Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 105 - 2. juni 2006 Tá Smyril var í fer við at leggja at inni í Havnini í gjárkvøldið, varnaðist skiparin og manningin ein lítlan stoyt í skipinum undir manøvringini. Tá skipið var komið at, bleiv boð beinanvegin send eftir einum kavara, sum fór niður at kanna botnin. Staðfest er, at ein bugla er komi undir bakborðs róður Stoyturin hendi, tá afturendin á skipinum var uml. 10 metrar sunnan fyri Tinganesboyuna, og tískil eisini uttan fyri frámerkið (Tinganesboyuna). – Akkurát hví Smyril tók við botn verður kannað nærri, sigur Regin Vágadal, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins. Ein samd tingmanning Sambandsfloksins krevur eina kanning av Djurholmmálinum. Hon skal í mesta lagi taka 3-4 vikur og gongur hon imóti landsstýrismanninum má Fólkaflokkurin finna ein nýggjan landsstýrismann Djurholmkanning Jan Müller jan@sosialurin.fo Tingmanning Sambands- floksins viðgjørdi á fundi mikudagin málið um ákærurnar móti Bjarna Djurholm, landsstýris- manni í sambandi við arbeiðið hjá nevndini í Framtaksgrunninum. Kaj Leo Johannessen, formaður floksins sigur við Sosialin, at niðurstøðan av innanhýsis fundinum í Sambandsflokkinum varð heilt greið: ein kanning eigur at verða sett í verk. Og semja er um, at tað hevur stóran týdning, at kanningin ikki dregur út men verður gjørd sum skjótast. Kaj Leo Johannesen heldur tríggjar og í mesta fýra vikur verða nokk til at gera hesa kanning og skal hon gerast áðrenn summarfrítíðina, soleiðis at vit fáa lagt hetta málið aftur um okkum. – Samgongan tolir ikki, og landsstýrið tolir ikki, at tað verður sáddur ivi um trúvirðið hjá einum okkara í samgonguni, og tí mugu vit taka tað til eftirtektar, sum er komið út - gera eina kanning og fáa hetta málið aftur við borðinum sum skjótast. – Kann tað hugsast, at tað eru kreftir í Sam- bandsflokkinum, sum eru sera ónøgdar við Bjarna Djurholm sum vinnu- málaráðharra og tí fegnar síggja eitt kanningarúrslit, sum noyðir hann frá? – Hetta er ein sera viðkomandi og áhugaverdur spurningur. Vit sóu í seinastu samgongu, hvussu ein avgerð at koyra ein landsstýrismann frá hevði við sær krøv um, at onkur annar eisini skuldi koyrast frá. Tann støðan vit eru í nú, má ikki enda við slíkum krøvum, nevniliga at vit krevja Bjarna Djurholm koyrdan frá sum tøkk fyri seinast, tá ein sambandslandsstýrismaður varð koyrdur frá. Tí hava vit eisini avgjørt á fundinum í gjár, at landsstýrismaðurin eigur ikki at fara frá, meðan kanningin verður gjørd. Formaðurin í Sambands- flokkinum heldur fyri, at vit nú skulu bíða eftir einum úrsliti, so tað ikki bara vera gitingar og pástandir, sum hanga í luftini. –Men um so er, at kanningin gongur ímóti Bjarna Djurholm, fer Sambandsflokkurin so at krevja av løgmanni, at hann loysir landsstýrismannin úr starvi? –Vit fara ikki at leggja nakað trýst á løgmann. Vit fara bara at siga Fólkaflokkinum, at hann skal finna sær ein nýggjan landsstýrismann. Tá er tað als ikki til diskutión sigur Kaj Leo Johannesen. Bygdarráðið í Vestmanna hevur samtykt at gera bingjupláss til burturkast frá skipum, at gera kapmingspláss inni á Fjørð, at keypa teldur til skúlan og at keypa nýggjan líkbil VESTMANNA Kommunutíðindi Vestmanna Bygdaráð samtykti á seinasta fundi, at gera bingjupláss á kajøkinum, til burturkast hjá skipunum. Hetta hevur leingi verið eitt ynski frá skipunum í Vestmanna, og nú er so avgjørt at hetta skal fremjast í verki, so at skipini til eina og hvørja tíð kunnu sleppa av við burturkastið, tá ið tey koma í havn. Havnarnevndin og fíggjarnevndin heittu á bygdaráðið um at hækka játtanina til uttanhýsis tekniska ráðgeving, og at hendan upphædd verður brúkt til at rinda ráðgeva, fyri at gera eitt yvirlit av økinum. Økið, ið talan er um, er økið har fótbóltsvøllurin er, og ætlanin við økinum er at gera Føroya besta kampingpláss og evt. annað fríðtíðarvirksemi, ella grønt økið. Eisini viðgjørdi bygda- ráðið keyp av teldum til skúlan. Tað hevur leingi verið eitt ynski frá leiðsluni í skúlanum, at telduparkin mátti útbyggjast og endurnýggjast. Ásannandi at tað er alneyðugt at hava góðan telduførleika í dag og í framtíðini, tók meirilutin í bygdaráðnum undir við uppskotinum, sum ljóðaði uppá keyp av tilsaman 25 teldum. Líkbilur Vestmanna Bygdaráð hevur samtykt at fara í samstarv við Kvívíkar Kommunu, Miðvágs Kommunu og Sandavágs Kommunu um keyp av líkbili. Bygdarráðini í hesum bygdum eru samdar um, at tær skulu felags verða um at veita hesa tænastu í bygdum teirra. Bilur er bílagdur úr Íslandi og verður hesin nú gjørdur klárur til endamálið. Bilurin kemur at standa fast í Vestmanna, og felags endamálsorðing skal gerast fyri nýstluna av bilinum. Kaj Leo um Djurholmkanning: Má vera liðug í juni Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins vil hava kanningina lidna áðrenn summarfrítíiðina 3000 atgongumerki seld til Summar Festivalin Vestmanna gongur á odda á grøna økinum Í gjár var síðsta freist at keypa atgongumerki til Summar Festivalin, G! Festivalin og Jóansøkufestivalin fyri ein serligan lægri prís og eftir øllum at døma, hava nógv tikið av tilboðnum. Festival summarið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Jón Tyril fyriskipari av G!Festivalinum var á veg umborð á flogfarið til Århus, har hann skal vitja Spot Festivalin, tá vit fingu orð á hann, so viðmerkingarnar vóru ikki nógvar, hann segði, seg ikki vita tølini fyrr enn seinni í dag, men tey síggja ordiliga góð út, segði Jón Tyril. Ið kundi boða frá, at í fyrradagin var forsølan tvífalt so høg sum í fjør. Hóast Jóansøkufesti- valurin ikki vil almanna- kunngera talið av seldum atgongumerkjum, so hevur hesin festivalurin eisini selt nógv fleiri atgongumerki, enn málið var fyri 1. juni. Dennis Holm segði, at gongur sum ætla, so verður hetta nógv størsta tónleikatiltak í Suðuroynni. Málið er at fáa millum 1.500-2.000 gjaldandi gestir, og hetta sær nú sannlíkt úr. Steintór Rasmussen var ein væl nøgdur maður, tá vit fingu orð á hann í morgun. Hann gleddist um, at festivalurin í ár hevði megnað at selt uppaftur fleiri atgongumerki enn í fjør, tá sølan annars gekk sera væl. Serliga var sølan høg í gjár og fyrradagin, og við 3000 atgongumerkjum seldum 1. juni, sær bjart út fyri festivalin í Klaksvík. “Men vit ætla okkum ikki at hvíla á laurberunum nú, tá tú bjóðar fleiri túsund fólkum til Klaksvíkar, so er nógv at fyrireika, segði Steintó. Hann greiddi somuleiðis frá, at enn eru fleiri nøvn, ið ikki eru almannakunngjørd, eisini okkurt útlendskt. Steintór sigur, at málið er, at hetta er ein triðingur av seldu atgongumerkjunum, so selur festivalurin, enn ein triðing fyri núverandi prís, og ein triðing beint áðrenn og á festivalinum fyri ein hægri prís. Hetta gevur 9-10.000 fólk, ella nøkur túsund fleiri enn í fjør, eitt mál, ið ikki tykist ósannlíkt, við føstum sambandi til meginøkið. Í fjør vóru 8.000 fólk á Summar Festivalinum. Steintór sigur, at høga sølan er eitt herðaklapp og sera gott fyri festivalin. Nú er grundarlagið gott at byggja víðari á. Forsølan av atgongumerkjum er tvífalt so høg sum í fjør. Smyril tók við botn á Havnarvág Smyril tók við botn hóskvøldið. Savnsmynd