fríggjadagur 2. juni 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 • fríggjadagur • 2. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
– Gott veður á hvítusunnu
Næstu dagarnar verður veðrið gott kring alt landið – serliga í morgin, sigur Petur Skeel
Jacobsen, veðurfrøðingur:
– Hitin fer at liggja millum 10-15 stig alla hvítusunnu, so møguleiki verður at hugna
sær saman úti í sólini. Serliga verður veðrið gott eystanfyri, men í Havn verður tó eisini
gott »Asfaltveður«, hóast onkrar løtur við mjørka og sirmi eru á skránni, sigur Petur
Skeel Jacobsen og skoytir uppí, at vindin, sum var í morgun, fara vit ikki at hoyra á
hvítusunnu.
- horsdal
Nú verður á fyrsta
sinni høvi at fara
á listaframsýning
í Porkeri, har
mentanardagar
eru um vikuskiftið.
Tað er svenska
listakvinnan Ann
L. Jacoby, ið sýnir
fram 30 málingar,
har flestu av
myndevnunum eru
úr Porkeri og har
um leiðir
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Síðsta summar búði og arbeiddi
svenska listakvinnan Ann
Lundén Jacoby í tríggjar vikur í
Porkeri.
Tíðin í har gav henni íblástur
til eina røð av málningum
við myndevnum úr Porkeri
og støðum har um leiðir,
sum hon fer at sýna fram í
samkomuhøllini í skúlanum í
Porkeri í døgunum 3.- 4. juni.
“Útpostar”
Ann L. Jacoby dylur ikki yvir, at
hon er sera spent uppá, hvussu
føroyingar fara at taka ímóti og
tulka hennara málningar. Við
á hesi framsýningin hevur hon
eisini 10 málningar, sum hon
hevur málað í Lofoten, og sum
hon heldur hóska væl saman við
málningunum úr Føroyum. Sjálv
kennir listakvinnan tað sum, at
hesir báðir “útpostarnir” hóska
væl til hennara temperament
og listarligu tilgongd, tí lívs
treytirnar tykjast meir kargar og
naknar her enn aðrastaðni.
– Sjálvandi forklárar støddin
á hesum báðum samfeløgunum
nógv. Men uttan iva eru
hesar øðrvísi lívstreytir ein
avleiðing av, at íbúgvarnir eru
so tætt knýttir at og bundnir
av eini skiftandi náttúru, sum
modernaða menniskja ikki hevur
tamarhald á. Hinvegin hevur
sama náttúra eisini ótrúliga
vakrar og fjøltáttaðar upplivingar
at bjóða. Í mínum eygum tykist
lívið á “oyggjunum” at hava eina
eyka dimensión av lívsmegi, tí
sansaliga og felagsskapi, sigur
Ann L. Jacoby og leggur afturat,
at tað er, sum um lív og deyði
koma nærri hvørjum øðrum
í slíkum samfeløgum á ein
gevandi hátt.
– Møguliga skapa slíkar
umstøður eitt annað slag av
menniskjum. Og kanska er tað tí,
tað eru so nógv fólk ú Føroyum,
sum eldhugað fáast við tónleik,
myndlist og bókmentir, grunar
listakvinnan.
Mentanardagar
Skipað verður fyri tveimum
framsýningum á hesi vitjanini
hjá Ann L. Jacoby í Føroyum.
Tann fyrra verður í Porkeri nú
í vikuskiftinum, og er hetta
fyrstu ferð høvi er at síggja eina
listaframsýning har í bygdini.
Samstundis verður hetta eisini
eitt slag av mentanarvikuskifti í
bygdini, har ein av stigtkararnum,
Erik Christensen, fer at vísa
diasmyndir, hann sjálvur hevur
tikið umframt at kirkjan og
nýggja Bygdasavnið eisini eru
opin. Tað er Fornminnisfelagið,
sum seinnu árini hevur arbeitt
við at umvæla gamla skúlan í
bygdini, sum nú stendur sum eitt
snotiligt Bygdasavn.
Vikuna eftir, í døgunum 9.-
15. juni, verður framsýningin
hjá Ann L. Jacoby at síggja í
Smiðjuni í Lítluvík.
Fyrsta listaframsýningin í Porkeri
“Stormsikret hus”
“Uden for Porkeri”
Bykerne, Lofoten”
Møguliga eru øðrvísi
lívtreytirnar her
orsøkin til, at so
nógvir føroyingar
fáast við list, grunar
svenska listakvinnan
Ann L. Jacoby, sum í
næstum hevur tvær
framsýningar í Føroyum