fríggjadagur 2. juni 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 105 - 2. juni 2006
Vørur
Atlantic Airways
% Bíligari enn á landi FaroeJet
% Bíligari enn á landi
Smyril Line
% Bíligari enn á landi
Kastrup
% Bíligari enn á landi
Føroyar
Spiritus
Baileys 50 cl 17%
75 kr
-45%
80 kr
-42%
hava ikki
76,95
-44%
137,321
Smirnoff 50 cl 40%
55 kr
-63%
50 kr
-67%
hava ikki
54,95
-63%
149,82
Otard Cognac 40% 50 cl
130 kr
-46%
125 kr
-48%
139,50 kr2
-42%
139,95
-42%
240,71
Bombay Saphire 50 cl
60 kr
-67%
60 kr
-67%
69,50 kr3
-62%
60 kr4
181,43
Carlsberg Hof 6 pack
hava ikki
hava ikki
32 kr
-43%
37,95 kr
-32%
55,75 kr
Føroya Bjór Gull 6 pack
hava ikki
hava ikki
42 kr
-32%
hava ikki
62 kr
Sigarettir
Look 200 stk.
170 kr
-60%
185 kr
-57%
210 kr
-51%
199,95
-53%
429,5
Prince 200 stk.
170 kr
-60%
185 kr
-57%
210 kr
-51%
199,95
-53%
429,5
Til kvinnur
Be Delicioous DKNY 50 ml
hava ikki
270 kr
-48%
299 kr
-42%
280 kr
-46%
515,005
Lacoste Touch of Pink50 ml 295 kr
-49%
280 kr
-52%
hava ikki
305 kr
-48%
581,67
Til menn
Boss Soul Edt 50 ml
250 kr
-43%
hava ikki
hava ikki
289 kr
-34%
439,00
JPG Le Male 75 ml edt
hava ikki
250 kr
-24%
hava ikki
269 kr
-18%
329,406
Góðgæti
Haribo Matador Mix 500 g
25 kr
-50%
25 kr
-50%
24 kr
-52%
39 kr
-22%
49,887
M&Ms Peanuts 400 g
30 kr
-70%
hava ikki
33 kr
-67%
42,95 kr
-57%
99,808
Bíligari enn á landi
-55%
-51%
-49%
-45%
1Fløskurnar í Rúsuni eru 70 cl so vit hava rokna tað um til 50 cl. 2 100 cl fløska kostar 279 kr. 3 100 cl fløska kostar 139 kr. 4 100 cl fløska kostar 119,95. 5 Parfumufløskurnar í handlinum í Føroyum
eru 30 ml so tað hava vit rokna um til 50 ml. 6 JPG Le Male var 125 ml í handlinum í Føroyum so tað hava vit rokna um til 75 ml. 7 Haribo Matador Mix var 200 g í handlinum í Føroyum so tað hava
vit rokna um til 500 g. 8 M&Ms peanuts var 100 g í handlinum í Føroyum so tað hava vit rokna um til 400 g.
Ein kartong av
sigarettum er 40
krónur dýrari
umborð á Norrønu
enn umborð á
Atlantic Airways.
Harafturímóti er lítil
munur á prisunum
hjá FaroeJet og
Atlantic Airways.
Sosialurin hevur
kannað tax-free prísir
og samanborið við
Kastrup og í handlum
í Føroyum
Tax-free
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Summarið nærkast, og tey
flestu av okkum ætla ein
túr uttanlands. Í hesum
høpi keypa vit ofta tax-
free. Men er tað so bíligt,
sum vit halda? Og er tað so
nógv dýrari í Kastrup enn
umborð á flogførunum?
Hesar spurningar vildu vit
hava svar uppá og hava tí
gjørt eina kanning av tax-
free prísunum.
Prísirnir næstan
teir somu
Tað er týðuligt, at FaroeJet
hevur skeitt eftir príslistanum
hjá Atlantic, tá tey settu sínar
tax-free prísir. Tey hava
ikki somu vørurnar, men
nógvir av stórseljarunum
sum Baileys og Matador
Mix eru at finna í báðum
príslistum. Prísmunurin er
lítil millum vørurnar, ið eru
tær somu hjá báðum, og ikki
ber til at staðfesta, at annar
er dýrari enn hin. Roknar
ein í prosentum av vørunum
vit hava valt út, er Atlantic
tó 4 prosent bíligari enn
FaroeJet.
Dýrari í Kastrup
Millum fólk tykist tað verða
ein vanlig fatan, at tað er
dýrari at keypa í Kastrup enn
umborð á flogfarinum. Hetta
vísir seg eisini at passa væl,
tá vit samanbera prísirnar,
men munurin er ikki serliga
stórur.
Til dømis kostar ein 50
cl fløska av Smirnoff 55
krónur umborð á Atlantic,
50
krónur
umborð
á
FaroeJet og 55 krónur í
Kastrup. Lacoste parfuman
Touch of pink kostar 295
krónur hjá Atlantic, 280
krónur hjá FaroeJet og 305
krónur í Kastrup.
Ofta hevur Kastrup størri
vørueindir, sum vit so hava
roknð um til somu eind sum
umborð á flogførunum.
Hetta kann eisini hava við
sær, at prísurin verður nakað
lægri í Kastrup, eftirsum
prísurin ofta lækkar við
størri vørueind.
Hægri prísir í
Norrønu
Norrøna er einasti bátur,
sum siglur uttanlands úr
Føroyum við ferðafólki,
og er tað kanska tí, at
prísirnir umborð á Norrønu
eru hægri enn umborð á
flogførunum. Heldur ikki
har eru vørurnar akkurát
tær somu, men summi ting
eru at fáa bæði á flogi, í báti
og í floghavnini. Eitt sovorið
er tað vælumtókta ginnið
Bombay Saphire. Tað kostar
60 krónur hjá bæði Atlantic
og FaroeJet , 69,50 umborð
á Norrønu og 60 krónur í
Kastrup.
Plássið
er
avmarkað
umborð á einum flogfarið,
og tí eru øl og vínfløskur ikki
at finna umborð á teimum
báðu flogfeløgunum. Tað er
at fáa umborð á Norrønu,
og har eru prísirnir lágir,
men tó er bara 20 krónur
á muni á prísinum á seks
Føroya Bjór Gull í Rúsuni
og umborð á Norrønu.
Carlsberg Hof kostar 32
krónur
umborð,
37,95
krónur í Kastrup og 55,75
í Rúsuni.
Dýrari á landi
Vit hava eisini tikið tað við,
hvat tað kostar at keypa hesi
ting í einum vanligum handli
í Føroyum. Grundin til hetta
er ikki fyri at vera órein
móti handlunum her, men
fyri at síggja, hvussu stórur
munurin er. Aðrastaðni í
verðini hevur ein sæð, at
summar vørur kosta minni
á landi enn tær gera umborð.
Hetta er av tí at feløgini, sum
seta tax-free prísirnir seta
teir alt ov høgar og stappa
ov nógvan pening í egnan
lumma.
Nógvir gávulutir eru
eisini at finna í tax-free
príslistunum, men eftirsum
feløgini hava so ymisk
merki ber ikki til at gera eina
rættvísa samanbering av
hesum.
Tax-free bíligari á flogi enn á sjógvi
Soleiðis hava
vit gjørt kanningina
Vit hava savnað príslistar frá Atlantic
Airways, FaroeJet og Smyril Line saman.
Hugt at prísum á heimasíðuni hjá Kastrup
floghavnini, ið er www.tax-free.dk og ringt
runt til tilvildarligar handlar í Føroyum, sum
selja tað sama, ið er at finna í tax-free príslistunum.
Vit hava valt at bara samanbera somu merki, so at
kanningin skal verða so rættvís sum gjørligt. Feløgini hava
nógv ymisk merki og bara nøkur fá til felags, tí hevur ikki
borið til at gera kanningina
størri enn hon er.
FAKTA
Við lokkandi príslistum royna feløgini at fáa okkum at brúka pening umborð á teirra førum.