Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 2. juni 2006 23 Rebecca: – Eg eri eingin stjørna Fyri mong er songkvinnan Rebecca St. James helst ein fyrimynd og ein stjørna í teirra eygum. Hesum er hon kortini ikki heilt samd í. Á tíðindafundi undan konsertini mikukvøldið varð hon m.a. spurd um, hvussu tað var at vera ein trúgvandi songkvinna – og trúgvandi songstjørna. – Skal eg siga sum er, so føli eg meg als ikki sum “a star”. Eg vil heldur kalla meg ein tænara hjá Gudi, har eg gjøgnum hesa tænastuna kann syngja gleðiboðskapin út, sigur hon. Íblástur til sangir sínar fær hon úr Bíbliuni, har tekstirnir ofta eru merktir av at vera ein bøn til Guds. Hóast Rebecca syngur nógv og er ofta á konsertferð, so tekur hon sær altíð tíð til at lesa í Bíbliuni hvønn einasta dag. – Eg vildi ynskt at eg hevði meiri tíð til tað, tí eg føli at tað er neyðugt fyri meg at granska Guds orð. Hinvegin so lesi eg altíð onkra kristna bók, sigur Rebecca St. James. Rebecca át døgurða saman við Rebekku Rebekka Petersen úr Kollafirði hevur altíð verið ein stórur fjeppari hjá Rebeccu St. James. Hon eigur allar fløgurnar hjá henni, og hon heldur hana syngja væl, samstundis sum hon sær upp til hennara persónligheit. Mikudagin fekk Rebekka so møguleika at eta døgurða saman við Rebeccu St. James. – Foreldrini hjá mær fingu tað í lag. Tað var eitt “surprise”. Tað var so kul! Eg visti av ongum, so eg bleiv bæði kløkk og glað, sigur Rebekka Petersen. Hvussu upplivdi tú Rebecca St. James? Hon er nógv kulari enn eg hevði ímyndað mær. Tá ið hon er á pallinum sigur hon so nógv gott, og tú sært, at hon er eitt gott menniskja, men hon er enn kulari enn tað! Hon var púra vanlag at tosa við, og tað var einki stjørnu-kent yvir henni. Hennara stjørna er so ikki vorðin minni hjá mær eftir døgurðan, sigur Rebekka Petersen. - HeiniK Rebecca St. James kennir seg ikki sum eina stjørnu. Hon heldur, at hennara yrkisleið sum songkvinna er ein tænasta hjá Gudi Rebekka Petersen úr Kollafirði og Rebecca St. James