Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 238 - 9. desember 2000 21 gult cyan magenta svart 20 Sosialurin Nr. 238 - 9. desember 2000 Birgir Kruse - Sólrun, hvat er títt dagliga yrki? Eg eri fyrisitingarlei›ari á eini heilsølu í Havn. ...men tó so, tú hevur eisini skriva›? Ja. Eg byrja›i seint at skriva, men seinastu sjey- átta árini havi eg skriva nógv. - Hvussu nógvar bøkur hevur tú skriva› higartil? Eg havi skriva› tríggjar bøkur. Hin fyrsta Argja- frensar kom út í 1994. Hetta er ein bók um barna- ár míni á Argjum, sum tá var ein lítil bygd. Sum barn hev›i eg líti› og einki vi› stórb‡in Havnina at gera. Vit spældu í fjøru, bøi og haga, og vit kundu eisini spæla á vegnum, tí har var so gott sum eingin fer›sla. Bussóli kom einar tvær fer›ir um dagin. So bardust vit um at hanga afturúr so langt vit orka›u at renna. Annars var bara skipasmi›jubilurin, og so onkur, sum viltist út hagar. Tann næsta bókin Úti- løgukattar tekur vi›, har hin fyrra endar. Hon er meira ein ungdómsbók, sum vi›ger evni at flyta úr bygdasliga, trygga um- hvørvinum í b‡in, har alt er eitt sindur ø›rvísi. Tri›ja bókin Hin útvaldi er reint hugflog. Hetta er ein ævint‡rkend søga fyri størri børn. - Er nøkur n‡ggj bók í umbúna›? Ja. Eg eri vi› at leggja seinastu hond á framhald av Hin útvaldi. - Hvør var fyrsti tekstur, tú minnist teg hava skriva›? Beiggi mín og eg plagdu at skriva trølla- og spøkils- issøgur. So skuldi pápi gera av, hvør teirra var meira óhugnalig, men hann dømdi altí› so, at bá›ar vóru gó›ar hvør á sín hátt, so vit vóru ongan- tí› heilt nøgd vi› dómin. Annars minnist eg, at fyrsti tekstur, eg skriva›i av álvara, var í fyrsta mill- um, tá lærari okkara ba› okkum skriva eina yrking. Vit vóru ellivu-tólv ára gomul. Hann seg›i, at øll dugdu at yrkja, løgdu tey í. Vit sveitta›u og bitu í bl‡- antin. So savna›i hann úrs- litini inn og settist at lesa. Hann risti vi› høvdinum og smíltist, men so reistist hann og seg›i –Her er ein gó›, og so las hann mína upp. Nú summarsólin skínur og l‡ggjur vindur kínur mær um kinnar rey›, nú vaksa vakrar blómur og fagur fuglaljómur nú ljó›ar um hvønn heyg. Hini í flokkinum mundu skrædna, sum tey flentu, men eg ynskti meg undir gólvi›. - Hevur tú nakrantí› seinni roynt teg vi› yrkingum, skaldskapi í bundnum máli? Ja. Eitt sindur. Onkur yrking hevur sta›i› í ein- umhvørjum tí›arriti. Eisini sendi eg inn til kappingina um ólavsøkukantatu fyrr í ár. Annars havi eg skriva › nógvar barnayrkingar. - Kanst tú grei›a frá hvat ta› var, sum fekk teg at skriva og heldur teg til pennin enn tann dag ídag? Nei. Eg kann ikki rætti- liga finna út av, hví eg ikki byrja›i at skriva fyrr enn nú á gamalsaldrinum. Kanska havi eg haft ov nógv um oyrini. Nú havi eg eitt sindur betri tí›, og so er trongdin at skriva helst komin út millum rivj- abeinini. Ta› kom heldur óvart á meg. Eg skriva›i tær fyrstu smásøgurnar, sum enda›u sum Argja- frensar, til stuttleika, men ta› var sum at seta hol á eitt ella anna›. Eg fekk ikki afturhald. Eg eri heilt vís í, at eg ikki gevist at skriva, so leingi eg havi lív og heilsuna. - Tú ert kvinna og nógv tær flestu skaldsøgur, sum út eru komnar á føroyskum í langa tí› eru skriva›ar av kvinnum. Hví man ta› vera? Nakra forkláring? Nei. Ta› fari eg ikki at gera meg klóka uppá. Men kanska eru menninir so fittir, at teir siga sum so, at nú hava teir átt pallin so leingi, at teir vilja geva okkum ein møguleika at innheinta teir, á›renn teir byrja aftur. Hvør veit? - Tú hevur veri› á skriviskei›, bæ›i herheima og í Danmark. Ta› at skriva, er ta› naka› ein kann læra? Nei. Tú kanst ikki læra at skriva eina spennandi søgu , hevur tú ikki evnini at siga søguna. Tú kanst læra nógv um teknik, og hvussu tú skalt bera teg at í ymiskum føri, solei›is at søgan kemur í betri rammu. Tú lærir alla tí›ina okkurt, sum tú kannst taka til tín. Ta›, sum eg haldi hevur størri t‡dning, er at vera saman vi› ø›rum vi› somu áhugamálum. Ta› er ótrúliga gevandi at kunna útveksla tekstir í einum forum, har fólk hava skil fyri slíkum. Ta›, ikki at vera bangin fyri at leggja ta›, tú hevur arbeitt vi›, fram til kritikk. Tú lærir ikki bara av tí, i› ver›ur sagt um títt egna, men sanniliga eisini av tí, i› ver›ur sagt um arbei›i› hjá hinum. Ta› er ofta einsamalt at sita og skriva. Tú starir teg blinda og kemur ikki longur. Eg havi veri› á fleiri há- skúlum í Danmark á styttri skriviskei›um. Ta› sein- asta var á Askov Folkehøj- skole næstseinasta vetur. Har var eg í sjey vikur. Styrkin vi› at vera á sta›- num so leingi er, at tær ikki n‡tist at hugsa um anna›. Tú kannst d‡pa teg í tí at skriva. Ganga í ø›r- um tonkum í fleiri vikur. Herligt. Har fekk eg hug- skoti› til seinastu bókina. Lærarin gav okkum nakrar myndir, har vit skuldu velja eina og so skriva eina søgu. Nú í heyst havi eg veri› á einum skriviskei›i á Før- oya Fólkaháskúla. Skei›i› vardi eisini sjey vikur, tvey kvøld um vikuna. Hetta var eisini eitt óført tiltak. Vit kundu hugsa› okkum at hildi› fram allan vetur.Ta› er gott at síggja onnur sum skriva og læra tey at kenna. Eisini ver›ur Spírin ver›ur lagdur í barnaárunum SAMRØ‹A. - Tá tú skrivar, ver›ur tú meira opin fyri øllum, sigur Sólrun Michelsen. Tú sært og hoyrir og leggur tær í geyma á ein annan hátt enn á›ur. Tú fært inspiratión av øllum uttanum teg. Einki er so spennandi sum veruliga lívi › Jens Kristian Vang tú bend á gó›ar bókmentir, i› minna um ta›, tú skrivar, og rithøvundar, tú ikki kennir so væl. Ta› einasta ringa vi› hesum skei›num var, at tá eg endiliga kom heim um ellivutí›ina, var høvdi› fult av hugskotum, og eg hev›i bara hug at skriva. Men tá eg skrivi, hvørvur tí›in, og tá ein nú skal upp aftur klokkan sjey til ein strævnan arbei›sdag.. - Skuldu vit kanska havt ein meiri ella minni fastan skriviverksta› ella skrivi- skúla herheima? Ja. Ta› meini eg so av- gjørt. Ta› hev›i gjørt ta› at skriva meira vanligt og sjónligt. Tá høvdu fleiri ung helst eisini komi vi›. - Tá tú skrivar, hvussu er framfer›arhátturin? Hvat gert tú fyrst og so næst o. s. fr. ella kemur alt til tín beinanvegin og tú skrivar bara...? Skapar tú persón- arnar og sært teir fyri tær ella hvussu? Er ta› ein yrking, kemur hon, tá eg eri í tí lagnum. Bøkurnar skrivi eg úr enda í annan, so at eg havi bein- agrindina fyrst. Sí›an byrji eg at gera persónarnar meira livandi og geri søg- una meira heilskapa›a. Stuttsøgur ver›a oftast settar í gongd av einum or›i ella setningi, eg hoyri. So mala tær í høvdinum eina tí›, til tær koma ni›ur á pappíri›, ella inn á skermin, skuldi eg heldur sagt. - Er nakar serligur stíl- ur, naka› serligt rák, ella huglag, sum tú leggur teg eftir, tá tú skapar eitt "univers" í tínum søgum? Nei. Ta› kann eg ikki siga. Eg eri so n‡ggj í hes- um høpi, at ta› rekur úr øllum ættum. - Hava myndir og tekn- ingar t‡dning; krevja tekst- irnir at halla seg afturat illustratiónum? Nei. Ta› haldi eg ikki. Í hvussu so er ikki fyri skrivingina, men kanska fyri lesaran. Eg havi allar myndirnar inni í høvdi- num, og ta› kann sjálvandi gerast ein trupulleiki, tá onkur skal tekna til ta›, eg havi skriva›. Eg minnist fyrstu fer›, eg sá myndir- nar til eina stuttsøgu, eg hev›i skriva›. Tá fekk eg ein skelk. Eg hev›i als ikki ímynda› mær, at eg longu hev›i gjørt mær so fastar myndir av øllum. - Tá tú skrivar skaldskap - fiktivar tekstir - tekur tú tá inspiratión í veruliga lívinum og kanska barna- minnum? Eg byrja›i vi› at skriva út frá mínum egnu barna- minnum. Ta› er helst ikki so óvanligt, men spakuliga skrivar tú teg burtur úr tí, og nú taki eg ofta bara eitt sindur av onkrum veru- ligum, og so er restin fik- tiv. Tá tú skrivar, ver›ur tú meira opin fyri øllum. Tú sært og hoyrir og leggur tær í geyma á ein annan hátt enn á›ur. Tú fært in- spiratión av øllum uttanum teg. Einki er so spennandi sum veruliga lívi›. Serliga tá tú ikki ert bundin, men kann fer›ast, sum tær lyst- ir í hugaheiminum. Ofta støkki eg upp, tá eg eri um at sovna, tá eitt gott hug- skot kemur framvi› og má skrivast ni›ur. - Hevur tú nakrantí› hugsa um hvørt man gong- ur ov nær ella okkort so- vori›? At onkur kan blíva "hongdur út"? Og um so er, hvussu kann ein so- vor›in trupulleiki loysast í einum lítlum samfelag sum okkara? Ella er ta› eingin trupulleiki? Ja. Ta› slepst ikki und- an, tá tú b‡rt í einum so lítlum samfelag. Eg havi mangan i›ra meg um, at eg ikki slapp at skriva ta›, eg vildi. Alt má ansast eftir. Og ert tú erligur og sigur alt, sum ta› er, so gert tú ø›rum óná›ir. So kann vera, at tú fært vi›ur- kenning fyri ta›, men hon kann eisini keypast ov d‡rt. Eg veit ikki. Ta› má vera upp til hvønn einstak- an, hvussu fram skal far- ast. Eg haldi ikki, at har er nøkur løtt loysn. Ta› kann eisini gerast ein avbjó›ing at koma tætt uppá uttan tó at raka. - Fró›skaparsetri› hevur í ár l‡st vi› kapping um hvørjar bøkur vóru í tykk- ara heimi. Altso í barnaár- unum. Hvørjar bøkur minnist tú frá barnaáru- num? Pápi átti nógvar bøkur. Ta› var hansara stóri á- hugi. Eg minnist bøkurnar hjá William Heinesen, sum eg las, tá eg var tíggju. Eg helt tær vera so tungar og ke›iligar, men eg las alt. Hetta gjørdi, at eg ikki las William aftur, fyrr enn eg var farin væl um tey tríati, men tá dámdi mær betur. Pápi keypti alt, sum kom út á føroyskum, umframt anna›. He›in Brú hev›i eg serligan tokka til. Men mest spennandi bókin stó› á ovastu hyll. Har kluvu eg og beiggi mín upp, tá eingin var inni. Bókin var skriva› av einum yvir- lækna og hev›i heiti›: »Det fuldkomne ægte- skab«. Har vóru tekningar av monnum og kvinnum og fráfrei›ingar um, hvussu ymisk tey vóru. Tá hildu vit, at hetta var óføra frekt og spennandi. Vit stava›u okkum fram til tey ymisku heitini á latíni og gingu so og søgdu hesi or›ini hart, til mamma fekk ste›ga okkum. Eg kom fram á hesa bókini nú ein dagin, og tá mátti eg flenna. Jú ver›in er nógv broytt sí›an fimmtiárini. - Er ta› umrá›andi, at børn vaksa upp í bókment- unarliga ríkum umhvørvi? Hvat heldur tú? Ja. Ta› haldi eg avgjørt. Spírin til alt ver›ur lagdur í barnaárunum. Heima sat pápi altí› vi› eini bók, tá hann kom heim úr arbei›i. Ofta las hann kvæ›abøkur, og tá hann kom til okkurt spennandi, kva› hann nøk- ur ørindi hart og seg›i okkum søguna um Brúsa- jøkil og anna› gott. Eisini minnist eg sum naka› serligt, tá hann kom heim vi› Glugganum. Mamma las, tá hon hev›i onkra lítla løtu, har hon kundi taka sær av løttum. Vit vóru fimm systkin, og ta› mundi vera sjáldan, at ikki øll høvdu eina bók liggjandi, vit lósu í. Um- framt bøkurnar hjá pápa, var› bókasavni› nógv n‡tt. - Næsta ár er Listahátí› Føroya fyri fyrstu fer›. Hvat hev›i tú hugsa› tær at sæ› ella á ein hvønn hátt uppliva›? Har haldi eg, at eg fari ikki at ynskja mær naka›, men bara gle›a meg og bí›a sum á jólum, har tú ikki mást vita, hvat er í pakkanum. - Gle›ilig jól og takk fyri práti›! Sólrun Michelsen (f. 1948) úr Havn, men upp- vaksin á Argjum. – Seg›i eg, at eg var argjafólk, søgdu tey RØTTU argja- fólkini, at ta› var eg í hvussu so er ikki, sigur hon í Rithøvundabókini, sum nú kann lesast á heimasí›uni hjá Bóka- søluni www.bokasolan.- fo. Eftir loki› realprógv arbeiddi Sólrun á Tele- grafstø›ini, giftist í 1966 og fekk ein son og var heimagangandi í tr‡ ár. Arbeiddi sí›an á Elek- tron, til hon fekk næsta barni› í 1973. Tvey ár seinni fekk Sólrun tri›ja og seinasta barni›. Ári› fyri høvdu hon og ma›- urin Poul sett heilsølu á stovn. Har hevur Sólrun arbeitt sí›ani, tey sein- astu mongu árini sum fyrisitingarlei›ari. Í Rit- høvundabókini leggur hon afturat: - Eg eri sjálvlærd, og hvørja fer› eg rendi nøsina ímóti, tók eg ein vetur á Føroya Handilsskúla. Sí›ani hevur hon eisini veri› á fleiri skriviskei›um. Sí›- ani 1994 eru tríggjar bøkur hjá Sólrun komnar á forlagnum Bókadeild Føroya Lærarafelags: ”Argjafrensar” (1994), ”Útiløgukattar” (1996) og ”Hin útvaldi” í 1999. Sólrun hevur eisini skriva› til Mína Jólabók, sum vi› fimti árum á baki kemur fyrsta dagin. - Eg skriva›i tær fyrstu smásøgurnar, sum enda›u sum Argjafrensar, til stuttleika, men ta› var sum at seta hol á eitt ella anna›. Eg fekk ikki afturhald Myndir: Jens Kristian Vang