Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 238 - 9. desember 2000 23 22 Sosialurin Nr. 238 - 9. desember 2000 Lydia Didriksen Sí›ani eg kom í samband vi› t‡ska máli› – í real- skúlanum fyri nærum tríati árum sí›ani – havi eg havt serligan tokka til t‡ska skaldskapin. Í mínum hug- aheimi b‡r okkurt serstakt í hesum skaldskapi, sum ikki er at finna í ø›rum skaldskapi. Okkurt, sum tølir og dregur, og sum fær meg at undrast og tráa eftir størri innliti. Kanska botn- ar ta› í teimum ógvusligu mátsetningunum í t‡sku søguni og mannasálini. Í november var eg í lestrarørindum í Lubeck í T‡sklandi, og hoyrdi eg har bókina ”Der Vorleser” nevnda. Bókin var› nevnd í samband vi› holocoust. Og satt at siga, so hugsa›i eg, at ta› orka›i eg ikki at lesa um. Ein leygarmorgun stó› eg í gongugøtuni í Lubeck. Ta› var fyrst í november og langur leygardagur var. Fólk í túsundavís róku í gøtunum. Eg hev›i varnast eitt lít- i› litfagurt skelti uppi yvir einum handli, Pressezentr- um stó› á tí. Eg fór inn at forvitnast og fyri at sleppa undan fólkarúgvuni. Og bilsin gjørdist eg! Eg var komin inn í ein handil, sum seldi bøkur, fløgur, filmar og telduspøl. Ta › var ikki ein vanligur handil í okkara mátistokki, men ein handil á stødd vi› alt SMS. Tú kundi ganga inni har í tímar! Og har rendi eg meg aft- ur í hesa vælsigna›u bók. Eg las ta›, sum stó› aftan fyri á bókini, hugdi eftir prísinum og keypti hana. Tá i› eg kom heim til familjuna, sum eg bú›i hjá, vísti eg bókina fram. ”Á nei, ikki hasa bókin!” seg›i tann unga konan, sum eg bú›i hjá. Eg spurdi hana so, um hon hev›i lisi› bókina. Jú, hon hev›i lisi› hana, og hon var bæ›i ke›ilig og forargilig! Og hon var ikki sørt øst, tá i› hon seg›i hetta! Eg undr- a›ist, tí eg helt, at bókin ljó›a›i spennandi. Sama kvøldi› byrja›i eg at lesa bókina. Og um ta› ikki var ta›, at eg skuldi so tí›liga upp sunnumorgun- in, so hev›i eg ikki lagt bókina frá mær ta náttina, fyrrenn eg var li›ug at lesa hana. Bókin er um ein 15-ára gamlan drong, Michael Berg, sum av tilvild hittir eina konu, Honnu Schmitz. Hon er farin um tey tríati, men hóast ald- ursmunin gerst sambandi› teirra millum inniligt. Í loyndum hittast tey heima í íbú›ini hjá henni. Men brádliga ein dag er Hanna horvin. Michael sær hana aftur – nógv ár seinni – í einum rættarsali, har hon situr á ákærubonkinum, og hann fylgir vi› rættarmáli- num sum juralesandi. Hann skilir tá, at hon hev- ur dult eitt ræ›uligt loynd- armál fyri honum. Hon fær lívlanga fongsulsrevsing, men teirra samband endar ikki har… Bókin er skriva› í 1. persóni og er ótrúliga stringent í forminum. Hon er lítillátin, lágmælt og einføld, men ongantí› banal ella sentimental. Hon tekur teg inn í síni rúm, gloppar hur›ar og vísir tær loynikrókar og skot, men tú noy›ist sjálv at royna at fóta tær og finna vegin út aftur. Ta › eru ongar lættar loysnir á teimum moralsku og etisku spurningunum, sum hon setur tær! Rithøvundurin, Bernhard Schlink, sum hevur skriva › bókina, var føddur í Heid- elberg í 1944 og er sjálvur juristur. Bókin er t‡dd til 29 ym- isk mál og er vor›in ein metseljari um allan heim, og ta› er púra óvanligt fyri eina t‡ska bók. Hollywood hevur longu lagt seg á filmsrættindini, so helst gongur ikki drúgv tí›, á›r- enn bókin ver›ur at síggja sum filmur. Tú kanst klikka teg inn á www.diogenes.ch og lesa nærri um høvundan og bókina (har ber eisini til at keypa bókina, sum er gó›ar 200 bla›sí›ur, fyri DM 15,-). Og míni rá› eru: Les hana – tú gloymir hana ikki dagin eftir, at tú hevur lisi› hana! Lydia Besta mentanaruppliving ár 2000: Der Vorleser eftir Berhard Schlink Lydia Didriksen, lærari og rithøvundur Jónhe›in H. Tróndheim Ári› var ikki meira enn ein gótt sekund gamalt, tá eg og nøkur saman vi› mær, fingu ársins karm uppi í kirkjubøhaganum, har vit høvdu leita› okkum fyri at síggja f‡rverki›. Ta› sóu vit forrestin einki til vegna illve›ri›. Ta› er naka›, eg fari at minnast restina av lívinum. Fløgan hjá norska bólki- num a-ha Minor Earth Major Sky havi eg fest meg vi›, tí eg má siga, at hon var nogv betri enn eg nakrantí› hev›i tora› at í- mynda› mær. Ok, sjálv- andi eisini fløgan hjá U2, men ta› er líkasum naka›, eg eigi at halda, so ta› tel- ur ikki heilt vi›. Eg veit ikki, um ta› at stjala røtur telur vi› sum mentan, men ta› er i› hvussu er ein heilt serlig mentan, sum fullkomiliga er farin. Hesa gomlu tjó›s- vættamentan havi eg í hetta ár blást lív aftur í, i› hvussu er fyri meg og ein vinmann. Vit vóru farnir ein gong- utúr, eg og vinma›urin Janus Mohr framvi› Sand- ánni frá Havnadali og om- an í Sandáger›. Komnir hálvan veg oman rendu vit okkum í eitt rótakál, sum lá so pent har og lokka›i. Gomul minnir og smakk- urin kom aftur í munnin, og eg orka›i ikki at standa ímóti, mátti synda. Vin- ma›urin bar seg undan, tí hann var ikki so vælbe- vandra›ur í ránsmentanini, so hann var standandi á hinum áarbakkanum, me›- an eg fór sníkjandi inn í rótakáli› at stjala. Eg valdi mær eina lítla men vakra rót, sum eg minnist plagdu at smakka sera væl. Rótin var› flust og etin, og tást- ani mintist eg, hví vit plagdu at stjala røtur. Stol- in frukt smakkar heilt ein- falt best. Me›an eg 34 ára gamal og vinma›urin Janus 62 ára gamal standa og gumla hesa stolnu frukt, síggja vit, at eigarin hyggur eftir okkum. Hann hevur iva- leyst rist á høvdinum eftir míni ússaligu ránsfer›, men kortini bleiv hetta árs- ing upplivilsi. Ok, so má eg eisini siga, at ta› frøddi meg óenda- liga nógv, at Ingálvur á Reyni at enda fekk ein ev- arska lítlan part av tí vir›- ing, sum hann hevur uppi- bori›. So sanniliga bleiv hetta eitt gott ár. Jónhe›in Rótin í mentanini ella mentanin í rótini Jónhe›in H. Tróndheim, teknikari millum tónar, teldur, røtur og bilar Jógvan Arge Nú veit eg ikki, hvat tú meinar vi›, tá tú sigur mentan. Men He›in Mort- ensen plagar at siga, at ítróttur er eisini mentan, so eg royni meg vi› eini uppliving á tí økinum. Tvær fer›ir havi eg veri› til steypafinalur í Íslandi. Fyrru fer› í 1998, tá Leift- ur á Ólafsfir›i spældi móti ÍBV úr Vestmannaoyggju- num. Seinnu fer› í septem- ber 2000, tá ÍA av Akran- esi spældi móti sama ÍBV. Bá›ir dystirnir fóru fram í miklum rómi á Laugar- dalsvøllinum í Reykjavík. Fóru mannsterk avsta› í 1998. Vóru ikki meir enn komin inn á sjómansheim- i› Ørkina, tá systkinabarn- i› hjá mammu, Kollbein Ólafsson, stó› í durinum. Hann er úr Oyggjunum og var eins og vit komin til Reykjavíkar til steypafin- alu. Vit vóru í hvør sínum parti, men avrátt var›, at vit skuldu hittast til morg- unmatar sunnumorgunin, á›renn fari› var› til dyst. Hetta fekst í lag, og vit høvdu eina hugnaliga løta inni hjá trímenninginum Kollbrún í Bergsta›ar- stræti. Í ár fór eg einsamallur til steypafinalu. Ringdi leyg- arkvøld til Kollbrún og spurdi, um pápin var kom- in. Jú, hann var til dystin fús. Eg seg›i bara frá, at klokkan 10.30 morgunin eftir kom eg til finalu- morgunmat eins og sein- ast. Hetta var væl móttiki›. Klokkan 10 var versonur Kollbein eftir mær, og í Bergsta›arstræti tóku vit práti› upp aftur har, sum vit sleptu fyri tveimum árum sí›ani. Jú, Kollbein ætla›i sær til dystin. Hetta var heimali› hansara og sonur hansara var li›lei›ari hjá ÍBV, so her mátti stu›last. Dóttirin fór kanska til dystin. Versonurin fór ikki, tí ÍBV tapti altí›, tá hann var á vøllinum, og Mary, kona Kollbein, fór heldur í kirkju. Hon toldi ikki hesar dystirnar. Ta› stó› ov nógv á sær. ÍBV vann í 1998, men í 2000 vann Akranes. Akur- nesingar bu›u mær eftir dystin inn undir ásko›ara- plássini at bí›a. Tá kemur ein lágvaksin, ljóshærdur, n‡brúsa›ur ma›ur yvir at heilsa. Jú, hetta er trí- menningurin Valger›ur, li›lei›arin hjá ÍBV. Hann hev›i, av gó›um grundum, ikki havt stundir at koma til morgunmatin í morgun. Men til lukku vi› sigrinum, seg›i hann. Spell, at vit ikki vunnu. Ta› ver›ur kanska betur eina a›ra fer›. So skunda›i hann sær út í bussin hjá ÍBV, sum skuldi koyra teir til Tór- lákshafnar, me›an vit fóru í bussin hjá ÍA, sum á veg til stóra móttøku á torgi- num á Akranesi ste›ga›i vi› eina ølstovu í Mos- fellsbæ. Har byrja›i balli›, nú ársins dí›sti dystur var frá hondini vi› gó›um úrsliti. Jógvan Besta mentanaruppliving ár 2000: Morgunmatur og steypafinalur Jógvan Arge, útvarpsma›ur og ítróttahuga›ur rithøvundur Elin Heinesen Besta fløgan í ár var eftir mínum tykki júst tann, sum MTV-síggjararnir kár- a›u sum ta bestu - og væl uppibori› eisini! - Mad- onnu'sa n‡ggjasta fløga "Music". Aftur einafer› hevur Madonna megna› at gera eina fløgu vi› lokk- andi, insiterandi tónleiki, sum sníkir seg inn í oyra- geingirnar og ví›ari inn í rútmusentri›, so tú ikki kanst anna› enn geva teg yvir og dansa vi›. Hetta er hennara besta fløga til dato! Madonna megnar enn at seta dagsordan og vera 'cutting edge state of the art' - ikki bara hvat vi›- víkur tónleiki, men hevur henda dáman avgjørt, at nú skulu cowboyhattar og - klæ›i og western-dansur vera hipt, jamen, so ER ta› ta›. Ta› setur eingin spurnartekin vi›! Ta›, sum Madonna sigur er lóg, í hvussu er tá ta› sn‡r seg um ta›, i› er smart. Tí- betur havi eg heldur einki ímóti, at júst ein sum hon er framgangskvinna. Vit bá›ar eru javngamlar og eg havi fylgt hennara undrunarverda virksemi í mong harrans ár. Madonna leggur eina æru í at vera, sum hon sjálv sigur, ein 'bitch'! Hon er sterk og letur seg ikki knúlva av nøkrum. Hon hevur allatí›ina megna› at fer›ast á markinum, for- n‡ggja sítt úttrykk og sín tónleik, solei›is at hann fellir væl í tí›arinnar oyru - eisini hjá teimum heilt ungu. Hóast hon er komin upp í ein aldur, har flest onnur setast aftur og ikki tíma longur at vera kreat- ivir pionerar, tí tey kenna seg ov gomul, so koyrir hon á – meira avhildin enn nakrantí›. Ta› má man taka (cowboy)hattin av fyri! Eg havi júst noti› at uppliva› hennara seinastu livekonsert í London inni á http://www.msn.dk/madon na.asp - fari› inn og fái› sjón fyri søgn. Elin Madonna var best Elin Heinesen webredaktørur og útlagin føroyingur - her innangar›s He›in Arge Mín besta mentunarliga uppliving í ár, var í Valby høllini í Kongens Kjøben- havn. Har stó› hann so, tann ultimativi buksi- knapp-charmørurin; Sex- bumban Tom Jones úr Wales. Hálvt ár framman- undan, hev›i seinasta verk hansara sæ› dagsins ljós á ógvusliga boblandi bretska plátumarkna›inum. Bilsin gjørdist eg, tí hvussu kann ein 59 ára gamal croonari, sláa eitt sovor›i plettskot hjá unga bretanum? "Re- load" var millum mest seljandi fløgurnar í fleiri mána›ir. Ta› er annars ein spurningur, sum er lættur at svara: Tom Jones hevur naka›, sum eingin annar hevur havt sí›ani Elvis. Hann hevur rødd, karisma, útstráling og so hitt, man ikki kann seta or› á. Eing- in Robbie Williams, Mick Hucknall, James Dean Bradfield ella Lenny Krav- itz kemur uppá knø›ini á honum. Og gloym ikki hvussu gamal hann er. Inni í Valby-høllini runnu mínir tankar aftur til 1994 í Berl- in, har Tom var vertur fyri MTV European Music Awards, tá i› hann fram- førdi sín tá spildurn‡ggja sang, "If I Only Knew" og fekk allan tann europeiska ungdómin at swinga aft- urvi›. Aldurin á okkum 3500 fjepparum, var frá 15 og líka upp til 65. Ikki eitt bein stó› stilt og ikki eitt eyga var turt, tá núlivandi "Kongurin" bor›reiddi vi› Delilah, Green Green Grass Of Home, She's A Lady, Kiss og allar teir n‡ggju. Skemtiligt var at síggja eldra ættarli›i› dansa uppí á stólunum. Øgiliga røddin náddi sum einki heilt aftur til aftastu stólarnar. Tey obligatorisku pløggini vóru skift út, eftir ynski frá manninum sjálv- um, vi› rey›um rósum. Og sum eitt kavarok, komu tær flúgvandi sum uppá komando. Tom prógva›i at hann framvegis hevur klassa. Hann er í flokki fyri seg. Eitt eindømi. Eg hev›i eina mentunar- liga uppliving fyri lívi› í Valby-høllini í apríl mán- a›a í ár. Thank You Mr. Jones. He›in Tom Jones í Valby-høllini He›in Arge, bókhaldari millum ravnar og bilar. Nú eisini uppælari.