt
av fýra kórum ymsastaðni
frá í heiminum. Tað eru
Wiener Sängerknaben ið
skipa fyri hesum festivali.
Havnarkórið skal eisini
luttaka sjálvstøðugt við
kórsangi og føroyskum
dansi, bæði í Mozarteom í
Salzburg og í Musikwerein
í Wien. Ferðin endar við ein
konsert í eini kirkju í Prag.
Í gjár kunngjørdu
Kall og Elektron,
at tey fara at bjóða
flatrate-hald til
viðskiftafólk teirra.
Teir vilja vera
nummar eitt siga teir,
men nú svarar Føroya
Tele aftur, tí teir fara
eisini at bjóða flatrate
í næstum
FLATRATE
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Nógv hevur verið lýst við
EITT seinastu tíðina, men
í gjár varð so kunngjørt,
at tað er Kall og Elektron,
sum standa aftanfyri átakið,
og er tað eitt flatrate-tilboð
til allar føroyingar.
Richard Mortensen er
stjóri í FT-samskifti, og vit
spurdu hann, um Føroya
Tele ikki fer at bjóða
sínum kundum flatrate?
- Jú tað fara vit at gera.
Longu fyri trimum árum
síðani høvdu vit flatrate til
breiðband, men vit fingu
góðskutrupulleikar av tí,
og valdu at steðga við tí.
Síðani valdu vit at hava
eina varligari tilgongd, har
kundin fekk eina ávísa nøgd
tillutaða, og vit harvið ikki
lovaðu meiri enn vit kundu
halda. Men tá søgdu vit, at
vit fóru at venda aftur til
flatrate, og tað gera vit nú,
sigur Richard Mortensen
frá Føroya Tele.
Hví nú?
Men hví kemur Føroya
Tele júst nú við tilboðnum
um flatrate-hald, spyrja
vit Richard Mortensen. -
Vit hava allatíðina arbeitt
miðvíst fyri at dagføra
tøknina og at fáa okkara
uttanlands kapasitet øktan.
Nú vit eru klár, hava vit
spakuliga valt at økja um
ókeypis fríu nýstluna, og
vit hava í langa tíð havt
flatrate
um
náttina
á
tveimum haldum okkara.
At bjóða flatrate-hald til
kundar okkara hevur ligið í
kortunum í eina tíð, og hava
vit allatíðina ætla at bjóða
flatrate í 2006, men nú hava
vit so framskunda ætlanir
okkara nakrar vikur, greiðir
Richard Mortensen frá.
Hann sigur eisini, at
Føroya Tele sær hetta
sum eitt eyka tilboð til
kundarnar. Teir halda tað
vera skilagott at koma
við
einum
aftursvarið
beinanvegin, fyri at tryggja
kundunum møguleikan at
velja.
Tørvur er á flatrate
Føroya Tele hevur fyri stuttum
við einum lýsingarátaki, økt
um fríu nýstluna úr trimum
til seks gigabyte. Hetta er
sera nógv, og spurningurin
er so, um tørvur yvirhøvur
er fyri flatrate?
– Vit hava fylgt gongdini
nógv seinastu árini og kunnu
staðfesta, at tað er ein ávísur
bólkur millum tey ungu, sum
hava tørv í hesum. Hinvegin
eru okkara núverandi hald
soleiðis samansett, at tey
allarflestu fáa nøkta tørv
teirra fyri samskifti við
teim vanligu haldunum, vit
kunnu bjóða í dag. Og tey
eru munandi bíligari enn eitt
flatrate-hald. Men vit vilja
samstundis kunna bjóða
teimum kundunum við stóra
tørvinum, møguleikan at
velja flatrate frá Føroya Tele,
sigur Richard Mortensen.
Besta og tryggasta
breiðband
Richard Mortensen greiðir
frá, at tað altíð hevur verið
týdningarmikið hjá teimum
at tryggja tað besta og
tryggasta breiðbandið í
Føroyum. - Góðskan skal
altíð vera góð, staðfestir
Richard Mortensen.
Spurdur um prís, sigur
Richard
Mortensen,
at
hetta enn ikki er endaliga
avgjørt, men at tað, eins
og hjá kappingarneytunum,
verður munandi dýrari enn
vanligu haldini. - Hinvegin
kann kundin velja at halda
fram við gomlu haldunum,
sum eru og vera munandi
bíligari
enn
flatrate-
haldini.
Bíðitíðin minkar
Eitt, sum øll vita, ið hava
breiðband frá Føroya Tele
er, at bíðitíðin er sera long,
frá tú hevur bílagt til at tú
hevur fingið breiðband.
Hetta eru tey eisini greið
yvir á Føroya Tele, men nú
sær út til, at hetta verður
broytt. - Av tí, at vørðan
var so væl umtøkt hevur
tilgongdin verið so stór. Men
vit hava allatíðina gjørt alt,
fyri at hava so stutta bíðitíð
sum gjørligt. Vit hava havt
fleiri fólk úti frá at hjálpa til,
men nú talið av montørum
tvífaldað, so bíðitíðin fer at
minka, staðfestir Richard
Mortensen, sum við einum
skeivum smíli leggur aftrat,
at hinvegin er góðskan á
vørðuni so mikið góð, at tað
er vert at bíða eftir.
Føroya Tele nú eisini flatrate
Richard Mortensen og
Føroya Tele kunnu í
næstum bjóða kundum
teirra flatrate
Mynd: Jens Kr. Vang
Tríggjar standmyndir avdúkast
Havnarkórið virkið annan hvítusunnudag
Gøtu kirkja