fríggjadagur 2. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 2. juni 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kathrina
Mortensen,
Klaskvík, vanliga nevnd
Kata, andaðist á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi 1. juni, 81 ára
gomul. Kistan fer úr kapell
inum sunnudagin kl. 16 heim
í Betesda. Jarðarferðin verður
mánadagin kl. 13.30.
Ragnar Sigtryggsson, Klaks
vík, vanliga nevndur Ragnar
íslendingurin, andaðist á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 1.
juni, 82 ára gamal. Kistan
fer úr kapellinum á Klaks
víkar Sjúkrahúsi heim í
Christianskirkjuna leyg
ardagin kl. 18. Jarðarferðin
verður Hvítusunnudag kl.
14.
Kistan við Kára Bærentsen,
Tvøroyri, fer úr kapellinum
í kvøld kl. 21.30 í Salem.
Jarðarferðin verður leygar
dagin 3. juni kl. 14.30. Tey,
ið vilja minnast Kára, kunna
lata eina peningagávu til
Zarepta.
Øssur Viberg Morten
sen, ættaður av Tvøroyri
búsitandi í Keypmannahavn,
andaðist hósdagin 1. juni,
58 ára gamal. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinni
Magnhild
Olsen
úr
Hósvík, búsitandi í Mið
vági, andaðist mikukvøldið,
85 ára gomul. Kistan
fer av Ellisheiminum í
Miðvági Hvítusunnudag
klokkan 19. Jarðarferðin
verður úr Hósvíkar kirkju
2. Hvítusunnudag kl. 14.
Tey, sum vilja minnast
Magnhild kunnu lata Java
eina peningagávu. Konto í
peningastovnunum.
Anker Borgardal, Sand
vík, andaðist mánadagin
á Landssjúkrahúsinum,
41 ára gamal. Farið verð
ur úr kapellinum fríggja
kvøldið klokkkan 6 til
Smyril. Jarðarferðin verð
ur úr Sandvíkar kirkju
leygardagin
klokkan
13:30.
Andlát og jarðarferðir
Magnhild Olsen
Miðvági
ættað úr Hósvík
andaðist á Ellisheiminum 31. mai,
85 ára gomul.
Kistan fer av Ellisheiminum í Miðvági
1. hvítusunnudag kl. 19.00.
Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju
2. hvítusunnudag kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Systrarnar
Tey, sum vilja minnast Magnhild, kunnu lata felagnum Javna
eina peningagávu. Konta í peningastovnunum
Hóskvøldið 6.apríl andaðist Linhild,
bert 46 ára gomul. Hevði júst tá verið
og vitjað hana á sjúkrahúsinum, og
var á veg heim aftur úr Havn vitandi
um, at hon ikki hevði langa tíð eftir
her á fold, tá boðini komu, at nú var
hon farin. Boðini vóru skakandi, tó
ikki óvæntað.
Tað er ómetaliga svárt at vita, at
hon ikki er ímillum okkum meira,
hetta deiliga menniskja, við tí vakra
og heita smílinum, er farin frá okkum
í so góðum árum, fyri ikki at siga í
bestu árum.
Til tíðir livdi Linhild ikki so væl, tey
seinastu árini, og fyri einum góðum
ári síðani, bleiv sjúkan staðfest hjá
henni. Síðani tað var hon fleiri túrar í
Danmark til viðgerð, har eg fekk høvi
til at fara við henni tann eina túrin,
og sum eg eri takksom fyri.
Linhild var ættað úr Skálavík, dóttir
Ingrid og Jóhannus Lydersen. Sum
ung kom hon inn á Glyvrar at verða
arbeiðsgenta. Tað var eisini her, at hon
og Heri komu at kennast og knýttu
ástarbond, og gingu seinni saman í
hjúnarlag. Tey eiga trý børn, Louis,
Siri og Janna.
Persónliga kom eg at kenna Linhild
fyri umleið tjúgu árum síðani, tá hon
arbeiddi hjá A.W. J, ið tá húsaðist
her í kjallaranum hjá okkum. Um
tað mundið áttu Linhild og Heri tvey
børn, íð vóru umleið á sama aldri við
tey yngru hjá okkum, og gjørdust tey
spælivinir og vit vinkonur. Frá tí tíðini
er nógv gott og stuttligt at minnast
afturá, millum annað fóru vit útferðir
við børnunum og mangt annað. Ta
einu ferðina leigaðu vit bygdarhúsið
í Hesti í nakrar dagar, har vit høvdu
ein super góðan túr.
Vit komu at vera starvsfelagar, hon
hevur arbeitt sum dagrøktari í fjúrtan
ár, so á tann hátt hava vit eisini havt
ymiskt saman. Hetta arbeiðið røkti
hon til lítar, og mong eru tey foreldur,
ið trygg kundu lata síni børn í hennara
hendur.
Tá serligir dagar hava verið her
í húsinum, rætti hon mangan eina
hjálpandi hond, bæði við baking og
ymiskum øðrum, og lá tað sera væl
fyri hjá henni at gera kakir. Serliga
var tað tann vakra og vælsmakkandi
kransakakan, sum Linhild eisini kom
at verða kend fyri. Fleiri eru tey, ið
hava heitt á hana, um at gera teimum
eina slíka kransakøku.
Linhild var evnarík, hon var bæði
virksom og kreativ. Við sínum stilla
sinni dugdi hon væl at fáa burtur
úr. Fekk hon eitt hugskot so skuldi
tað roynast, og væl lá fyri. Óteljandi
er alt, ið hon hevur latið av sínum
hondum, tað hon hevur bundið,
klipt, málað og mangt annað. Hon
gjørdi ikki bert eitt, men hon gjørdi
fleiri av sama slag, fyri at hon síðani
kundi lata burtur av til gávis, ja hon
var heilt fantastisk. Ikki minst tann
vakri urtagarðurin, ið hon sjálv hevur
arbeitt til og kom sera væl frá, og sum
hevur glett mangt eitt eygað.
Eitt, ið eisini sermerkti hana, var, at
hon var altíð í góðari tíð, hon kom til
tíðina og var liðug í góðari tíð.
Linhild dámdi serliga væl, at koma
til Nesvíkar á legu. Hon gleddi seg í
langa tíð frammanundan til bygdar
legurnar, sum vóru skipaðar út frá
missiónshúsinum, og tað skal sigast,
at hon lá ikki á boðunum. Til stutt
leika kann nevnast, at hon var ikki
sørt ótolin at bíða, til tað var klárt at
melda seg til, og tí kom hennara navn
at standa ovast á listanum hvørja ferð.
Eisini til summarlegurnar, var hon til
dystin fús. Hon var enntá við sum
hjálparfólk seinasta summar, og hóast
hon var merkt av sjúku, lá hennara
partur ikki eftir.
Har, ið Linhild var, var fjálgt innan
veggja. Tá eg um kvøldarnar gloppaði
hurðina hjá henni, sat hon gjarna við
stokkum í tí hugnaliga køkinum.
Áðrenn eg trein inn í køkin, hoyrdi
eg hana mangan siga “ Nú kemur
Kristianna “, hon kendi mína atferð.
Linhild sang við í streingjakórinum
í eina tíð, har hon glað kundi syngja
boðskapin út um Jesus, og um tað
sum hon átti í Honum. Til hennara
jarðarferð sang streingjakórið eina
vakran sang um himmalin.
Stutt eftir, at hon var komin heimaftur
úr Danmark fyri seinastu ferð, ringir
hon til mín og spyr “ Hevur tú hoyrt
tað nýggjasta nýggja”, “ Nei “ svari
eg, “ Ja nú skal vera brúdleyp, Siri og
Ragnar skulu giftast tann 18 mars”. Við
spenningi upprann dagurin, og sjálvt
um Linhild lá á sjúkrahúsinum ta tíðina,
tók hon lut í fyrireikingunum. Tey
blivu vígd, og sigast má, at tað var ein
hátíðarlig løta fyri okkum øll. Takksom
var Linhild, og øll hennara, fyri at hon
kundi uppliva henda væl eydnaða gleð
isdagin, har hon kundi samgleðast við
sínum kæru.
Nú hava tær virksomu og skapandi
hendur lagt stilt, tó ikki av alduri, nú
var hennara himmalski bústaður,
gjørdur til reiðar. Hon visti sjálv,
hvønn veg tað bar, men soleiðis sum
eg upplivdi hana, tað seinastu tíðina,
var hon púra rólig og hvíldi trygg í
trúnni á tað, ið Frelsarin hevði gjørt
fyri hana.
Góða Linhild. Takk fyri alt, sum tú
hevur verið fyri meg. Ringt er at fata,
at tú ikki ert ímillum okkum longur.
Tað følist so tómt, ikki at kunna síggja
teg ella at hoyra málið í tær meira her
á jørð. Tó er tað ein troyst at vita, at
tú nú ert frísk og ferðug, har heima í
dýrdini. Takk fyri títt trúfesti og takk
fyri tey góðu minnini, eg eigi eftir
um teg, og takk fái Guð fyri, at eg
eigi eina vón um, at ein dag skulu vit
møtast aftur har heima.
Nú Linhild er farin, drýpa vit høvur
í sorg og sakni. Í okkara hugaheimi
tykist tað, at vera órættvíst, at hon ikki
er ímillum okkum longur her á fold.
Tað er ikki altíð so lætt hjá okkum at
skilja Guð. Hansara vegir og hansara
hugsanir eru hægri enn okkara vegir
og okkara hugsanir. Svárast kennist
tó sorgin og saknurin hjá Hera og
børnunum og hennara nærmastu, sum
hava mist eina góða konu og mammu,
vermammu, dóttir, systir og verdóttir.
Má Harrin troysta og styrkja tykkum
í tíðini sum kemur.
Ærað veri minnið um vinkonu mína
Linhild Jóhannesen
Kristianna
Til minnis um vinkonu mína Linhild Jóhannesen
* 20.12.1959 ✞ 06.04.2006
Tíðindaskriv
Fríggjadagin og kvøldið 2.
juni verður spennandi at
leita sær niðan í Miðlon,
har nógv er á skránni, og
handlarnir hava gjørt seg úr
til hettar.
Kl 16.30 & 18.30 eru
tveir klóvnar á vitjan á
Torginum, har børnini fáa
spennandi undurhald og
ballóndjór tilevnaði.
Kakao og bollar eru at fáa
í køkinum hjá HTH.
Snák hevur tímatilboð
sum ikki eru til at lata fara
framvið.
Fríðkan er í villa horninum
og setur litríkar lokkar í hár,
piersar og hevur super gott
tilboð uppá at fáa hol í oyru
og nøs.
Í Inspiratión kann ein
royna 3 ymisk sløg av
Melitta kaffi.
Teir & Tara skipa fyri
Extreme Makeover kapping
í handlinum.
Klokkan 18.00 og 20.00
verður live tónleikur vid
Petur Háberg & Sannu á
Borg Eydunsdóttir. Í Elding
eru góð tilbod í samband vid
tiltaki, og Teldumaðurin er at
hitta um eitt telduprát.
Opið verður til kl 24.00 og
væntað verður at nógv fólk
leita sær niðan at verða eina
uppliving ríkari.
Open by Night í Miðlon
Petur Háberg & Sannu á Borg
Eydunsdóttir