Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 2. juni 2006 7 Nú um dagar­ nar keypti breið­ bandsfyritøkan TeleTech í Havn breið­bands­fyri­ tøkuna Atlantic Online í Fuglafirði, tó ikki telduhandlin hjá felagnum TELETECH Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í gjár varð kunngjørt, at Kall og Elektron fara at geva føroyingum eina betri breiðbandstænastu. Ein annar, sum er við í kappingini, um at veita føroyingum betri breið­ band er fyritøkan TeleTech í Havn. Teir hava nú økt um sítt virksemi, við at yvirtaka breiðbandspartin hjá Atlantic Online, sum heldur til í Fuglafirði. Her­ fyri skrivaðu Birgir Waag Høgnesen frá TeleTech í Havn og Robert Giem frá Atlantic Online undir keypspappírini. Áhugavert økið Hóast TeleTech júst nú ikki hevði ítøkiligar ætl­anir um at víðka um virksemið, til at umfata Fuglafjørð eisini, so dylir Birgir ikki fyri, at júst hetta tilboðið var ov gott at siga nei til. Birgir ásannar, at kappingin millum breið­ bandsútbjóðarnar er hørð, og at tað ræður um at vera við har tað hendir. – Eysturoyðarøkið er við at verða eitt av teimum virk­nastu í landinum, og Fuglafjørður er avgjørt eitt økið, vit halda vera sera spennandi, sigur hann og vísir til nýggja undirsjóvartunnilin, sum helst fer at skunda undir virksemið í Eysturoynni. – Skalt tú reka eina breið­bandsfyritøku, er tað undir øllum umstøðum altíð ein fyrimunur at út­byggja netið so nógv sum gjørligt. Tað gera vit altsamt og keypið av Atlantic Online er partur av tí, sigur Birgir Waag Høgnesen í TeleTech, sum nú kann bjóða skjótt breiðband í Klaksvík, Leir­vík, Fuglafirði, Gøtu, Tórshavn, Nólsoy, Leyn­ um, Stykkið, Kví­vík, Heysti, Koltrim, Vest­ manna og á Skála­fjørð­in­ um. Góðar vónir Hóast fleiri breiðbandsfyri­ tøkur bjóða Internet fram, so væntar Birgir ikki, at tað verður nøkur hóttan. Tí sum hann sigur, so hava vit ta tænastuna framum hinar, at vit hava tríggjar- fýra daga leveringstíð og ikki 9 til 14 vikur. Hóast Atlantic On­line bert hevði fá ár á baki, og fyrrverandi eig­ar­ar­ nir valdi at selja breið­ bandspartin, hevur Birgir góðar vónir um, at keypið fer at bera ávøkst. TeleTech keypt breiðbands­veitara í Fuglafirði Niels Mortensen og SMS hava keypt bygningin hjá Klaksvíkar Timburhandli, men teir eru framvegis áhugaðir í at vera partur av handilsmiðdeplinum í Klaksvík HANDILSMIÐDEPIL Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Seinastu tíðina hava nógvar søgur verið at hoyrt norðan fyri, um at Niels Mortensen og SMS, skal hava keypt bygningin hjá Klaksvíkar Timburhandli og bygningin við síðuna av, tey kalla Gamla Spinnaríið. Hesi tíðindi kann Niels Mortensen vátta fyri Sosial­ inum, men so hevur hann heldur ikki nógvar aðrar viðmerkingar til tað. Tí sum hann sigur, so ganga so nógvar søgur, at hann als ikki kann gera viðmerkingar til allan slaturin. Spurdur um hvat teir ætla við keypinum, sigur Niels Mortensen, at teir eru í fer við at planleggja hetta í løtuni, og at Bónus er ein partur av teimum ætlanunum. - Men í løtuni fer umbyggingin í SMS við allari orkuni, at har verð­ ur ikki fari í gongd fyrr enn í oktober, sigur Niels Mortensen. Bónus framvegis við Søgurnar hava annars gingið um, at Niels Mortensen og SMS hava havt ætlanir um at vera partur av hand­ ilsmiðdeplinum í Klaksvík, men tá teir nú keypa bygn­ingin hjá Klaksvíkar Timburhandli, vildi tað mest sannlíka verið, at teir tóku seg úr ætlanunum í handilsmiðdeplinum. Men tað hava teir ikki gjørt. Óli Marnar Christiansen, stjóri í handilsmiðdeplinum, vátt­ ar, at Bónus framvegis eru áhugaðir í at vera partur av handilsmiðdeplinum, men undir einum øðrvísi kon­septi enn sum vit van­ liga kenna Bónus. – Men tað eru eisini aðrir áhugaðir matvørðuhandlar, og vit hava onga avgerð tikið enn, sigur Óli Marnar Christ­ iansen. Annars verður arbeitt við fullari orku við hand­ ils­miðdeplinum, bæði tá tað kemur til at fáa handl­ ar, men eisini í aðrar mát­ ar. – Projekteringin av kei­­kant­inum er byrjað og maskinurnar eru komnar, so fólkið kann koma inn í sjálvan miðbýin við báti. Vit hava eisini gjørt munnligar avtalur við góðar 20 handlar, so tað hendir ein rúgva í løtuni, greiðir Óli Marnar Christiansen frá, sum samstundis leggur eina við, at enn er onki undirskrivað við nakrar handl­ar. Gøtudalur ongin hóttan Men tað er ikki bara í mið­ býnum í Klaksvík, at tað verður bygt. Í Gerðabø hevur Keypssamtøkan fingið játt­ an um grundstykki, so har verður væntandi ein mat­ vør­uhandil at finna innan alt ov longi. Í Gøtudali er eisini ein stór verkætlanan í gongd, har ætlanin eisini er at byggja ein handilsmiðdepil. Óli Marnar Christiansen sigur, at teir bera ongan ótta fyri, at handilsmiðdepilin í Gøtudali ella Keyps­sam­ tøkan úti í Gerðabø fara at ávirka teirra handilsdepil: – Nei, hetta er eitt heilt øðrvísi projekt, har handil, tænasta, ítrottur og mentan ganga saman, so tað kemur ikki at hava nakra ávirkan á okkara ætlanir, sigur Óli Marnar Christiansen at enda. SMS keypt timbur­ handilin í Klaksvík Hesar báðar bygningarnar hevur SMS keypt, men teir vilja onki siga um ætlanir við teimum, annað enn, at Bónus er við. Aftan fyri bygningarnar síggja vit yvir á Gerðabø, har keypssamtøkan hevur fingið grundstykki Mynd: Snorri Brend Birgir Waag Høgnesen