Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 238 - 9. desember 2000 19 gult cyan magenta svart 18 Sosialurin Nr. 238 - 9. desember 2000 Helga Hjörvar Millum ta› besta eg havi uppliva› á føroyska ment- unarpallinum í ár, havi eg hug at nevna eina rø› av upplivingum. Frumframførslan hjá ís- lendska symfoniorkestri- num av fyrstu føroysku symfoniini hjá Sunleifi Rasmussen í Nor›urlanda- húsinum. Hetta var ein stórfingin hending, sum ta› var sera spennandi at fáa loyvi til at uppliva. Av einstøkum sjónleika- raavrikum kunnu leiklutir- nir hjá Katarinu Nolsøe í s‡ningini hjá Grímu "Mo- der syvstjerne" á Meiarí- num ver›a nevndir. Hon hevur bæ›i leiklutirnar sum Antonia og læknafrú- an Helga Aho. Hetta var ein fjølbroytt l‡sing av tveimum sera ymiskum kvinnum, og Katarina hev- ur eina serliga útstráling á pallinum. Og so ein leiklutur í ein- um filmi, nevniliga Ingvar Sigur›sson í leiklutinum sum Páll í filminum "Al- heimsins einglar", sum var› s‡ndur í filmklubba- num í Nor›urlandahúsi- num. Ingvar hevur nú fingi› ásko›aravir›isløn- ina sum besti europeiski filmsleikari í ár. Sum sjón- leikari er Ingvar sera nær- verandi, og hóast Páll hev- ur stóra megi í tulking hansara, so vísir hann av einslistum ein vi›breknan persón. Framførslan hjá Havnar- kórinum í Gøtu kirkju av jólaoratorinum hjá Bach var gó›. Kóri› syngur sera væl vi› Jóni Stefánssyni sum lei›ara, og ta› var naka› heilt serstakt at hoyra hetta listaverk fram- ført í so vøkrum um- hvørvi. Og so Summartónakon- sertin í Listaskálanum vi› Blásarakvintet Reykja- víkur, har verki› Rapp hjá Atla Heimi Sveinssyni var› frumframført. Tá i› kunna› var› um hetta verki› í sambandi vi› at Bergen er menntanab‡ur ár 2000, var› dentur lagd- ur á, at frumframførslan hev›i veri› í Tórshavn. Eitt skemtiligt verk, sum tónleikararnir høvdu mikla fragd í at framføra. Henda spæligle›i er naka›, i› mangan vantar tá i› tón- leikur ver›ur framførdur. Og at enda vil eg nevna framførsluna hjá Michael Wiehe og teimum føroysku tónleikarunum herfyri. Hugtakandi tónleikur vi› broddi í. Helga Ta› besta í 2000 Helga Hjörvar, stjóri í Nor›urlandahúsinum Høgni Djurhuus Hóast eg plagi at skriva "ateistur", tá eg svari spurnarblø›um ella skrivi í gestabøkur, fari eg altí› í kirkju, tá eg eri í ø›rum londum. Helst, tá eg eri í londum, har sum guds- tænasturnar eru ikki so ke›iligar sum í okkara kirkjum. Har sum gle›i er í gle›ibo›skapinum. Har sum lívi› fyri dey ›- an eisini er til. Í summar var eg á As- oroyggjunum. Og eg helt tann gó›a fer›asi›in. Fór í kirkju. Ikki bara, tá messa var. Men eisini fyri at seta meg eina løtu. Hvønn dag, vi›hvørt tvær fer›ir um dagin. Tí í kirkjunum á Asoroyggju- num, teimum sum eg var í, var allan dagin kirkju- sangur úr hátalarum, fløga ella band, ta› veit eg ikki. Men júst so hart frá, at hann hoyrdist, uttan tó at órógva hini, sum vóru har í ø›rum ør- indum. Ta› var líka gott fyri sálina sum at sita á verts- húsi at fara inn í hesa dularfullu hálvask‡ming og ráligu luft, sum eru í aldargomlum, stórum rúmum, sum eingir ovnar eru í. Seti meg beint und- ir ein hátalara, lati aftur eyguni og lurti - lurti eft- ir hesum tølandi, drag- andi sanginum. Hug- vekjandi monotonur. Løtu seinni eri eg í mi›- øldini. Durvi kanska og droymi. Ein fullkomin fri›ur mitt í b‡num vi› sínum bilum og motor- súkklum. Tá eg komi aftur, og lati upp eyguni í august 2000, stendur hon har eitt sindur innari og bi›ur, haldi eg. Kola- svart sítt hár og kritahvít- ar, sera trongar buksur. Guds fullkomna skapan- arverk. Ein eingil? Nei, hon hevur ongar veingir. Eg fari út, fram vi› gomlu, svørtu konuni, sum biddar á kirkjutrapp- uni, út í ná›ileysa sólar- ljósi›, á vertshús og bi›i um ein Absint, hendan eitra›a ljósagrøna løgin, sum Baudelaire og teir drukku, tá teir drukku seg í hel. Oyruni og eyg- uni full av undrinum í kirkjuni. Mentan - ja, eitt slag. Høgni Turi› Debes Hentze "Festen" hjá Søren Vinter- berg haldi eg man vera tann filmur sum best hevur fest seg. Eg sá hann í SvF fyrr í ár. Hesin filmur var fanta- stiskur. Drama fram um alt. Júst sum eg lena›i meg aft- urá í sofuni aftaná spenn- andi løtuna, tá sonurin und- ir bor›haldinum hev›i á- kært pápan fyri si›amis- bort, og veitslufólki› royndi at gloyma og skava útyvir vi› tosi um skjald- bøkusúpan og sós, var eg aftur tikin á bóli. Tí tá son- urin reisti seg a›ru fer›, var eg mentalt fyrireika› til, at nú fór sonurin at bera í bøt- uflaka - og hann gjørdi júst ta› øvugta. Drama má sig- ast. Og sonurin reisti seg tri›ju fer›. Drama uttan líka á henda hátt at ver›a á- lopin, tá tú minst væntar ta› - vi› paradunum ni›ri. Og so vi› einum so vi›- komandi evni sum si›amis- broti. Filmurin var eisini skemtiligur og samstundis álvarsamur og seg›i ikki so líti› um okkum menniskju, okkara lívslygnir og mask- ur og royndir at halda okk- um flótandi omaná, summi hægri í vatninum enn onn- ur. Dramatisk realisma. Mær dámar best filmar sum minna um dagligdag- in. Turi› Í kirkju á Asoroyggjum Besta mentanarupplivingin ár 2000: Filmurin »Festen« Turi› D. Hentze advokatur og forma›ur í Javnstø›isnevndini Høgni Djurhuus, útvarpsma›ur og útlagin kirkjugangari Tórbjørn Jacobsen Ørkymlandi stø›a, at skula velja og vraka burturúr eini stórari rúgvu av ment- unarupplivingum. Og so er ta› tann veruleiki, at kanska gekst betri at røkja littereru & musikalsku akkumulatorarnar, tá i› tú sjálvur ráddi yvir frívaktu- num, enn nú, tá i› tú fer fram inni á Glyvrum í l‡s- ingini, og sjáldan er aftur vi› hús fyrenn um mi›- náttarleiti›. Onkursvegna rennur meiri út enn ta› rennur inn í høvdi›. Kanska tí at ein ikki enn hevur vant seg vi› hetta landkrabbalívi›, hari› fleiri atlit skula takast enn man er vanur vi›. Hetta seinasta nosi›, hari› ein fluga í denn grad gjørdist ein uppreklamera›ur fílur, vóru kanska abstinensir frá mínum gamla og komandi arbei›slívi. Men um ikki anna› kom burturúr tí, so fingu vit ígjøgnum útvarp- i› sta›fest illtankan um, at Fólkaflokkurin politiskt og hugsjónarliga er ímóti at hátí›arhalda einasta dagin, sum arbei›arafjøldin, einsamøll, eigur í árinum, og eisini, at hann er ímóti at avtaka danska Grund- lógardagin sum frídag í føroyskum skúlum. Ná, men máli› er nú reist. Og ta› kunna bara ver›a batar, i› liggja í havsbrúnni. Besta bókin? Ja, ta› valdast bøkur. Kom fyri stuttum framá eina skald- søgu ni›ri í gamla bók- handli. ”Cuba Libre” hjá franska rithøvundinum Reginé Deforges. Ein av teimum stóru í okkara tí›. Ein fín l‡sing av cubansku kollveltingini. Kann bara mæla øllum til at lesa hana. Á søguliga ella rætt- ari si›søguliga økinum eri eg ómetaliga imponera›ur av bókini ”Hin føroyski ró›rarbáturin” hjá Andrasi Mortensen. Makan til væl- averk skal man leita leingi eftir. Prógvar, at í yngra skaranum av skrivandi fólki liggur eitt øgiligt pot- entiali, sum farast skal væl um. Harmist um at eg ikki var heima tá i› hon var› almannakunngjørd. Fekk hana sendandi frá høvund- inum, og ta› eri eg sera takksamur fyri. Besta fløgan? Hetta er kanska torførasti spurning- urin. Ov nógv at velja í- millum. Men, sum tú veist, so dámar mær serliga væl Bubba Morthens. Fekk hesa uppsamlingina frá honum, ”Søgur 1990 – 2000”, tá i› vit hittust í Reykjavík í heyst, og tá i› hetta er hæddin í hansara tónleikaskei›i, velji eg hesa, ímillum fleiri, sum liggja tætt undir bor›i. Besti filmur? Havi líti› skil á hesum økinum. Durvi pr. definitión tá i› einir 5 minuttir eru farnir av einum filmi. Veit ikki hví. Hetta má bara ver›a eitt gamalt skot. Ein eldri filmur frá Vietnam krígn- um ”The dear hunter” dámdi mær somiki› væl, at eg hugdi at honum fleiri fer›ir. Høvdu hann á bandi umbor›. Sjáldan er sálar- ligi terrorin mótvegis tí einstaka, í bá›um pørtum, í einum kríggi, so væl l‡stur sum her. Myndin av hesum amerikanska ung- linginum, vassa›ur út í narkohelviti, hari› hann situr og spælir russiska roulet fyri fíggjarliga at halda rúsinum gangandi inn í ævinleikan, er ein so sterk mynd, at hon fer ikki úr høvdinum aftur í bræ›i. Og so var hetta bara eitt ideologiskt strí›, hari› dey›ans keypmenn vóru teir einastu i› fingu naka› burturúr. Kanska var ta› ”eisini” ætlanin? Besti sjónleikur? Krypi- lin úr Inishman. Eitt væla- verk av Grímu. Gav stórar vónir um eina bjarta fram- tí› í føroyskum sjónleika- lívi. Nú gle›i eg meg bara til at síggja frumframførsl- una av hesum n‡ggja sjón- leikinum hjá Jóanesi Niel- sen einafer› í vár. Her eru vit veruliga á einum vegamóti. Ta› blí›kar fyri huga›um monnum og kvinnum má sigast. Besta frams‡ning? Ólav- svøkuframs‡ningin. Besta tiltak? Ta› er ó- metaliga ilt at siga. Ta › kundu veri› so nógv. Men eg haldi vi› Dimmalætting tá i› teir siga, at hetta Bjørn Afzelius kvøldi› í Nor›urlandahúsinum var til UG. Ikki tí at vit bá›ir høvdu eina lítla rollu í til- takinum, men tí at tónleik- urin var í topp. Og atmos- feran vi›. Eitt anna› tiltak, sum eg var ikki sørt hug- tikin av, var eitt konsert- kvøld í losjuni í Gøtu, har- i› Ivory spældu saman vi› hesum fantastiska saxofon- istinum, sum vitja›i oyggj- arnar í summar. Húsi› er líti›, men onkursvegna gerst ta› púra elektriskt, tá i› stórir listamenn fylla ta› vi› sínum gávum. Tú minnist kanska tá i› Bjørn Eidsvaag fyri nøkrum ár- um sí›ani hev›i eina kon- sert har. Gu› hann ná›i meg fyri eitt upplivilisi. Stemningurin var so kom- primera›ur og høgur, at hann kann ikki beskrivast, hann mátti upplivast. Besta mentunaruppliv- ing? Ja, ta› mundi vera tá i› eg sjálvur var› settur at forvalta mentanina frá pol- itiskari sí›u. Hetta var sjálvandi skemt. Eg veit ikki rættiliga. Men at hitta og tosa vi› 3 so stórar list- amenn sum Ingálv av Reyni, Bubba Morthens & Mikhael Wiehe hevur havt stóran t‡›ning fyri meg. Onkursvegna hava teir veri› ein partur av tær, hesir merkiligu menninir, vi› teimum ógreiniligu, Gu›agivnu gávunum. Og so standa teir har, sum øll onnur, hamar av kjøti og bló›i. Áh, hvat er ta› ikki vælsigna›, at menniskju ikki ver›a skapt, í dusi- num, bunta›i saman á ein- um flowandi samlibandi. Munurin ger lívi› vert at liva! vi› frændakvø›u tobbi Ári› - sæ› í mentun- tarligum ljósi Lágt er hjá mentamálará›harranum í Føroya minsta skúla. Til høgru Óla Jákup í Dímun. Augusta Mikkelsen Sum stjørnur á himmali- num seta upplivingarnar seg. Jú longri tú hyggur, fleiri stjørnur sært tú. Ta › er tí trupult at taka› eina uppliving framum a›ra. Hetta var ta›, i› kom mær til hugs, tá eg skuldi velja bestu mentunaruppliving- ina í ár. Tó vil eg nevna nakrar stjørnur, innan eg komi til hina bestu: Aftaná 20 ár aftur at síggja filmin Blikktrumman eftir bókini hjá Günter Grass; fimleik- afagna›urin í Nor›urland- ahúsinum; bøkurnar hjá Jens Paula Heinesen, ”Á fer› inn í eina óendaliga søgu” og beint nú upplivi eg Írlandi í 30’unum sam- an vi› Frank McCourt og bókini ”Angela’s Ashes”. Fyri meg er ein gó› mentunaruppliving, sama um ta› er ein bók, filmur, sjónleikur ella okkurt ann- a›, ein uppliving har kenslur mínar ver›a raktar og eg gloymi meg burtur. Ta› sum tó stendur mær sterkast í minni er sjón- leikurin ”Krypilin úr Inish- maan” ein kenslunemandi uppliving. Eg kendi meg settan eini 30 ár aftur í tí›- ina og dugi væl at ímynda mær, at sjónleikurin var bygdur á lívi› í eini før- oyskari bygd um ta› mundi. Persónarnir vóru allir kendir og eg kom at hugsa› um fólk, eg næstan hev›i gloymt høvdu veri› til. Eg vóni tó ikki at hetta er ein søga í kundi veri› skriva um eina føroyska bygd ídag. Útfer›arlongs- ulin munnu flestu føroy- ingar kenna, og so hetta at ta› er okkurt uttanífrá komandi í skal bjarga okk- ara lívsinnihaldi. Allur sjónleikurin var ein sonn sansauppliving, til tí›ir føldi eg sjóroki› í andliti- num, luktin av tara og olju og so hesin heilt serligi lukturin, sum er í fjør›uni aftaná brimgang. At ver›a til sjónleik á so høgum stø›i var heilt av- gjørt ein stór uppliving. At síggja sjónleikin saman vi› allari familjuni gevur eina felags mynd, i› vit al- tí› fara at hava hjá okkum og vit kunnu tosa› um somu persónar og ímynda okkum teir. Nú hostin hev- ur veri› so ringur, kunnu vit jú lættliga ímynda okkum Halta-Billy. Hetta var ein framúr gjøgnumførdur sjónleikur – ein vælvirkandi eind. Ein gó› uppliving at minnast aftur á, tá hugsa› ver›ur um mentan í árinum 2000. Augusta Krypilin úr Inishmaan Besta mentunarupplivingin ár 2000: August Mikkelsen, skrivari í Javnstø›isnevndini