fríggjadagur 2. juni 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 105 - 2. juni 2006 ]
Scolari torir at skifta út
Brasilski venjarin hjá Portugal, Luiz Felipe Scolari, er kendur sum ein
avgjørdur og djarvur venjari. Tá ið Portugal spældi EM á heimavølli í 2004
tók hann fleiri ferðir avgerðir, sum aðrir venjarar helst høvdu ivast í at tikið.
Til dømis í dystinum ímóti Onglandi, har Portugal var aftanfyri, skifti hann
stóru stjørnuna á liðnum, Luis Figo, av vøllinum og sendi álopsspælaran
Helder Postiga, sum eingin roknaði sum nakað serligt, á vøllin. Figo var
ikki blíður um útskiftingina, rýmdi av vøllinum, men Postiga skoraði
avgerandi mál fyri Portugal. Scolari er tó ikki so djarvur, at hann vil taka
heimsins truplastu venjarauppgávu á seg. Hann tók nevniliga ikki av, tá ið
hann fyrr í ár kundi gerast landsliðsvenjari hjá Onglandi.
Gandakallurin úr Tehran
Ali Karimi er týdningarmesti spælarin á liðnum hjá
Iran, og skal liðið úr Miðeystri standa seg væl í HM-
kappingini, er umráðandi, at Karimi er í rætta lagnum.
Hann verður kallaður Gandakallurin úr Tehran, og
summi halda, at hann er tann persiski Maradona. 27
ára gamli Ali Karimi spælir nú fyri týska stórefelagið
Bayern Munchen, og hann fekk ein kvøkk í mars
mánaði, tá ið hann fekk eina skaða í fótin. Men eftir
hvíld og uppvenjing í tveir mánaðir, er Karimi klárur til
at spæla í HM-endaspælinum.
Tað eru fá sum ivast í,
at Portugal og Mexico
eru stórfavorittar til
at koma víðari frá
Bólki D, har Iran og
serliga Angola fáa tað
trupult
HM BÓLKUR D
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Verður bólkur C í HM-enda
spælinum kallaður deyðans
bólkur, so er talan um ein
heilt annan bólk, tá ið ræður
um bólk D.
Her eru tvey av londunum
munandi sterkari enn hini
bæði, og tað kemur óvart
á tey flestu, um antin Iran
ella Angola koma víðari frá
innleiðandi bólkinum. Mest
upplagt er, at Portugal og
Mexico strúka avstað frá
hinum liðunum og koma
víðari í kappingini.
Portugal telist millum
sterkastu fótbóltstjóðir í
Europa, og tað plagar van
liga eisini at merkja, at
landið er millum tey sterk
astu í heiminum.
Mexico verður eisini mett
sum ein sera sterk fótbólts
tjóð, og hóast allir spæl
ararnir ikki eru so kendir
sum teir, ið spæla á stóru
europeisku landsliðunum,
er talan um eitt krútsterkt
lið, sum bæði dugir at verja
væl og at leypa á.
Kendasti spælarin á lið
num hjá Mexico er helst
verjuspælarin
Rafael
Marques, sum spælir fyri
spanska stórfelagið Barce
lona, men í álopinum eru
eisini tveir kendir mans –
Jared Borgetti og Francisco
Fonseca, sum báðir duga at
gera mál.
Mexico kom spælandi lætt
í HM-endaspælið. Landið
tóktist verða sterkari enn
liðini, sum teir spældu ímóti
í CONCACAF-kappingini,
og við 22 málum í 10 dyst
um var ongantíð nakar ivi
um, at Mexico fór at spæla
við í Týsklandi.
Veikur bólkur
Bólkur D verður av mong
um mettur sum tann veik
asti bólkurin í innleiðandi
kappingini, og tað kemst
av, at Angola og Iran eru
bæði í hesum bólki. Iran
verður mett sum eitt lið,
ið kann gera um seg, og
eftir 5-2 sigurin á Bosnia-
Herzogovina nú um dag
arnar, tykist tað, sum um
landið kann gera ein vørr í
Týsklandi.
Stóri spælarin á iranska
landsliðnum er Ali Karimi,
sum spælir fyri Bayern
Munchen
í
Týsklandi,
og hann skal bæði skapa
kjansir og skora mál, um
Iran skal koma víðari.
– Vit hava ikki havt bestu
fyrireikingarnar, tí spæl
ararnir hava verið bundnir
í teirra feløgum til nýliga,
sigur venjarin Ivankovic.
Vónirnar eru heldur ikki
blivnar betur av, at Iran
hevur tapt venjingardystir
ímóti enska 1. deildarliðnum
Queens Park Rangers og
ímóti Makedonia. Men
seinasti sigurin á Bosnia
gav eitt sindur betur vónir
til endaspælið.
Angola verður mett sum
eitt av veikastu londunum í
HM-kappingini yvirhøvur.
Roknað verður ikki við, at
landið hevur nakran sum
helst møguleika at koma
víðari úr bólkinum, og
mest sannlíkt er, at landið
tapir sínar tríggjar dystir í
bólkaspælinum.
Portugal og Mexico
eru favorittar
Mexico við Rafael Marques á odda eigur at spæla seg víðari frá bólki D, sum verður roknaður
sum veikasti bólkurin í HM-endaspælinum.