Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 238 - 9. desember 2000 17 16 Sosialurin Nr. 238 - 9. desember 2000 Birgir Kruse - Hvat slag av bók er talan um? Hetta er eitt savn av greinum og rø›um, sum eru valdar út, rætta›ar og snøgga›ar til útgávu og settar saman í eina bók. - Er ta› fyri at seta su- verenitetin í perspektiv, at bókin nú ver›ur givin út? Er sikti› politiskt heldur enn bókmentunarligt? Ja, eitt av endamálunum er at seta fullveldisætlan- ina í søguligan, mentanar- ligan, búskaparligan og al- tjó›a samanhang. Hetta er sjálvsagt eitt politiskt sikti og ikki eitt bókmentanar- ligt endamál í listarligari merking. Bókin er fyrst og fremst ein politisk bók vi› politiskum innihaldi – skriva› av einum politik- ara. Men eg haldi ikki, at politikur og mentan eru mótsetningar. Politikkur er jú ein t‡dningarmikil part- ur av okkara mentan. Og tey ávirka jú hvørt anna› - politikkurin mentanina, og mentanin politikkin. Vit tosa jú eisini um bæ›i “mentanarpolitikk” og “politiska mentan”. Tí hev- ur bókin eisini eitt bók- mentunarligt endamál. Og fleiri rø›ur eru, i› snúgva seg um vi›urskifti, sum vit vanliga ikki bólka› undir politikk, men undir ment- an. Eg var jú eisini lands- st‡risma›ur vi› menta- málum eitt skifti. Ta› t‡dningarmesta haldi eg vera, at bókin er erlig. At ein hugsjón og ein politisk gongd ver›ur løgd opin út til lesaran at meta um vi› kritiskum eyga›. Bókin kann geva bæ›i politiskum vi›halds- fólki, teimum ivandi og teimum, sum eru ósamd, høvi at vi›gera og taka stø›u til tilfari›. At finna mótsvar, hugsa um a›rar grundgevingar og um tættir, i› krevja nágreini- ligari ella betri vi›ger›. Vónandi eitt konstruktivt íkast til bæ›i ta› politiska og ta› mentanarliga kjak- i›. - Naka› n‡tt, sum ikki er hoyrt ella sætt á›ur? Jú, seinasta greinin er ein samanumtøka eftir samrá›ingarnar vi› donsku ríkisstjórnina, sum ikki er prenta› á›ur. Heilt feskt. - Er naka› ey›kenni vi› rø›unum, nakar afturvend- andi táttur? Ja, tann gjøgnumgang- andi tátturin er – sum heit- i› sigur – frælsi og ábyrgd. Um tørvin á og grundgev- ingarnar fyri, at føroyska tjó›in eigur at taka fulla á- byrgd av sínum landi og øllum samfelagsins vi›ur- skiftum. Sjálvsagt greinir og rø›ur um sjálvt full- veldismáli›, men eisini í stóran mun dagsins poli- tikk: Um sosial vi›urskifti, pensiónir, vinnupolitikk, økismenning, fíggjar- og búskaparpolitikk, útbúgv- ingarpolitikk og so fram- vegis. Um mentanarlig og søgulig vi›urskifti, og nakrar um leiklut Føroya í einum heimi í broyting. Men hóast evnini eru ym- isk, er tann grundleggjandi hugsjónin tann sama: Vit skulu gerast ein frælsi tjó›, og taka fulla ábyrgd. - Eru tær - rø›urnar - hildnar vi› ávís afturvend- andi ella á nakran hátt líknandi høvi? Greinirnar hava nógvar veri› prenta›ar í blø›u- num. Rø›urnar eru hildnar vi› ymisk og eisini aftur- vendandi høvi, jú. T.d. eru nakrar frá 14. september- haldum, flaggdagshaldum, onkur frá 1. mai, eins og rø›ur frá ymsum summar- stevnum og fundum: ólav- søku, vestanstevnu, fólka- fundi á Slættaratindi, Ítróttarstevnu heima á Sandi, fólkafundi í Fugloy o.a. Nakrar rø›ur eru frá politiskum fundum og kvøldsetum kring landi›, og nakrar á Løgtingi, tá stórmál hava veri› til vi›- ger›ar. Eisini eru nor›ur- lendskar rø›ur vi›. - Hvussu umfatandi ver›ur bókin? Gó›ar 60 greinar og rø›- ur eru valdar, sum eru skriva›ar og hildnar í tí›- arskei›num frá 1994 til 2000. Her eru altso grein- ar, sum eru skriva›ar, á›r- enn eg fór upp í politikk. Tí skuldi eisini bori› til hjá lesaranum at sæ› ein samanhang í hugsanum og ætlanum - og eisini endur- sko›anir av møguleikum.Í vavi er bókin knappar 300 sí›ur til støddar vi› einum inngangi um hugsjónina, sum allir tekstirnir byggja á, og um samanhangin millum frælsi og ábyrgd. - Hvussu hevur gingist vi› fyrru bókin “Myten om rigsfællesskabet”? Eg vóna›i, at eg vi› bókini fór at fáa danskar politikarar, bla›menn og onnur at seta seg eitt sind- ur inn í grundarlagi› undir føroysku sjálvst‡risrørsluni og føroysk vi›urskifti sum heild. Hetta haldi eg lutvíst hevur eydnast. Danska for- lagi› sum gav hana út hevur júst sagt mær, at fyrsta útgáva er útseld, og at tey fara at prenta anna› upplag nú. Bókin fekk merkiliga gó› ummælir í øllum donskum blø›um, og eg havi fingi› sera nógvar positivar aftur- meldingar frá lesarum. Ikki bara úr Danmark, men úr øllum Nor›urlondum. - Kemur ein føroysk út- gáva av hesi bók? Ein føroysk bók hev›i sjálvsagt havt eitt naka› ø›rvísi innihald, tí danska bókin var› skriva› til fólk, i› líti› og onki kenna til Føroyar. Havi tó als ikki havt stundir at gera hetta enn. - Ta› var júst um jóltí›ir, at tú arbeiddi vi› donsku bókini; hvussu gekst? Eg kom nærum í rass- haft av teirri útgávuni um jóltí›ir í fjør. Hev›i lova › forlagnum at hava handrit- i› li›ugt í januar, men tá lei› móti jólum hev›i framvegis ikki bori› til at sett stundir av til ta›. Úrs- liti› var›, at eg millum jóla og n‡ggjárs og nakrar vikur í januar skriva›i at kalla hvørja nátt. Í fleiri vikur var svøvnurin ikki anna› enn fugladúrar. Ta › var ein rættiliga har›ur umgangur. Tílíkt ber bert til, tí at konan og børnini eru so tolin og deilig. - Hvussu hava stundir veri› aftur at seta eina n‡ggja bók saman, sam- stundis sum tú ert varaløg- ma›ur og hevur hópin av uppgávum at síggja til – og jólini nærkast í hvørj- um? Eg havi eftirhondini vant meg til at hava ein sera langan arbei›sdag. At ta› ber til er fyrst og fremst konu og børnum mínum fyri at takka. Uttan teirra stu›ul hev›i eg veri› púra fyri ongum. Tí er bókin eisini ogna› henni og børnunum. Tann stóri stu›ulin frá familju míni er fortreytin fyri øllum tí, eg geri. Men eg havi fram- vegis onga feriu havt sí›- ani eg gjørdist landsst‡ris- ma›ur, so eg hev›i ikki klára› at fari› undir at skriva ein bók av n‡ggjum einafer› enn. Men hesa- fer› hevur teldutøknin og hjálp frá dugnaligum fólki gjørt ta› møguligt. Her er talan um tekstir, i› sjálv- sagt hava kravt sína tí›, tá teir eru skriva›ir - men sí›ani liggja teir jú á teld- uni. - Og so tr‡stir tú bara á “prent”? Nærum, tí tá Jonhard Mikkelsen á Sprotanum heitti á meg um at savna tilfar til eitt greina- og rø›- usavn, kravdist fyrst og fremst, at eg fann tilfari› fram á telduni og tók ta› frægasta burturúr. Sí›ani heitti eg á Sjúr› Skaale, sum hevur eitt sera gott og kritiskt teksteyga, um at taka tilfari› til hús og fara ígjøgnum ta›. Hann var so beinasamur at n‡ta sína frítí› til hetta – nógv kvøld og vikuskifti eru farin hjá honum. Hann gjørdi so vi›merkingar, hampa›i tekst og uppseting, og seg›i sína hugsan um, hvat átti at sáldast frá. Eldsálin á forlagnum Sprotanum, Jonhard Mikkelsen, hevur sí›ani vi›gjørt tilfari› og hevur saman vi› dugnalig- um rættlesarum hampa› um málbur›in. Kalmar Lindenskov hevur hartil veitt gó›a hjálp vi› perm- uni. So í hesum føri eru bert kvøld farin hjá mær – ikki nætur. Og ta› er takk- a› veri› beinasemi frá ø›r- um. - Tillukku vi› tí. Hvar og hvussu ver›a jólini hildin í ár? Jólini ver›a hildin sam- an vi› familjuni. Jólaaftan vi› hús í Hoyvík saman vi› verforeldrunum, og jóladag er íslendskt hangi- kjøt hjá verforeldrunum. Annars ver›ur dúgliga vitja› hjá foreldrum, systr- um, ommum og a›rari fa- milju. Tíverri halda mamma mín og systrar vi› familjum jólini í Danmark í ár, men ta› má so vinnast aftur seinni. Mín vón er sjálvsagt at konan, børnini og familjan annars sleppa undan at hoyra meg tosa ov nógv um politikk á jól- um... POLITISK BÓK. Høgni Hoydal varaløgma›ur gevur á forlagnum Sprotanum út savn av greinum og rø›um, bæ›i n‡ggjar og frá tí›ini innan hann fór uppí politikk. Fyrra bókin, hin danska “Myten om rigsfællesskabet” er sam- stundis útseld Frælsi er ábyrgd Bókin kemur út mikudagin Høgni í ruskve›ri á Tinganesi fyri jól 1998. Stólin eigur Sosialurin… Mynd: Jens Kristian Vang Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: eirikur@sosialurin.fo Bla›stjórn: Eirikur Lindenskov Jólatrøll Stjørnurnar vísa veg Líkst inn í handlarnar »Eg skal hava eini kynsliga Eggjandi undirklæ›i: Einar langsokkar vi› lykkjum Og einar brósthaldarar stødd ›-skál Alt í rey›um liti« Seg›i málføringurin vi› krambakvinnuna »Vit eiga bara c-skálir eftir« Svara›i hon Stjørnurnar vísa veg Til ta seinastu jólaveitsluna Dagin eftir vakna›i hann Sum ein nakin fjølrita› reyv Oddfrí›ur Marni Rasmussen Birgir Kruse »Selma« eitir Björk í film- inum »Dancer in the Dark«. Ta› er hon, Björk, sum hevur gjørt tónleikin til filmin, hon rópar Selmu-sangir. Sí›sta viku- skifti› vann Björk vir›is- løn sum besti kvinnuligi filmsleikari í Evropa fyri henda leiklut. Eisini leik- stjórin, Lars von Trier, var› hei›ra›ur fyri sítt av- rik í sama filmi. Ikki er hon long fløgan, líti› meir enn hálvan tíma. Skeringarnar eru 7 í tali. Lagt ver›ur fyri vi› eini overturu. Strúkarar leggja stø›a, hetta er álvarsligt, tungt, lagnutungt. Men eins og í filmum Triers, skal søgan sigast. Ná›i- leyst. Vit ver›a førd fram á lei› og renna okkum í enn eitt lag av tónleiki. Ta› elektroniska og sampla›a legst afturat strúkarunum. Og nú kenna vit hana aftur. Hetta er ljó›ver›in hjá Björk. So sum vit kenna hana frá eitt nú ”Homogenic” í 1997. Men so eru ljó›, maskin- ur, klikk, brak og knekk. Og øll hesi ljó› ver›a tvinna› saman, sett í skip- an og skorin til undurfull- an tónleik. Fabriks-tónleik. Tónleikur arbei›arans. Musical-traditiónin kagar fram, vit síggja fyri okkum ”Sound of Music” og ”East Side Story”, me›an maskinurnar hakka og takka. Klikk klakk. Int- enstiteturin tí›kast, alt er skori› heilt inn at beini og eftir er hin bera nekta›a Björk, alias Selma, i› sig- ur ”I’ve seen it all”. Me›- an sjónin viknar, droymir hon seg burtur. Til arbei›is og heima. Og altí› fylgja ljó›ini vi›, seta gongd á og skapa eitt gandakent umhvørvi, har alt gerst tónleikur. Sjálvt tá evsta løtan er komin og kvinnu- ligi fangavør›urin skal føra Selmu á skafotti›. ”Tel fetini” sigur hon. Og hetta gerst næstsí›sta sker- ing. 107 vóru fetini, sum eisini er heiti›. Á marki- num til lagnutungan kom- ikk og drívandi sentiment- alitet, men eydnast hvørja fer›. Bæ›i filmur og fløga l‡sa munin á list og skræpu. Tey, sum enn ikki hava sæ› filmin og orka ikki at bí›a til Listastevn- una í august at síggja hann í Havnar Bio, kunnu leggja fløguna í spælaran – og droyma seg burtur í klikkandi, tikkandi heimi- num hjá Björk, i› framúr væl fylgir skilvísi Triers. ”A blind man is a walking cinema”, sum íslendski Fri›rik Thór plagar at siga. Blunda og lurta. Meinhard Jensen ummælti filmin í sí›sta Vikuskifti, tá hann fekk Felix-vir›isløn sum besti filmur vi› besta kvinnuliga høvu›sleikara. Björk ”Selmasongs” (Polydor 2000) Gle›ilig jól! Ynskir besti evropeiski filmsleikstjórin, Lars von Trier Selmasongs - ein filmsfløga