Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 2. juni 2006 21 Hann mintist frá barnadøg­ un­um, hvussu hugnaligur hand­ ilin var, men helt, at tað var nyttuleyst, tá rullugardinur fjaldi umhvørvið har. Edward visti, at handilin kundi nýtast til eitthvørt endamál og gjørdi av at geva mentanini inni­vist har. Klaksvík var fiski­ vinnubýur burturav, og umframt í samkomum og innan ítrótt, hendi ikki so nógv. Hann vildi hava fólk at koma inn í handilin, blaða í eini bók – hon bítur jú ikki. Tíma fólk ikki at lesa bókina, kundu tey lesa um innihaldið á baksíðuni – so høvdu fólk ið hvussu er fingið okkurt út aftur við sær. Tímdu tey ikki at keypa fløgur, so kundu tey lurta eftir onkrum lagi o.s...fr. – Bara tað at koma inn í hand­ ilshølini og kenna mentanarliga súsið, skuldi vera ein uppliving í sjálvum sær. Tað unti eg fólki, sigur Edward. Lat fara at talan ikki er um yvirskotshandil, tí tað var onga­ntíð ætlað sum handilsligt virksemi burturav. Endamálið við tiltakinum var at geva fólki eina øðrvísi uppliving. Umráðandi at samleikin fylgir tær Edward heldur ikki, at tað ger nakað, um tað manglar eitt ð í eini bók, men um tað manglar eitt null á botnlinjuni í roknskapinum, kann tað fáa katastrofalar fylgir. Sjey ár eru liðin, síðani hand­ ilin læt upp. Í fyrstuni seldi hann fløgur og plakatir, men við tíðini mentist virksemið, sum nú, umframt at selja bøkur, fløgur og filmar, eisini umfatar listaframsýningar, konsertir og bókakvøld, og kafé er eisini er í hugnaligu, gomlu hølunum. Hetta tiltakið var ætlað klaksvíkingum í fyrstuni, men sum fráleið hava eisini fólk kring landið fingið áhuga at vitja í ”Leikalund”. – Eg havi ikki stundir at vera við í hesum arbeiði longur, men eg vóni, at tað kann liva víðari, sigur Edward, sum ætlar sær at verða verandi í Klaksvík. Hann fer í næstum út at ferðast og hevur fingið møguleikan at fara til Roma at arbeiða í tveir mánaðir. – Tað er spennandi at vita, hvat fer at henda, tó er tað umráðandi at samleikin fylgir tær, tí tá kanst tú altíð mennast í tínum listaarbeiði, sigur Edward Fuglø. verandi