fríggjadagur 2. juni 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 105 - 2. juni 2006
Tá Asfalt í kvøld fer av bakkastokki er talan
um ivaleyst størsta tónleikatiltakið í Føroyum
nakrantíð.
Frá tá Asfalt byrjar í kvøld kl. 19 og endar á
miðnátt leygarkvøldið, hava ikki færri enn 60
bólkar, kór og einstaklingar framført eini 30-40
tímar av livandi tónleiki í Tórsgøtu, og alt verður
framført av føroyskum bólkum.
Fyrireikararnir av Asfalt, høvdu ein dreym,
ið nógv mettu vera utopiskan, “at savna SO
nógvar føroyskar bólkar til eitt tónleikatiltak
í sjálvum hjartanum av høvuðsstaðnum.” Ein
kendur festivalfyriskipari í Føroyum segði um
tiltakið, at hann ikki metti, at hetta kundi nýtast
sum sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik, tí um tú
savnar so nógvar føroyskar bólkar, so verður tú
noyddur at fara á kompromis við góðskuni.
Men nú fýra mánaðir eftir, at ætlanin varð
avdúkað, sæst úrslitið, og úrslitið er stórsligið.
Nøvnini eru fjølbroytt, og góðskan er høg. Til
takið vísir í størri mun enn nakað annað tiltak,
hvussu ríkt føroyska tónleikalívið er. Hetta er
uttan iva best egnaði sýnisgluggi fyri føroyskan
tónleik nakrantíð.
Tá vit fluttu í Miðlahúsið í Vágsbotni í fjør,
høvdu vit frá fyrsta degi ætlanir um at verða ein
virkin partur av mentanarlívinum í Tórsgøtu.
Tað eru longu fleiri ár síðan, at Tórshavnar
kommuna vísti á sínar ætlanir um, at Tórsgøta
skuldi vera mentunargøtan í Havn. Við Tjóðpalli
og ungdómshúsi er gøtan longu væl ávegis.
Nú er livandi tónleikur eisini farin at ljóða í
grannahúsunum og hjá Tjóðpallinum, og tað er
at gleðast um.
Við teimum nógvu og fjølbroyttu tiltøkum, tað
verið seg fyrilestrar, tónleikur, framsýningar,
kjakfundir og alt hitt, ið vit hava í Miðlahúsinum
eru vit eisini við til at stuðla undir hesar ætlanir.
Og tað gera vit fegin og er tað eisini ein náttúrligur
partur av okkara miðlahúskonsepti, eitt konsept,
sum skal vera livandi og hava møguleika at
útvikla seg.
Tað var tí heldur ongantíð nakað ivamál um,
at vit skuldu vera partur av Asfalt. Við Asfalt
verður Tórsgøta mentanargøtan, og Miðlahúsið
í Vágsbotni er erri av at vera partur av hesum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tórsgøta er vorðin
mentanarmiðdepil
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hoyri í løtuni at kunning
artøknin verður umrødd í
miðlunum og víst verður á
tørvin á hesum. Teldan er
eitt hent amboð, sum stórur
partur av Føroya fólki nýtir
dagliga. Skúlarnir undirvísa
í teld og hava flestu skúlar
innrættað seg soleiðis,
at møguleiki er fyri at
kunna næmingar um hetta
henta amboð. Bara vísa á
t. d. hevur tú eina kanón
í stovuni, sum stendur í
samband við eina teldu
og alnótina, er markleysur
møguleiki at geva eina
fjølbroytta undirvísing t.
d. í myndlist - finna evnið
til undirvísingina og vísa á
ymsar greinir í listini. Her
er einki mark. Hugsandi er,
at eingin skúli í Føroyum,
sum er burtur av ein kt-skúli,
men kanska er tað rætt, at
vit ikki leypa framav, men
ganga stigvíst fram og fáa
eina góða loysn til endans
øllum at gagni
Tú kanst, sum er, sita
heima og undirvísa næm
ingunum, men kravið er,
at allir næmingarnir hava
samband
við
alnótina.
Hetta er ein sera spennandi
undirvísing, og hevði eg
hildið, at royndir vórðu
gjørdar hesum viðvíkjandi.
Haldi ikki, vit skulu vera
bangin fyri at brúka eitt
amboð, sum næmingarnir
kenna væl betur til enn
flestu lærarar.
Hví ikki taka ein 8.
flokk á onkrum skúla sum
eina roynd? Hetta er ein
avbjóðing, og eg ivist onga
løtu í, at tað ikki fer at
spyrjast gott úrslit burtur
úr hesum. Eftir hetta bygt
ein kt-skúla, har øll und
irvísingin fyrifórt á teldum
og øllum tí, sum er knýtt
at hesum.. Hví ikki tað?
Hetta er visiónin í hesum
árhundrað.
Tær skapandi lærugrein
irnar skuldu havt gott pláss
innan hesar veggir. Vit
hava eina musikskúlalóg,
eina frítíðarlóg og eina fólk
askúlalóg. Hví ikki taka
tað besta burturúr hesum
lógum, og sett tær saman?
Eingin kann nokta tær, at
gera hetta í morgin. (Hevði
hildið, sum støðan er í
løtuni, at fólkaskúlin og
musikskúlin var ein skúli).
Vit eru alt ov bangin fyri at
flyta okkum - bangin fyri
tí tóma rúminum. Teldan,
alnótin, breiðbandi o.s.fr.
hava givið okkum eina
rúmd afturat, sum er so
sera spennandi, at ikki sigst
frá hesum. Vit eiga at fara
meira inn í hesa telduverð,
oyst úr hesari flotkeldu
nógv meira enn vit gera.
GG! Eysturoyingar eiga
at fara undir eina fyrireik
ing til ein kt-skúla, og hann
kundi t. d. ligið í Skála
botni.
Í øllum framkomnum
londum gera tey eina
eftirmeting, tá ein
nýggj skipan er roynd
á økinum í eina tíð.
(Eftir áheitan endur
prenta vit hesa grein
ina, sum stóð í Sosial
inum 21. november í
2001
Um tað mundi, tá Føroya
Spesialskúli var komin, t. v.
s. fyrst í sekstiárunum, var
nógv frammi um integrering.
Eisini í Føroyum vóru bylgj
urnar høgar viðhvørt, og tað
vóru tey, sum ynsktu henda
skúlan, (spesialskúlan) har
piparið vaks.
Hvat hevði fólkaskúlin at
bjóða, áðrenn spesialskúlin
kom?
Einki! Tað var ikki eftir
áheitan frá skúlunum, men
frá fortvivlaðum foreldrum,
sum høvdu sent síni børn av
landinum.
Eingin - eg taki uppaftur
- eingin kann hugsa sær,
hvussu hesi foreldur høvdu
kempað og stríðst millum
at hava børnini heima við
ongari frálæru, og so at lata
tey fara av landinum og fáa
frálæru.
Væl vitandi nú, so síggi eg,
at áhaldandi bøn og úthaldni
fekk tey at taka hesa avgerð.
Ærað veri teirra minni.
Hjúnini Annilena og
Jákup Zachariasen slóð
aðu fyri einstaklingar? og
serundirvísingini í Føroy
um.
Vit vóru nøkur, sum valdu
at fara undir hetta krevjandi
arbeiði.
Tá eg upplivdi hesi 3: Dit
lev, Margit og Hjørmund
- hvussu stórt arbeiði, og
hvussu stóran kærleika,
tey løgdu í frálæringina, so
ivaðist eg onga løtu í, hvørj
um børnum eg ynskti at
undirvísa.
Vit vóru ofta send niður á
skúlar, tí tú mátti endurnýggja
teg alla tíðina, tí tað hendir
so nógv á hesum øki. Niðri
var baklandið størri, og tí var
tann vegurin valdur.
Meðan eg var á deyvaskúl
anum á Kastelsvegnum, kom
út ein bók ? eftirmeting viðv.
integreringini. (1965).
Longu tá gjørdu tey vart
við, at ikki var alt so gott,
sum tey høvdu vónað. (Her
er talan um øll brek). Ein av
orsøkunum var, at lærarar
vóru farnir at skifta starv,
tí hetta fór at verða ov lítið
úrslit í mun til tað arbeiðið,
ið lagt varð í.
Her skal leggjast aftrat,
at eingin sparing var upp á
tal, og nógvir lærarar høvdu
fingið ta kravdu frálæruna at
taka sær av hesum.
Nakrir lærarar høvdu
fingið eina eyka útbúgving,
men eg veit t.d. at einasti
skúli, ið t. d. undirvísti
deyvum og blindum, var
spesialskúlin, men har komu
tey ikki í praktikk?
Annars hevur fólkaskúlin
als ikki fingið fyrireikað seg
at taka ímóti næmingum við
serligum tørvi.
Hesir skúlar høvdu kortini
gjørt eitt dygdargott fyrireik
ingararbeiði ? at taka ímóti
deyvum. Eg hugsi, at teir
skúlastjórarnir hava trýst
nógv á og sett treytir og
fingið sín vilja.
T. d. sendu hesir báðir
skúlar lærarafólk til Havnar
- fyrst eitt heilt ár og seinni
á stytri skeið og hetta vóru
sera dugnalig og virkin fólk,
sum valdu sær hetta. Skúlin
í Rituvík hevur víst, at tað
bar til, og úrslitið kunnu tey
vera stolt av. Allur flokkur
in (úr 1. flokki og allan veg
in upp) lærdi t.d. teknmál,
so næmingurin, sum deyv
ur var, hevði bæði familju
og lærarar og floksfelagar,
sum hann lættliga kundi sam
skifta við.
Ferð eftir ferð havi eg víst
á, at »integreringin« hevur
gjørt lærarar til syndabukkar.
Hví? Jú, henda uppgávan er
smoygd niður yvir tey ? upp
gávan, sum er so stór, men
sum endar við, at fleiri lær
arar ganga við ringari sam
vitsku, tí so lítið kom burt
urúr. Vit eiga nógv fram úr
dugnalig lærarafólk, og tað
er spell, at tey lítið annað vita
sær, enn at skifta starv. Eg
eri bangin fyri, at nú vendist
ikki við, tí nú er einki stað
at senda tey við serligum
tørvi. Spesialskúlan hava
tey brotið niður. Nokk so
vanligt fyribrygdi í Føroy
um: Tað, sum virkar væl,
skal niðurbrótast.
Samanber við Landssjúkr
ahúsið o. m. a.
Til lærarafelagið vil
eg siga: Haldið fram við
tykkara ágrýtni fyri einum
góðum fólkaskúla ? hann er
grundvøllurin í tí føroyska
samfelagnum.
Eg ynski tykkum alt tað
besta.
Eitt má samfelagið syrgja
fyri og tað er, at vit ikki
koma í ta støðu, sum vit
vóru í, áðrenn 1962, tá børn
vórðu send av landinum at
fáa frálæru.
Børn hava rætt til góðan
SKÚLA í heimlandinum.
Frits
Johannesen
Fólkaskúlin
Hví trívist lærarin ikki???
Hanna
lisberg