fríggjadagur 2. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 105 - 2. juni 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Eg vil her skriva nakrar reglur um abba
mín, skómakarin við Gøtugjógv.
Á summri 1993 spurdi abbi meg, um
eg ikki vildi taka yvir skógvahandilin,
sum hann hevði rikið síðani í 1947.
Hetta var í sonevndu kreppuárunum,
og eg var júst blivin arbeiðsleysur.
Systir mýn Marilyn hevði tá passa
handilin í nøkur ár. Hon hevði planir
um at fara til Danmarkar í skúla. So
abbi segði, at um eg ikki vildi taka
yvir, so var hann helst noyddur at
snara um í handlinum.
Eg helt ikki, at hetta var nakað eg
kundi vera góður til, helt meg ikki
duga so væl at fáast við fólk. Eg
hevði jú sæð hvussu væl hann dugdi
at fáast við viðskiftafólkini. Men eg
helt, at synd var at stongja handilin,
serliga so leingi abbi orkaði at sita á
verkstaðnum og umvæla skógvar. So
eg startaði við blandaðum kenslum,
men abbi dugdi væl at geva góð ráð.
Í feb. 2005 flutti eg so handilin norð í
barnaheimi hjá mær. Hetta tí at gamli
handilin var vorðin alt ov lítil.
Tá eg avgjørdi at flyta handilin, var
abbi sera spentur mína vegna. Hann
mundi verða glaður um, at so steðgaði
handilin ikki upp fyribils. Men
tann dagin klárt var at flyta, og vit
byrjaðu at tøma gamla handilin, sá eg
tíðuliga á honum, hvussu rørdur hann
gjørdist. Hann hevði jú haft handilin
í kjallarinum í næstan 60 ár. Tað
gleddi meg nógv, tá abbi kom at sýna
handilin stutt eftir eg hevði opnað.
Hann var sera væl nøgdur við betraðu
umstøðunum hjá handlinum.
Tað, at eg havi arbeitt í skógva
handlinum í 12 ár saman við abba,
sum hvønn dag sat á verkstaðnum,
gevur nógv minnir, nú hann er farin.
Serliga vil eg minnast, hvussu hann
hvønn dag hann var einsamallur á
verkstaðnum, altíð sang sangir, sum
vøru honum kærir. Sangir sum ”Eg
velji fyrr Jesus” og ”Niðan á heyggin”
hoyrdi eg hann mangan syngja. Tá
eg hoyrdi hann syngja, steðgaði eg
mangan á at lurta. At sangurin kom
frá hjartanum hoyrdist tíðiliga.
Abbi hevði eitt sera stórt hjarta. Hevði
altíð umsorgan fyri ørðum menniskjum,
og vildi hjálpa har hann kundi. T.d. hevur
hann koyrt nógvar trúðboðarar runt
landið, bæði føroyingar og útlendingar.
Eg fái nógv dømi fortald av fólki, sum
minnast hvussu tað var nakað serligt hjá
teimum, at koma at keypa skógvar frá
abba. Tey siga frá, at hann gav teimum
pening fyri bensin, um tey høvdu
koyrt langt, bara fyri at keypa skógvar.
Og hevði familjan nógv børn, ja so
var mangan givin fittur avsláttur. Eg
upplivdi eisini mangan, at tá ein einkja
kom at umvæla skógvar, ja so kostaði
tað onki tá skógvurin var umvældur.
Spurdi eg, so hví umvælingin onki
kostaði, segði hann, at tað var tí, at hann
hevði ikki hjarta til at taka pening frá
teimum, ið hann metti ikki høvdu so
nógv. Abbi elskaði Harran, og tí elskaði
hann eisini síni medmenniskju.
Bæði í samkomuni og millum
manna, var abbi kendur sum tann
umsorgsfulli, blíði og gávumildi skó
makarin.
Abbi byrjaði at læra til skómakara í
1933. Byrjaði síðani sjálvur í ´37 og at
handla við skóm tíggju ár seinni. Hann
umvældi skógvar til summari í 2005. Tá
var hann óheppin at detta og bróta høgru
mjødn. Eftir hetta kom hann ongantíð
heilt fyri seg aftur. Tó, mótið var altíð
gott og dugdi hann eisini at skemta.
Hann plagdi at siga tað, sum ein lækni
hevði sagt við seg: At um hann ikki altíð
hevði tað so gott, tað skuldi hann ikki
leggja so nógv í, tí statistikkurin segði,
at sera fá doyðu í so høgum aldri, sum
hann nú var í.
Stórur saknur er nú ikki at síggja abba
sita á verkstaðnum meir. Hvørjaferð
eg koyri niðan til Gøtugjógv, og síggji
at eingin abbi situr á verkstaðnum ella
í stovuvindeyganum, følist tað sera
tømt. Tí hann var altíð har. Men hann
er ikki fluttur heimanífra – hann er
fluttur heim. Og tað gleddi hann seg
til. Hann segði mær einaferð eftir ein
blóðpropp, har hann var burtur eina
løtu, at hann føldi eina óforkláriliga
hvíld, og sá eitt sterkt ljós sum hann
ikki hevði sæð áður. Og so gleði eg
meg at hitta ommu tína aftur, segði
hann við meg.
Eg havi ein son sum er 6 ár. Og eins
og tá eg var barn, dámdi honum sera
væl at koma á verkstaðið, tá langabbi
var har. At langabbin var góður við
seg, hevði hann lagt til merkis. Fyri
nøkrum vikum síðani, hoyrdi kona
mín, Anja, at Áron lá og græt einsa
mallur í stovuni. Tá hevði hann funni
eina mynd av langabba, og fór at
leingjast eftir honum. Ja sjálvt hjá
teimum minstu er saknurin stórur.
Nógv kenna søguna, um vinarlagið
millum abba og russarar. Tá russiskir
trolarar komu á Skála til umvælingar,
var abbi mangan har við traktatum
og bíblium. Eisini koyrdi hann teir
runt um í Føroyum, at keypa bilar
og bildeilir, sum teir so tóku við til
Russlands. Í hesum sambandi kom
abbi at kenna Klaru. Tey giftust síð
ani, og var tað ein góð heimahjálp,
plagdi abbi at siga. Klara skal hava
takk fyri, serliga seinastu árini, har
hon tók sær av abba, tá hann til tíðir
var sjúkur.
At tað bert skuldi ganga tríggir
mánaðir, frá tí at abbi fór heim til
Harran, og til at Anna, dóttir abba og
fastur mín, eisini fór heim, er svárt
hjá okkum nærmastu. Vit vóru øll
so góð við tey, og tey góð við hvønn
annan. Anna og Aksel búðu 25 ár
saman á Skipanesi, og var hann henni
ein hollur stuðul, tí tey flestu vita,
at heilsan hjá Annu heilt frá ungum
árum ikki var so góð. Anna var altíð
so áhuga í børnunum hjá beiggjunum
hjá sær, og ikki minst børnunum hon
gjørdist abbadidd hjá. Hon mintist
allar føðingardagarnar í høvdinum,
og keypti teimun gávur. Og tá vit
endaðu eina telefonsamrøðu, lat hon
hvørjaferð heilsa børnunum.
Undurfult er at vita, at vit skullu møta
teimum í nýggjum, dýrdargjørdum og
himmalskum likami.
Eg vil hervið lýsa frið yvir minni
um abba mín og Annu fastur.
Terje
Minningarorð um skómakarin, Jákup Hansen
14 sept. 1915 - 19 feb. 2006
Tá eg seti meg niður at
skriva nakrar reglur, renna
minnini fram fyri meg.
Tú tók ímóti frelsuni ár
2002, og hesi fáu árini,
eru tey ríkastu eg havi
verið saman við tær. At
tú komst at uppliva so
nógv gott, hóast heilsan
til seinast bilaði. Minnist
væl, tá tú ikki orkaði so
væl at ganga, tú segði, at
tú ikki kundi fara á møti
við skutara, tí so fóru øll
at flenna.
Men tú var áhaldandi,
tú gekk trúliga í kirkju og
á møti hvønn sunnudag,
og um tú ikki var, spurdu
tey eftir tær, tí har átti tú
ar vera. Tú sang eisini við
Húsakorinum, men orkaði
ikki so væl at syngja, so
tað bleiv stutt tíð har.
Hvørja fer vit fóru suð
ur á Blákross Caféina at
syngja, var tú við; sum
áhoyrari til seinast. Tú
dámdi væl sang.
Bert eina viku áðrenn
tú andaðist, segði eg við
Vibeku, at nú mátti eg spyrja
teg, hvønn sang tú ynskti til
jarðarferðina. Hon bleiv so
skakk; men eg segði, eg
føldi á mær, at nú mátti eg
spyrja, og tú svaraði glaður
beinanvegin »Jesus um teg
vil eg syngja«. Hesin var
tín persónligi vitnisburður
til møti, tá tú frítt kundi
velja sang har. Og so ikki at
gloyma »Niðan á heyggin«
sum Tove og Jón sungu so
væl til jarðarferðina.
Men Harrans vegir eru
ikki okkara vegir, Gud vildi
nakað annað við tær.
Tann morgunin tú and
aðist stendur so klárur fyri
mær. Eg kom oman um 7-
tíðina um morgunin, alt var
so stilt rundan um okkum.
Sjúkrabilurin kom og tú
bleiv borin út. Vit høvdu
ikki fingið tosað við teg, tí
tú orkaði ikki. Men komin
út í túnið, sigur mamma
við teg, síggj Sámal stend
ur í vindeyganum í barna
garðinum og vinkar til tín;
tá hugdi tú upp og vinkaði
til hann; hetta stendur so
fæst í mínum minni, og
Sámal var glaður um at
abbi hevði vinkað farvæl.
Tú tosaði eisini við Hal
gerð gjøgnum Skype, nei
ikki orkaði tú væl, men
tað skal tú vita, at hon var
glað, at hon fekk tosað við
teg áðrenn.
Tú fór stillisliga úr hes
um heimi; uttan pínu, tað
kunnu vit bert takka fyri.
Nú syngur tú títt
sigursljóð.
Eg minnir havi ring og góð
Ja, mangan baldrut lívið
var,
Men tíbetur, broyttist
lívið hjá tær.
Mamma fekk ein nýggjan
mann,
tá tú Jesus fann.
Nú átti tú Hann í tínum
hjarta
Og skínur nú sólin bjarta.
Takk fyri alt tú vart fyri
meg og mína familju. Vit
síggjast.
Men Jesus má verða hjá
tær góða mamma og míni
systkin við familju. Jesus
styrki okkum øll.
Dóttir tín Joan
Til minnis um pápa mín
Jónn Tórgið Hansen
f. 3. sept. 1937 - ✞. 16. mars 2006
Heri Tróndheim, Argir:
40 ára starvsdag á Skúlanum á Trøðni
Hósdagin 1. juni var lítið
hátíðarhald á Skúlanum á
Trøðni í Havn í sambandi
við at Heri Tróndheim hevði
40 ára starvsdag sum lærari á
stovninum. Skúlastjórin, Jan
Christiansen, segði nøkur
orð, og handaði honum ein
vatnlitsmálning og blómur
frá skúlanum.
Heri er 64 ára gamal og
leirvíkingur. Hann tók lærara
prógv á Føroya Læraraskúla
í 1964. Eftir tað var hann
skúlalærari í Leirvík til
1966, tá hann fekk starv á
Føroya Spesialskúla.
Spesialskúlin var tá við
Skansavegin. Fyrst í 70-un
um húsaðist skúlin í trimum
ymiskum støðum í býnum til
1976, tá flutt varð í nýggjan
skúla, Skúlan á Trøðni.
Heri var á ársskeiði í Dan
mark í 1966/67, har hann fekk
sær útbúgving í at undirvísa
blindum, men í sínum starvi
hevur hann mest undirvíst
hálvvaksnum, sum hava inn
læringstrupulleikar.
Í 1979/80 var hann á árs
skeiði á Fróðskaparsetrinum í
føroyskum og norðurlendskum
máli fyri lærarar og tók
exam-art prógv í føroyskum
og norðurlendskum máli
og bókmentum í 1984. Frá
1993-94 stóð hann fyri
blindastovninum.
Heri er virkin innan Heima
missiónina í Føroyum og var
formaður frá 1994-98. Í meira
enn 30 ár hevur hann verið
urguleikari í Argja kirkju. Hann
sat í bygdaráðnum á Argjum
frá 1988-96, tey seinastu tvey
árini sum formaður.
Annars hevur Heri sum
frítíðarítriv at ganga fjalltúrar,
sum hann ger hvørja viku, at
flota við bátinum “Haghamri”
og røkta urtagarðin.
Foreldrini hjá Hera vóru:
Maria, f. Samuelsen, úr Leir
vík, og Jóhan Jákup Trónd
heim, ættaður úr Norðra
gøtu.
Heri er giftur Rigmor, f.
Hansen, av Argjum. Tey eiga
børnini: Jónheðin, sum býr
á Argjum, Oddur, sum býr í
Sørvad (DK), Vónbjørt, sum
býr í Havn, og tvíburarnar
Maritu, um býr í Brønderslev
(DK) og Jens Michal, sum
býr í Havn. Barnabørnini eru
seks í tali, ein abbasonur og
fimm abbadøtur.
Jan Christiansen, skúlastjóri,
handar Hera Tróndheim ein
málning frá stovninum
Mynd:
Jens Kristan Vang