fríggjadagur 2. juni 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 105 - 2. juni 2006
Kristilig konsert
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Um 800 fólk vóru møtt til
konsertina mikukvøldið. Hon
byrjaði nakrar minuttir ov seint
(sum øll føroysk tiltøk gera) við
at fyriskiparnir komu á pallin og
greiddu áhoyrarunum frá skránni.
Teir lovaðu eitt óvæntað innslag
undir konsertini, sum teir tó ikki
vildu siga meira um tá.
Fyrst kom Sarah Brendel,
sum eisini skal framføra á
summarfestivalinum, á pallin.
Hon byrjaði við at syngja ein
sang hjá Petra, og serliga teimum
eldru áhoyrarunum dámdu hann
væl, tí at tey flestu kenna Petra.
Sarah tosaði enskt við einum
sera eyðkendum týskum tóna.
Hon treivst sera væl á pallinum
við sínum gittara.
Røddin hjá Sarah kom veru
liga til sín rætt, tí at tað var
einans gittarin, sum spældi
undir. Hon sang sera reint, men
kortini ópolerað. Hon hevur ein
ráan country-melodiøsan stíl,
sum rakti beint í hjørtuni hjá
áhoyrarunum. Sarah varð ikki
minni væl dámd, tá ið hon rósti
føroyingum og tí vakra landi,
sum vit búgva í.
Eitt triðja navn
Eftir at Sarah var liðug at syngja,
vórðu ljósini sløkt meðan
Andrew Djurhuus bjóðaði tí
triðja navninum vælkomnum
upp á pallin. Eingin visti, hvør
tað var, sum nú skuldi syngja.
Andrew fortaldi, at hon eitur
Charmaine Carrasco og er úr
Avstralia. Tá ið ljósini tendraðust,
kom hon á pallin dansandi og
hoppandi til ein sera góðan
popputan sang.
Eftir tann fyrsta sangin nýtti
Charmaine eisini høvið til at
fortelja eitt sindur um seg sjálva.
Serliga teir friðaligu sangirnir
hjá henni fóru beint inn í hjartað,
tí at hon sang framúr væl.
Charmaine var eisini backup-
voice hjá Rebeccu St. James, og
hon hevði teir somu tónleikarnar
sum Rebecca.
Livdi upp til vónirnar
Høvuðsnavnið á konsertini var
uttan iva Rebecca St. James.
Hon trein á pallin við einum
braki, og alt orkestrið hjá henni
var við. Tónleikaliga er hon í
serflokki, og tónleikarnir og
stuðulsrøddirnar eru framúr.
Umframt tað tónleikaliga, so
hevur Rebecca eisini eina sera
sterka persónligheit, sum stóð
sterkt fram á konsertini. Ímillum
mestsum hvønn sang tosaði hon
um innihaldið í sanginum, og
hvat hann hevur at týða fyri hana.
Rebecca er ein kvinna, sum
ikki einans ynskir at spæla
tónleik fyri at spæla tónleik. Á
heimasíðuni hjá henni stendur,
at hon kennir sína sangyrkisleið
sum eina tænastu fyri Gudi.
Millum annað er Rebecca ein av
teimum fremstu talsfólkunum
fyri ein amerikanskan felagsskap,
sum heitir á ung um at bíða við
kynslívinum, inntil tey eru gift.
Hetta greiddi hon eisini frá undir
konsertini, og í tí sambandi sang
hon ein sang um evnið, sum
kallast ”Wait For Me”.
Móti endanum av konsertini,
fór hon at syngja kendar
lovsangir, og áhoyrarnir
sungu við. Sarah Brendel
kom aftur á pallin, so allar
tríggjar songkvinnurnar sungu
saman. Tað vakti mikla frøi
hjá áhoyrarunum. Nú líktiskt
konsertin meira einum møti, og
Rebecca bað ímillum sangirnar.
Hetta var ein hóskandi endi
uppá konsertina og vísti greitt,
hvat hesar kendu stjørnurnar í
veruleikanum vildu bera fram
á konsertini: Tær vildu greiða
áhoyrarunum frá um teirra trúgv
á Jesus.
Góðir áhoyrarar
Rebecca segði í stuttari
viðmerking eftir konsertina, at
tað merkist veruliga á føroy
ingum, at kristindómurin enn
hevur so stóran týdning í okkara
landi. Áhoyrarnir skikkaðu sær
sera pent, og hóast stemningurin
var sera góður – ja næstan
euforiskur –, so var tað eingin
trupulleiki at fáa tónleikarnar
niður av pallinum, tí at eingin
trokaði ella var nærgangandi
móti hesum kendu persónum.
Tær eru allar takksamar fyri
at fáa møguleikan at spæla í
Føroyum.
Samanumtikið kann sigast, at
konsertin var sera væleydnað.
Rebecca St. James livdi upp
til vónirnar, sum fólk høvdu
til hana. Allar songkvinnurnar
vóru sera nattúrligar og høvdu
gott samband til áhoyrarnar.
Fyriskiparnir frá Gjamma hava
veruliga gjørt eitt gott arbeiði.
Stórsligin
konsert
í Kelduni
Konsertin við Rebeccu St. James
var í Kelduni mikukvøldið. Tað
var eitt stórt upplivilsi at hoyra
tey spæla. Móti endanum av
konsertini var ein lovsangsløta,
har ið øll sungu við
Rebecca St. James sang sangirnar sera inniliga. Teksturin í
hennara songum hevur sera nógv at týða. Hon greiddi frá innihaldinum
ímillum mestsum hvønn sang
Tríggjar songkvinnur framførdu sínar sangir.
Móti endanum av konsertini sungu tær allar saman
til eina lovsangsløtu. Frá vinstru eru tær: Charmaine
Carrasco, Rebecca St. James og Sarah Brendel. Kvinnan
longst til høgru er back-up sangari hjá Rebecca St. James