Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 • fríggjadagur • 2. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Rúni Heinesen var upprunaliga ímóti, at KÍ og B36 vórðu dømd at tapa dystir sínar í fjør. Hann skifti tó støðu, tá málið varð tikið upp í aðalnevndini, og síðani hevur hansara fatan av reglunum um spæliloyvi verið greið HB-málið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur skapt nakað av øsing kring málið um Páll M. Joensen, at ein av limunnum í Kappingarnevndini ikki hevur somu støðu nú, sum hann hevði fyri góðum ári síðani. Í viðgerðini hjá Kappingar­ nevndini av málinum um dystirnar hjá KÍ og B36 í steypakappingini í fjør framgongur, at Rúni Heinesen og Bjarki Mohr vóru ímóti, at KÍ og B36 vórðu dømd at tapa sínar dystir, meðan triði limurin í nevndini, Karl Vidtfeldt, metti at feløgdini áttu at tapa dystirnar. Kapp­ ingarnevndin metti tó, at málið hevði somikið prin­sipiellan týdning, at hetta skuldi leggjast fyri aðalnevndina. Mikukvøldið hevði Rúni Heinesen tó eina aðra støðu í málinum, og saman við Karl Vidtfeldt átti hann meirilutaavgerðina hjá nevnd­ini. Broytti fatan í fjør Sjálvur heldur Rúni Heine­sen tó ikki, at tað er nakað merkisvert í broyttu støðutakanini hjá sær. – Tá málið var til við­ gerðar í fjør, var kapp­ ingarnevndin samd um, at feløgini høvdu nýtt ólógligar spælarar. Hin­vegin var eg ikki samd­ur í revsingini, tá vit viðgjørdu málið á fundi í Kapp­ingarnevndini. – Tá málið so varð lagt fyri aðalnevndina, høvdu vit eisini biðið um eitt løgfrøðiligt notat um málið, og tað var hetta, sum gjørdi, at eg broytti støðu í málinum. Tú kanst kanska siga, at eg tá kom eftir, hvussu strangt reglan um spæliloyvi verður tulk­­að, og tá endaligi úr­ skurð­­urin varð gjørdur, var eg samdur í hesum. Tað var ein úrskurður, sum varð staðfestur av Dóms­ nevndini, og sjálvur havi eis­ ini havt somu støðu síðani, staðfestir Rúni Heinesen. Talan var ikki um eina samda Kappingarnevnd, sum mikukvøldið tók avgerð um, at HB enn einaferð skuldi sendast úr steypakappingini HB-málið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Høgni Stórustovu, formaður í Kappingarnevndini vísti í sínum tilmæli á, at hann ikki helt vantandi spæliloyvið hjá Páll M. Joensen vera nóg góða orsøk til, at HB skuldi tapa dystin. Fráboðanarskyldan Í grundgevingum sínum førir formaðurin millum annað fram, at málið er sjálvstøðugt mál, og at tað tí ikki ber til at viðgera hetta við støði í málum hjá KÍ í fjør. Hartil sigur Høgni, at tað ikki fyriliggur nakað formligt krav um, hvussu fráboðanarskyldan hjá fe­ løgunum mótvegis FSF viðvíkjandi spælara­hóp­ inum skal umsitast. FSF- reglurnar staðfesta her, at Feløgini hava ábyrgdina av at fráboða allar sínar spælarar til FSF innan 1. mars í kappingarárinum, men einki verður sagt um, hvussu hetta skal gerast. Tí metir Høgni í Stórustovu, at HB hevur lokið sína fráboðanarskyldu, tá felagið læt FSF spælarasáttmálan til góðkenningar. Líkamikið, um spæliloyvið var við í tilfarinum, sum FSF tá fekk frá HB. Strong tulking Meirilutin í Kappingar­ nevnd­ini – Rúni Heinesen og Karl Vidtfeldt – heldur hinvegin fast um tær tulk­ ingar, ið áður eru gjørdar viðvíkjandi vantandi spæli­ loyvum. Vísandi til grein 14 og 15 verður staðfest, at spælari er at rokna sum lógligur, tá hesin hevur fingið útskrivað loyvisbræv. Samstundis er tulkingin av hesum, at uttan loyvisbrævið er spælarin at rokna sum ólógligur, og at felagið tí ikki kann gera nýtslu av hesum. Tað er annars vert at bíta merki í, at ein av limunum í Kappingarnevndini, Rúni Heinesen, nú hevur eina aðra fatan av hugtakinum um spæliloyvi. Ivi um HB- málverjan Størsta ivamálið hjá HB undan dystinum móti NSÍ tykist vera Bárð­ur Johannesen, sum hev­ur trupulleikar við skaða í lærkrikanum. Eisini Jákup á Borg hev­ur trupul­leikar við lær­ krik­anum, og eitt nú á Toftum valdi venjarin at spara landsliðsspælaran. Roknað verður tó við, at hann verður við á lið­ num, sum mánadagin fer á vøllin. Hjá NSÍ er Helgi L. Petersen uttan iva týdn­ ingarmesta fráveran. Sterki offensiv-spælarin var annars við at koma fyri seg eftir skaða, men móti ÍF fekk hann bara einar tveir minuttir, áðrenn hann mátti hjálp­ast av vøllinum. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn hann aftur er tøkur aftur. Hartil er Sjúrður Jacobsen aftur farin undir venjingar eftir drúgvan skaða, með­ an Johan Troest David­ sen nú fer at royna seg hjá Skála. -mørk KÍ vil vinna KÍ-hópurin fer suður til Vágs longu leygardagin, og sum skilst, so eru allir mans tøkir. Sinisa Jovanovic hevði leikbann móti B36, men hann er við aftur. Tað sama er Iulian Florescu, sum hev­ ur verið úti við skaða, og Paul Clapson, sum tó var við leygardagin, er nú heilt komin seg eftir skurðviðgerðina, sum hann hevur verið undir. Ætlanin var, at Christian Lundberg skudli koma til Klaksvíkar undan viku­ skiftinum, og so fæst at síggja, um hann verður við í Vági. Ivasamt tykist vera, um Høgni Madsen, sum hevur ligið sjúkur í vikuni, kann spæla, men roknað verður við, at hann er partur av hóp­ inum, sum skal til Vágs. Í Vági stendur hin­ veg­in ikki eins væl til við fólki. Serstakliga er tað ein smeitur, at bæði Evrard Ble og Christan Solbaerg hava drigist við skaða. Hartil hevur Hallur Dam Joensen – sum annars hevur staðið seg heilt væl – eisini fingið skaða í lærkrikan, so tað er av álvara farið at tynnast við fólki hjá VB/Sumba. -mørk Stutt sagt Rúni broytti støðu Ósemja í Kappingarnevndini Páll Mohr Joensen hevur spælt væl fyri HB í ár, men spælarin hevur verið í andglettinum seinastu vikurnar, tí spæliloyvi hjá honum var ikki í lagi, tá ið hann spældi fyri HB í steypadysti ímóti VB/Sumba