fríggjadagur 2. juni 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 2. juni 2006
9
Drelnes, sum er
fyrrverandi Jónrit,
hevur garnaloyvið
hjá Ólavi Hvíta,
sum Niels Jakku
Nielsen á Strondum
keypti til endamálið.
Upprunaliga er
hetta ísfiskatrolarin,
Akraborg, sum áður
hevur havt heimstað
í Vági, Sørvági og
Leirvík
Hátíðarhald
Orð: Vilmund Jacobsen
Myndin: Leivur Nygaard
vilmund@sosialurin.fo
Týsdagin um 17-tíðina
legði garnaskipið, Drelnes,
sum Gudmund Mortensen
hevur keypt av Strondum,
til bryggju á Tvøroyri.
Væl av fólki var saman
komið til móttøkuna, sum
varð hildin í fagrasta veðri
– við hornatónleiki og
røðu.
Tá ið tann formelli part
urin av móttøkuni var av,
bjóðaði
reiðarin
øllum
umborð at síggja skipið.
Blíðskapurin var stórur,
bæði við góðgæti og onkr
um leskandi til stór og
smá.
Drelnes er fyrrverandi Jón
rit, sum Niels Jakku Nielsen
á Strondum seinastu árini
hevur átt. Strandingurin
hevur
áður
átti
eina
aðra Jónrit, sum var ein
sonevndur skittfiskabátur.
Hesi skip endaðu sínar
dagar í Norðsjónum, tá ið
tey ikki longur sluppu at
fiska í føroyskum sjógvi.
Drelnes – ella Jónrit – er
fyrrverandi trolarin Akra
borg, sum Niels Jakku læt
umbyggja til garnaskip.
Upprunaliga er hetta ísfiska
trolarin, Akraborg, sum
áður hevur havt heimstað í
Vági, Sørvági og Leirvík.
Góð apetering
At síggja til uttan, krevur
skipið eina hond, men øll
apeteringin er í góðum
standi og er sera snotulig.
Drelnes hevur loyvi at
fiska svartkalva og hav
tasku. Skipið hevur veiði
loyvið hjá Ólavi Hvíta,
sum Niels Jakku keypti til
endamálið.
Gudmund
Mortensen
og hansara menn eiga nú
tvey garnaskip, Nim og
Drelnes, umframt djúp
vatnstrolararnar, Rankan
og Rasmus Effersøe, sum
er fyrrverandi Snoddið,
ið toftamenn á sinni lótu
byggja.
Einir 10-11 mans verða
við Drelnesi, og sum skilst,
fylgja nakrir av gomlu
manningini við skipinum,
sum nú hevur heimstað á
Tvøroyri.
Ringvirkningar
Kristin Michelsen, borgar
stjóri á Tvøroyri, sum helt
røðu við hátíðarløtuna, fegn
ast um, at Suðuroyggin nú
eigur eitt skip og veiðiloyvi
aftrat.
– Eitt slíkt arbeiðspláss
hevur stóran týdning fyri
bygdina og fyri oynna sum
heild, tí ringvirkningarnir
eru so nógvir – og nógv
fleiri, enn vit hugsa um,
sigur hann.
Hann vísir á, at Tvøroyri
hevur hildið rímiliga fast um
skipini, sum hann tekur til.
– Í apríl kom línuskipið,
Hoyvíkingur, sum júst er
settur í stand og nútím
ansgjørdur, til bygdina. Hoy
víkingur hevur leingi havt
nært tilknýti til bygdina
gjøgnum Delta-menninar,
men nú er skipið so eisini
heimahoyrandi her suðuri
við Marneri Lisberg sum
reiðara, sigur Kristin.
Kristin Michelsen sigur,
at Hoyvíkingur hevur verið
heimahoyrandi á Sandi, men
er í dag einasti línubátur av
hesi støddini, sum hevur
heimstað í Suðuroy.
Drelnes er nýtt garnaskip í Suðuroy
Smíðiár:
1961
Smíðistaður:
Brattvåg, Noreg
Umbyggingar: Skála (1969)
Longdur:
Skagen (1982)
Tilfar:
Stál
BRT:
304,6
NRT:
103,55
Deyðvekt:
100 tons
Maskina:
Alpha Diesel 700 hk
FAKTA UM DRELNES
Hátíðarhald
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í røðu síni á bryggjuni á
Tvøroyri, vísti borgarstjórin,
Kristin Michelsen á, at
tað í ár eru liðin 148 ár,
síðan stóri slóðbrótarin í
føroyskum vinnulívi, Jóhan
Mortensen, byrjaði sítt
handilsvirki á Tvøroyri.
– Hesin víðskygdi maður
var
langt
frammanfyri
sína tíð. Hann byrjaði
bæði innanoyggja-og uttan
landssigling.
Á
henda
hátt gjørdi hann Tvøroyri
til sjálvan krumptappin í
vinnulívinum her á landi.
Hann segði, at sum borg
arstjóri í Tvøroyrar komm
unu er tað honum ein heiður
at ynskja oldurabbasoninum
hjá Jóhan, Gudmundi Mort
ensen, hjartaliga tillukku
við enn einum fiskifari.
– Gamalt er, at tað eru
sjey góð ár og sjey rak ár.
Tað er ein eydna fyri okkara
bý, at tú hevur áræði og
dirvi at bróta upp armar og
leggja til brots – til frama
fyri land og fólk.
Kristin vísti á, at Gud
mund hevur hetta dirvi
og áræði – eisini í tíðum
sum hesum, nú fiskivinnan
liggur í tungum sjógvi, eina
mest av methøgum olju
prísum.
– Vit, sum búgva í syðsta
enda av landinum, mugu
síggja í eyguni, at vit eru
– og koma í mong ár aftrat
koma at vera – ein útjaðari
í Føroyum. Somuleiðis
mugu vit síggja í eyguni,
at tað verður fiskivinnan,
sum kemur at vera okkara
høvuðsvinna.
Borgarstjórin segði, at
navnið, Drelnes, er gamalt
navn í fedranna reiðaríi,
sum hann tók til.
– Tvøroyrar býráð ynskir
skip, manning og reiðaríi
góðan byr og Guðs sign
ing.
Í røðu síni bað Kristin
eisini umbering fyri, at eing
in úr býráðnum møtti, tá ið
Hoyvíkingur kom inneftir
Trongisvágsfirði við TB á
bógnum.
– Tí vil eg eisini nýta
høvi at ynskja hesum fari,
manning og reiðaríi góða
byr og Guðs signing.
Áðrenn hann endaði við
at lesa upp eitt sálmaørindi
eftir Gudmundi Bruun,
ynskti hann øllum, sum
varða av vinnulívinum í
Tvøroyrar kommunu, eina
bjarta framtíð.
– Ofta skulu tung tøk
takast, og tá krevst áræði
og dirvi. Eg havi ta álit
á vinnulívsfólkunum her á
staðnum, at tit megna at
taka hesi tøk, segði Kristin
Michelsen, borgarstjóri.
Borgarstjórin í Tvøroyrar
kommunu, Kristin Michelsen,
ynskti Drelnesi og Hoyvíkingi
vælkomnum til bygdar Mynd:
Leivur Nygaard
Væl av fólki var samankomið á bryggjuni á Tvøroyri til hátíðarløtuna, tá ið garnaskipið,
Drelnes – fyrrverandi Jónrit – legði til bryggju í góðveðrinum seinnapartin týsdagin
Drelnes er fyrrverandi garnaskipið Jónrit, sum aftur er fyrrverandi ísfiskatrolarin, Akraborg
Gudmund Mortensen,
reiðari, beyð øllum
umborð at síggja
Drelnes, sum hevur eina
snotuliga apetering.
Seinni verður skrokkurin
sandblástur og málaður
Kristin ynskti vinnulívinum bjarta framtíð