Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 105 - 2. juni 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður mín og pápi okkara Jógvan Heinrikur Norðbúð Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til talararnar, Símun Absalonsen, Ólav Jøkladal og Páll Poulsen. Tøkk til sangkórið í Ebenezer, Dupultkvartettina fyri vakran sang og Jóannes á Váli fyri orgulspæl. Tøkk til tykkum sum hjálptu til við ervinum. Ein serstøk tøkk til G3, heimasjúkrasystrarnar og tykkum á B6, ið vóru um hann seinastu dagarnar. Og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum seinasta teinin. Harrin signi tykkum øll. Familjunnar vegna Elin, Poula, Júst, Elsa og John Føðingar 25. mai fingu Guðna B. og Heine V. Mikkelsen, Skála eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3150 gr. 26. mai fingu Barbara og Kristoffur Poulsen, Skopun ein son. Hann var 57 cm og vigaði 4500 gr. 27. mai fingu Inga og Vinjard Magnussen, Sørvágur eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3950 cm. 28. mai fingu Jórun og Kaj Leo Johannesen, Tórshavn ein son. Hann var 56 cm og vigaði 4210 gr. 29. mai fingu Dorrit og Eyðtór Joensen, Vágur ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 2800 gr. 30. mai fingu Sólva og Eyðfinn Johannesen, Skála ein son. Hann var 53 cm og vigaði 3750 gr. 31. mai fingu Birna og Bogi Jacobsen, Tórshavn eina dóttur. Hon var 54 cm og vigaði 3950 gr. 1. juni fingu Finnbjørg Nattestad og Dann T. Nielsen, Hoyvík eina dóttur. Hon var 49 cm og vigaði 3030 gr. Dagurin 3. juni. Erasmus, deyður umleið ár 300. Biskupur í Antiokia. Fleiri ferðir varð lagt eftir honum, og hann varð illa píndur, men komst undan og doyði í friði og náðum. Navnið kemur av grikskum orði, ið merkir elskar. 4. juni. Obtatus, deyður umleið ár 390. Var upprunaliga heiðin maður, sum gjørdist kristin og endaði sum biskupur í Milevis í Numidiu. Hann doyði strádeyðan 5. juni. Grundlógardagur, hildin til minnis um at fría stýrisskipanarlógin kom í gildi í Danmark henda dag í 1849. Dagurin ber annars navnið Bonifacius. Hann var enskur munkur, sum var tiltikin trúboðari og fekk navnið ápostul Týsklands. 80 ára gamal varð hann saman við 52 øðrum myrdur av heidningum í Frísalandi hvítusunnudag ár 754. Jákup Dahl varð føddur hendan dagin 1878 og deyður í 1944. 2. hvítusunnudag, mána­ dagin 5. juni ella grund­ lógar­dag, verður Freydis Poul­sen í Klaksvík 70 ár. Freydis hevur starvast í mong ár innan skúlagátt, og serliga tey seinnu árini hevur hon skrivað rættuliga nógv um fólk og ættsøgu og siðsøguligt tilfar. Freydis er ættað úr Klaks­ vík, og hon býr á Gerðareiði, har foreldur hennara bygdu, og har Freydis og systkini vuksu upp. Mamman var Jo­hanna (1911-2000) fødd Andreasen og ættað úr Tarti í Oyndarfirði. Pápin var Martin Poulsen (1907- 1995), lærari, og ættaður úr Svínáum. Tey búsettust í Klaksvík í 1934, og tey fingu átta børn: Bernhard (1933-1933), Hans (1934), Freydis (1936), Mathilda (1938), Gigga (1939-1998), Jonhild (1942), Lydia (1947) og Odmar (1952-1992). Hans býr á Skála, Freydis og Mathilda búgva í Klaksvík, Gigga búði í Saltangará, Jon­hild býr niðri, Lydia býr í Havnini, og Odmar búði í Klaksvík. Eftir realprógvið í 1952 stóð Freydis í trý ár í klædnabúðini hjá Kjølbro á Biskupsstøð, síðani var hon í Danmark í eitt ár og í Íslandi í meiri enn hálvt annað ár. Nøkur skifti á sumri síðst í fimmti árunum var hon á hotellinum í Klaksvík. Freydis lærdi ongantíð til lærara, men frá á nýggjárinum í 1960 arbeiddi hon sum lær­ari. Fram til á sumri í 1964 var hon ferðalærari í Múla og Haraldsundi, og síð­ani var hon í skúlunum í Klaksvík, har hon var góður starvsfelagi og væl dámd av næmingunum. Foreldrini vóru bæði fróar­ fólk, og Freydis mundi sita væl undir. Hon hevur stórt søguligt og mentunarligt inn­lit, og hon hevur latið burturav til onnur. Eitt nú hevur hon í mong ár undirvíst í ættargransking fleiri staðni kring landið, og hon hevur skrivað í tíðarritum og hildið fyrilestur um Guttorm í Múla (1992). Í Varðanum hevur hon skriv­að um Myrkjanoyri (1998), Ættargrein av Blank­skála (2000, 2001 og 2002) og úr Norðskála søgu (2005). Í Birting hevði hon eisini fleiri greinar: Klein- fólkið (1990), Í Tarti (1991), Uppsala-Pætur (1999) og Brot úr Oyrar søgu (2003). Í Keraldinum skrivaði hon í 2000 um Ziska ættina í Føroyum. Krúnan á skrivligu avrik­ un­um hjá Freydis er Úr Oynd­arfjarðar søgu, sum hon gav út á egnum forlagi í 2004. Bókin er 369 síður og snýr seg fyrst og fremst um húsa- og ættarsøguna í Oyndarfirði. Í fororðunum sigur Freydis í 2004, at tað var fyri 30 árum síðani, at hon fór at spyrja og skriva upp um Oyndarfjørð. Tá hugsaði hon ikki um, at tað einaferð skuldi koma út í bók. Hetta var um ta tíðina, tá ið J. Símun Hansen, sáli, fyrireikaði seg til at skriva Tey byggja land. Símun og Freydis arbeiddu saman í skúlanum í Klaksvík, og Símun lat Freydis sleppa at skriva fólkateljingarnar av úr bókunum, sum hann fekk til láns. Freydis sigur, at pápi hennara, Martin Poulsen, dugdi væl at lesa gotiska skrivt, og at hann las upp, meðan hon skrivaði. Jóhanna og Martin Poulsen búðu eitt ár í Oyndarfirði undir krígnum. Freydis ferð­ að­ist eisini í Oyndarfirði, men hon sigur sjálv, at tað var ikki fyrrenn hon hevði keypt hús í Oyndarfirði síðst í seksti árunum, at hon rættiliga kom at kenna bygdina. Johanna og Martin Poul­sen og øll teirra vóru friðarfólk og góðir grannar. Nú er rættuliga farið at tynn­ ast í tí liðnum, sum bygdi á Gerðareiði eftir kríggið. Vit heilsa Freydis og ynskja hjartaliga tillukku við degnum. Dagurin verður hildin í Oyndarfirði – í kjallaranum undir handlinum hjá Eiv­ indi frá klokkan 16 2. hvítu­ sunnudag. J Freydis Poulsen 70 ár Leygardagin 3. juni verður Tórbjørn Mikkelsen, fyrrverandi stjóri á Toll- og Skattstovuni, 70 ár. Tórbjørn er havnarmaður, foreldrini vóru Ása, f. Har­aldsen, og Gunnar Mikkel­sen. Tey settu búgv áTinghúsvegnum, Trappu­ trøðni, og har vuksu tey upp, systurin Sólvá, fór á ungum árum til Noregs, giftist og býr í Skien og bróðurin Heðin, býr í C. Pløjensgøtu í Havn. Liðugur við realskúlan fór Tórbjørn á Føroya Gjaldstovu, Færøernes Ope­ børs­elskontor, sum stovnurin eisini kallaðist. Hóast Tórbjørn virkaði á sama arbeiðsplássi frá tí hann fór úr skúlanum, hevur hann havt eitt fjølbroytt lív. Virkin í fráhaldsrørsluni, limur í losjuni „Støtt Viljen“ síðan hann varð konfirmeraður, støðugt hin sami ferðigi og fryntligi losjumaðurin. Hondbóltsfelagið Kynd­ il, sum í vetur hevði 50 ár á baki, hevur verið eygna­ steinur hansara. Hann er fødd­ur í sama ári sum B36 varð stovnað, og uppvaksin á Tinghúsvegnum, ið kann sigast at vera vøggan hjá hesum felag, so tað er ein sjálvfylgja, at hann bleiv B36-ari. Var av frægu leikar­ unum í B36. Tórbjørn hevur eisini ver­ið kappingarstjóri innan fótbólt og hondbólt. Fleiri ár í hondbóltsnevndini hjá ÍSF. Í september 1970 vóru Eyðbjørg og Tórbjørn á hond­bóltskongress í Madrid, at fáa føroyskum hondbólti altjóða viðurkenning. Á veg heim aftur 26. september 1970, datt flogfarið niður í Mykinesi. Tórbjørn kom skjótt fyri seg aftur eftir vanlukkuna, men Eyð­bjørg fekk eina longri sjúkra­ legu. Nakað seinni fekk før­ oyskur hondbóltur altjóða viðurkenning. 3. juni í 2003 gav hennara hátign Margretha drotning Tórbjørn Mikkelsen, stjóra á Toll- og Skattstovu Føroya, Dannebrog riddara­heið­ ursmerkið. Tórbjørn hevði 50 ára starvsdag 1. apríl 2003. Hann byrjaði sum skriv­ stovu­næmingur á Færøernes Oppebørselskontor (nú Føroya Gjaldstovu) tann 1. apríl 1953, og starvaðist á Gjaldstovuni til 1987, varð tá varastjóri á Føroya Tollstovu. Í 1993 tá ið Føroya Tollstova og Líkningarráð Føroya blivu løgd saman, varð Tórbjørn varastjóri og síðani stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya. Hesi 50 árini var Tórbjørn við í sera nógvum arbeiði, ið hevur verið við til at menna stovnin. T.d. var hann við í bólkinum, ið fyrireikaði nýggja tolllóg og vøruskrá. Eisini hevur hann verið við til at menna tollkredittin. Í 1971 varð Tórbjørn vald­ur í umboðsráðið hjá Havnar Sjúkrakassa og kom í nevndina í 1980. Hann bleiv valdur til formann í Havn­ar Sjúkrakassa í 1990, og var hann tað, til hann segði seg frá 28 apríl 1998, men ístaðin var hann valdur til nevndarlim. Hann hevur verið formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya síðan 1986. Hann er sostatt framvegis virkin sum samskipari í hesum tíðandi samfelagstátti, sum m.a. stendur fyri samráðingum við læknar í lønar- og øðrum málum. Tórbjørn er formaður í Felagsnevnd Føroysku Frá­haldsfelaga. Hann var í redaktiónsnevndini av 100 ára ritinum hjá losjuni ”StøtViljen” í 2005. Tórbjørn er giftur við Eyð­ bjørg, f. Joensen, sum eisini er virkin í fráhaldsrørsluni. Tey eiga dóttrina Brynhild, fødd í 1964 og sonin Regin, føddur í 1968. Barnabørnini eru 6 í tali. Dagurin verður hildin í Losjuni á Tinghúsvegnum leygardagin 3. juni frá kl.10 – 14. Tórbjørn Mikkelsen 70 ár www.sosialurin.fo