Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 24 Sosialurin Nr. 238 - 9. desember 2000 Nr. 238 • leygardagur • 9. desember 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo Heili seks hondbólts- dystir skulu avgreið- ast um vikuskiftið, og av hesum verður tað ivaleyst klassikarin millum Kyndil og VÍF, sum fer at draga felstu áskoðararnar HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at landskappingin undanfarna vikuskifti lá lamin, orsakað av lands- liðshondbólti, er nú aftur lagt til brots, og nógvir eru dystirnir at avgreiða. Vit hava longu í bløðun- um sæð, at dystir vórðu leiktir bæði týs- og miku- kvøldið. Eftir evstamark okkara fríggjadagin varð so enn ein dystur leiktur millum kvinnuliðini hjá VB og Kyndli, og leygar- og sunnudagin standa so seks dystir á skránni. Tríggir favorittar Hjá kvinnunum er talan um tríggjar dystir, og í øllum hesum kann talan lættliga gerast um greiðar favoritt- sigrar. Mest spennandi sær tó út í Havn, har Kyndil tekur ímóti VÍF. Á stigatalvuni er munurin millum liðini bæði stórur. VÍF hevur enn ikki tapt í ár, og eitt nú vunnu tær greiðan sigur ímóti Kyndli, tá liðini hittust í Vestmanna. Kyndil hevur tó ofta havt gott tak á vestmannagent- unum, og at fýra leikarar frá Kyndli eru á landsliðn- um skuldi eisini borgað fyri eitt sindur av góðsku. Trup- ulleikin hevur tó verið, at enn hevur úrtøkan ikki staðið mát við hetta, men hevur liðið ein góðan dag, kann væl hugsast, at tær fara at geva VÍF ein skarp- an gang. Hinir báðir dystirnir í kvinnudeildini verða eisini leiktir sunnudagin, og á pappírinum líkjast hesir mest einum avgreiðslu- spurningi. Í Klaksvík tekur Stjørnan ímóti Tjaldri, og í Vági kemur Sóljan á vitjan. Einki er at ivast í, at heima- liðini eru greiðir favorittar til dystirnar, og er alt annað enn sigur til hesi at rokna sum sensatión. Klassikarin á Hálsi Hjá monnunum verður eins og hjá kvinnunum talan um tríggjar dystir. Leygardagin hittast í Havn H71 og KÍF. Higartil í ár hava hoyvík- ingar staðið seg nógv betri enn í fjør, og skulu teir framhaldandi halda lív í vónini um heiðursmerki, er kravið ein sigur. Kollfirðingar eru í løtuni niðastir á stigatalvuni, so setningurin hjá H71 skuldi ikki verið ógjørligur at rokkið. Stigatalvan kann tó snýta eitt sindur, tí í nógv- um av taptu dystunum hava kollfirðingar verið sera nær við, so lætt verður tað neyvan hjá hoyvíkingun- um. Sunnudagin er Høllin á Hálsi so karmur um klass- ikaran í føroyskum hond- bólti, tá Kyndil skal royna at steðga sigursgongdini hjá VÍF. Skal nakað lið steðga VÍF, so verður helst talan um Kyndil, men eftir at liðið hevur leikt sera væl seinastu dystirnar, taptu teir brádliga fyri H71, og tí tykist hóttan teirra kanska heldur ivasom. Móti VÍF er tó einki at ivast í, at leikararnir fara at spenna seg út um tað vanliga, og um VÍF ikki ger tað sama, kann væl henda, at teir fyri fyrstu ferð í ár mugu fara av vøllinum uttan stig. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður á Skála, har Neistin kemur á vitjan hjá StÍF. Hvørki av liðunum hevur havt serliga sannførandi avrik seinastu tíðina, men strandingar eiga tó at met- ast sum greiðir favorittar. Umvendi dysturin endaði eisini við greiðum sigri til teir av Skála, og í mun til tann dystin, hevur StÍF bæði Costin Dumitrescu og John Petersen tøkar, so einki er at ivast í, hvat van- liga nógvu heimaáskoðar- arnir rokna við. Klassikarin á skránni Støðan 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1. VÍF 9 8 - 1 - 0 273 143 130 17 2. Stjørnan 9 8 - 1 - 0 257 193 64 17 3. VB 7 4 - 0 - 3 187 155 32 8 4. Kyndil 8 4 - 0 - 4 191 205 -14 8 5. Neistin 9 3 - 0 - 6 185 213 -28 6 6. Sóljan 9 1 - 1 - 7 179 237 -58 3 7. Tjaldur 9 0 - 1 - 8 137 263 -126 1 Støðan 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1. VÍF 9 9 - 0 - 0 303 218 85 18 2. StÍF 11 7 - 1 - 3 331 287 44 15 3. Kyndil 9 4 - 2 - 3 259 229 30 10 4. Neistin 9 4 - 0 - 5 213 229 -16 8 5. H71 10 4 - 0 - 6 265 284 -19 8 6. Tjaldur 10 3 - 0 - 7 228 300 -72 6 7. KÍF 10 1 - 1 - 8 219 271 -52 3 Fult umfar er í flog- bóltskappingini hetta vikuskiftið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tríggir dystir skulu leikast í bestu kvinnudeildini, með- an tveir dystir verða hjá monnum. Kvinnurnar Lagt verður fyri leygar- dagin. Tá hittast í Klaksvík kl. 13.00 Fossanes og TB, meðan Mjølnir og ÍF spæla sín dyst kl. 17.00. Í báðum førum er talan um greiðar favorittar, og ikki er sann- líkt, at ÍF ella Fossanes fáa nakað sum helst burtur úr sínum dystum. Sunnudagin kl. 13.00 spæla so Fleyr og Dráttur í Gundadalshøllini, og eisini her er talan um greiðan fa- vorittleiklut, sum gestirnir úr vágunum mugu átaka sær. Menninir Hjá monnunum er eins og vanligt talan um tveir dyst- ir. Mest spennandi av hes- um tykist dysturin í Klaks- vík millum Mjølnir og ÍF at verða. ÍF hevur tikið seg nógv fram hetta kapping- arárið, og fáa teir stig við sær úr Klaksvík, er kapp- ingin enn meira opin, enn hon er frammanundan. Dysturin verður leiktur kl. 15.00. Seinni dysturin verður í Gundadalshøllini sunnu- dagin kl. 15.00, og verður tað tá Fleyr, sum tekur ímóti SÍ. Higartil hevur SÍ einki stig fingið í ár, og nógv bendir á, at teir eru í øllum førum ein flokk und- ir hinum liðunum. Í fjør sýndu ungu sørvingarnir tó fleiri ferðir, at teir væl kunnu gera um seg, men higartil í ár hevur tað so ikki bragdað. Ímillum dystirnar hetta vikuskifti er dysturin ímillum Kyndil og VÍF Talvið hesa vikuna Av misgávum datt hetta burtur ímillum í týs- dagsblaði okkara, men eitt gott talv tolir aloftast at síggjast, hóast tað er nakað seinkað. Soleiðis helt Rani javnleik ímóti Tiger í dystinum millum KTF og KT. Frá umleið leiki nummar 50 er síðan vónleys hjá Tiger at vinna. GM Tiger H. Persson, KT (2500) – Rani Nolsøe, KTF (2170) FM 1. deild (2), 2.12.2000 1.d4 Nf6 2.c4 g6 3.Nc3 d5 4.cxd5 Nxd5 5.e4 Nxc3 6.bxc3 Bg7 7.Bc4 c5 8.Ne2 Nc6 9.Be3 0-0 10.0-0 Bg4 11.f3 Na5 12.Bd3 Bd7 [12...cxd4 13.cxd4 Be6 14.Rc1 Bxa2 15.Qa4 Be6] 13.d5 b6 14.Qd2 e6 [14...e5] 15.c4 e5 16.Kh1 Nb7 17.Nc3 Nd6 18.a4 f6 19.a5 Qc7 20.Rfb1 Rfe8 21.Ra3 Bf8 22.Qa2 Rab8 23.axb6 axb6 24.Ra7 Qd8 25.Ra6 Bc8 26.Ra8 Rxa8 27.Qxa8 Qc7 28.Qc6 Qxc6 29.dxc6 Be6 30.Nd5 [30.Rxb6 Ra8] 30...Bxd5 31.exd5 Nc8 32.h4 Bd6 33.h5 Kf7 34.g4 Kg7 35.Kg2 Re7 36.hxg6 hxg6 37.Ra1 Ra7 38.Rxa7+ Nxa7 39.Bc2 Nc8 40.Bc1 Ne7 41.Kf2 Kf7 42.Ke2 g5 43.Kd2 Bc7 44.Bf5 Ke8 45.Kc3 Kd8 46.Kb3 Nxf5 47.gxf5 Bd6 48.Bd2 Kc7 49.Be1 Bf8 50.Kc2 Bd6 51.Kd3 Be7 52.Ke2 Bd6 53.Kf2 Kd8 54.Kg3 Ke7 55.Bd2 Kf7 56.Kf2 Kf8 57.Ke3 Kf7 58.Kd3 Ke8 59.Ke4 Ke7 60.Be1 Bc7 61.Bf2 Kd6 62.Be3 Ke7 63.Bc1 Bd6 64.Bb2 Bc7 65.Bc3 Bd6 66.Bd2 Bc7 67.Kd3 Bd6 68.Be3 Kd8 69.Bd2 Ke7 70.Kc2 Kd8 71.Be1 Kc8 72.Kb3 Kb8 73.Kc3 Kc8 74.Kd3 Kd8 75.Bd2 Ke8 76.Be1 Kd8 77.Kc3 Kc8 78.Kb3 Kb8 79.Ka4 Kc7 80.Kb5 Bf8 81.Ka6 Bd6 82.Bc3 Bf8 83.Bb2 Bd6 84.Bc1 Bf8 85.Kb5 Bd6 86.Ka4 Bf8 87.Kb3 Bd6 88.Kc2 Kc8 89.Kd3 Kd8 90.Be3 Ke8 91.Bd2 Kd8 92.Ke4 Ke7 93.Ke3 Ke8 94.Kf2 Kf8 95.Kg3 Kg8 96.Kg4 Kg7 97.Kh5 Bc7 98.Bxg5 fxg5 99.Kxg5 Kf7 100.f6 Bd6 101.Kf5 Bc7 102.Kg5 Bd6 103.Kf5 Bc7 104.Kg5 1/2-1/2 Flogbóltur um vikuskiftið Rakel Helmsdal Vildi ynskt, at ta› ikki var í ár eg var› spurd um hetta. Har hevur satt at siga ikki veri› so nógv mentanarligt í ár, sum hev- ur fingi› meg upp at flagsa. Ikki tí, okkurt man vera fari› framvi›, og nógv var, sum var fínt, men har var kortini onki sum rakti meg so, at eg stó› eftir andaleys og undrandi, sum stórar ment- anarupplivingar eiga at gera. Onki har eg hugsa›i: ” Hatta má eg síggja/- hoyra/lesa aftur og aftur og aftur....” Men eitt hevur kortini glett meg á mentanarøki- num her heima, og ta› er naka› sum júst er hent. Tvær ævint‡ rskaldsøgur eru komnar á føroyskum og ein er ávegis. Sum stór- brúkari av júst hesum slagi av skaldsøgum, kann eg ikki anna› enn at frø›a meg um, at altjó›a Harry Potter er komin til landi› í gó›ari umseting og at okk- ara egni Anfinnur í Skála hevur falda› seg út vi› einum stórum ævint‡ ri í tveimum bindum. Harry Potter er sagt so nógv um, at eg næstan ikki hætti mær at siga meira, so hóast eg ikki haldi, at bøk- urnar eru so nógv betur enn a›rar av sínum slagi, so var eg kortini alla summafrítí›ina so upp- slúkt av teimum, at eg fyri fyrst fer› í lívinum bleiv ordiliga sólbrend. Fekk meg heilt einfalt ikki til at vika meg frá mínum teppi í urtagar›inum í europe- isku hásummarsólini. Hvørki badminton ella gott vín kundu kappast vi› mínar upplivingar saman vi› Harry og teimum á gandaskúlanum. Søgan um Heimin Forna eri eg enn ikki li›ug at lesa, men hev›i eg havt summarfrí, so hev›i eg heldur ikki slept henni, og onkra nátt er klokkan blivin minst tvey, á›renn svøvnurin hevur tiki› ræ›i á søguni. Søgan er væl gjørd og ævint‡ rver›in heilstoypt og kann fult standa mát vi› a›rar slíkar søgur. Naka› ummæli skal eg ikki geva nú, men vil bara enn einafer› undirstrika, at ta› t‡ dningarmesta er at duga at siga eina gó›a søgu. Størri uppliving kanst tú ikki geva nøkrum enn at bera tey burtur í ein annan heim so væl, at tey eina løtu gloyma bæ›i tí› og sta› og allan gerandis- hurlivasan. Ein gó› søga, sum tú lesir ella hoyrir, er nógv meira enn filmur og a›rir visuellir mi›lar, tí tú gert tær tínar egnu sansaupplivingar, sum tí ver›a eftir í huga tínum langt, langt eftir at søgan er av. Tú hevur smakka eina a›ra ver›. Rakel Besta mentanaruppliving ár 2000: Mentanarhitti› ár 2000 Anfinnur í Skála, rithøvundurin aftanfyri ævint‡rabøkurnar úr Heiminum Forna (Foto Jens Chr Vang) Meinhard Jensen 2000 var eitt langt ár, rík- ari til film enn tónleik. Nógv var gott, og sumt einastandandi, men onki var so framúrskarandi, sum ta› hevur veri› onnur ár. Í 87 var eg á Duran Duran konsert. Hon var best, til eg í 93 sá U2. Í 96 var ta› Van Morrison, ári› eftir aftur U2. Fyrraári› hoyrdi eg Dylan í Forum og í fjør var ta› King’s X í Vega. Tey árini var líti› at ivast í, hvat var fremsta uppliving í sambandi vi› list og mentan, men í 2000 veit eg ikki. Teir gó›u bólkarnar í ár havi eg hoyrt fyrr, og allir vóru betri tá. Eg hoyrdi Seamus Heaney lesa yrk- ingar í Glyptotekinum í summar og sá saman vi› konu og vinum Andy Warhol málningar í Louisi- ana. Tann dagurin hev› i nógv fram um a›rar, men Warhol átti bara part í tí. Tí›liga í heyst gingu nógvir gó›ir filmar ni›ri, m. a. Dancer in the Dark og Wonder Boys, og teir vóru filmsupplivingar av teimum betru. Í septembur sá eg Godfather trilogiina. Eg hev›i gott ljó› og gó›- an fri›, so filmurin slapp at taka meg vi› sær. Ta › var absolutt besta video- filmsuppliving. Hvat er ein uppliving? Hon sansast inniliga í nú- inum, men gerst sí›ani eitt minni. Minni› hevur ikki sama bit sum upplivingin. Besta tónleikauppliving í 2000, tori eg at siga, var ein dagin tí›liga í summar í eini íbú› á Bispebjerg. Eg skuldi vaska upp og lænti mær ein discman aft- urvi›. Best of II hjá Dylan var n‡ ggj, og har var ein eyka fløga í vi› tveimum sangum á. Annar sangurin var Highlands, sum upp- runaliga er av Time out of Mind frá 1997. Lagi› er meira enn sekstan minuttir og ljó›ar kanska ikki nógv fyri ver›ini. Tá eg hev› i hoyrt sangin ofta, ofta, vaks søgan í huganum, og hesin túrurin, Dylan gong- ur gjøgnum tekstin og tón- leikin, gjørdist mera liv- andi hvørjafer›. Hann gongur úti á vegnum, fer inn á eina restaurant, tosar vi› servitrisuna og fer sí›- ani útaftur. Gongur gjøgn- um eina park, sær ung fólk í sprøklutum klæ›um, tosar vi› seg sjálvan. Í ni›- urløgunum sigur hann, at hjarta› er í hálendinum, og har fer hann einafer›. Men nú, nú er hann ein eyglei›- ari, gamal og troyttur, alt eru fjart, og honum leing- ist ni›an á hæddirnar. Eg stardi ni›ur í upp- vaski› og hoyrdi fyrstu fer› Dylan siga hesa søg- una í live-høpi. Ta› ber mær illa til at greina ta›. Søgan var nærverandi og vi›komandi, ljó›i› var feskt, og eg skilti aftur, hví mær dámar so væl Bob Dylan. Ta› er blues fyri hjarta›, men eisini meir enn ta›. Ta› eru rútmur til likami›. Men eisini ein søga til tann partin av okk- um, sum hoyrir søgur. Ein dámur av einum rúmi og tveimum fólkum, sum tosa. Ein ma›ur gongur úti og ynskir sær ein sí›an le›urfrakka. Og ta› eru súmbol, sum gerast størri vi› tí›ini. Eitt hartkóka› egg og servitrisan, sum er gerandislig og mystisk. Higlands er landslagi› úr gomlum skotskum kvæ›- um, men ta› er eisini and- aligu hæddirnar og landi› hinumegin. Og løtan fer og er farin, og tú misunnir tær sjálvum eina so fullkomna tónleik- auppliving. Hesar løtur skulu helst til, ikki bara fyri at koma gjøgnum upp- vaski›, men eisini fyri at fata lívi› betur og tulka vónina, sum stendur í tí›ini, men rættir seg inn í himmalin. Ta› ber ikki til at upp- liva aftureftir, men saman vi› anal‡ suni og minni- num ber til at venda aftur til listarverki› og fáa ta› at vaksa. Í 66 sang Dylan um the Sad-eyed Lady of the Lowlands. Um hesa kvinn- una, sum hev›i so nógv ting, men var so døpur. Nú syngur Dylan um hendan mannin, sum er so fremm- andur í b‡ num og bara leingist til the Highlands. Afturljó›i› frá 66 undir- strikast vi› ” I’ve got new eyes / Everything looks far away.” Servitrisan er kanska gentan frá 66, tí hann sigur, tá hon bi›ur seg tekna seg, ” I don’t do sketches from memory.” Men sjálvur er hann fremmandagjørdur frá henni. Hann sn‡ kir seg út á gøtuna, me›an servi- trisan fer út í køkin. Og eg vaski upp. ” The party is over / And there is less and less to say.” Meinhard Dylan í uppvaskinum Meinhard Jensen, rockhuga›ur gøtuma›ur