fríggjadagur 2. juni 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 105 - 2. juni 2006
Útgávukonsert
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Maria Guttesen hevur altíð verið
ein egin songkvinna. Hennara
rødd er torfør at seta í bás, og
somuleiðis er mestsum við
tónleiki hennara. Eitt slag av
popp-, soul- og kanska rokk-,
svingaði millum oyrini á teimum
ca. 50 áhoyrarunum, ið høvdu
leitað sær oman í Miðlahúsið at
ynskja Mariu tillukku við nýggju
útgávuni. Stuttligt var at hyggja
kring hølið, tí at áhoyrirnir vóru
mestsum ein samanrenning
millum familju og kenningar
hjá Mariu, og síðan nakrir
tónleikarar sum sjálvsagt taka av,
tá ið teir sleppa at hoyra eina so
forkunnuga songkvinnu. Tað er
jú ikki á hvørjum degi at Maria
framførir sín tónleik í Føroyum,
og tískil var hetta eitt frálíkt
høvið at læra hesa røddina betur
at kenna.
Maria “live”
Maria Guttesen gevur í hesum
døgum út fløguna “Live”. Hetta
er sum heitið ber brá av, ein fløga
við nøkrum konsert upptøkum.
Tónleikurin er ráur og ópoler
aður. Nú fløgan verður útgivin
í Føroyum, hevur føroyingurin
í útlegd leita heim aftur, fyri at
bera fløguna fram fyri almenn
inginum.
Kristian Blak reistist beint
eftir klokkan 20. Hann bjóðaði
áhoyrarunum at vera vælkomnum
til hesa konsert. Hann greiddi
frá, at Tutl og Maria Guttesen
hava knýtt heilt serlig bond, tí at
Maria var tann fyrsta sum gav út
populertónleik saman við Tutl.
Hann beyð Mariu upp á
pallin, og beinanvegin kom
hendan sympatiska kvinnan upp
og settist við el-klaverið. Hon
byrjaði at spæla, og her byrjaði
ein innilig, vøkur og kanska eitt
sindur ov long konsert.
Beinanvegin hoyrdist at her
var talan um eina tónleikakvinnu
í góðari venjing. Hon spældi og
sang trygt, og hetta gjørdi at tú
sum áhoyrari bara kundi seta teg
afturá, og nýta allan tónleikin
sum hon bjóðaði okkum.
Tann torskilda røddin
Um ein skal lýsa songrøddini
hjá Mariu, ja, so hevur ein eina
avbjóðing fyri framman. Tað
er í øllum førum torført at siga
hvørjum hon líkist, tí at hennara
rødd er rættiliga egin. Um vit
fara at samanbera hana við
onkrar aðrar røddir, so kundu
vit varliga rópt hana sum eina
samanrenning millum Eva
Cassidy, Bjørk, Bonnie Taylor
og Sanne Salmonsen. Onkuntíð
hómast eisini ein lítil Nina
Person í hennara rødd. Lesarin
sær helst, at hetta er eitt torskilt
roknistykkið, men eg skal royna
at greiða frá mínum sjónarmiðið.
Tað sum hesar songkvinnur hava
til felags er, at tær hava eina
framúr innliving ella tolking av
tekstum og tónleikinum, og hetta
er ein eginleiki sum Maria eisini
eigur. Tað liggur henni rættiliga
natúrligt at tolka løgini, og hetta
hoyrir tú væl sum áhoyrari. Hon
leggur nógv drama í skapanini
av ljóðinum, men saman við
hennara rødd gongur hetta uppí
eina hægri eind.
Oman á innliving og tolking,
er Maria ein framúr tekniskur
sangari. Hon hevur tað somu
tónatrygdina sum eitt nú Eva
Cassidy hevði, røddin er líka
viðbrekin og varlig sum tann hjá
Bjørk, og hóast hetta hevur hon
eina hása rødd, sum onkuntíð
leiðir teg til Bonnie Taylor, sum
skríggjar av lívserfaring og
pínu. Omaná hetta haldi eg, at
har liggur eitt sindur av Sanne
Salmonsen í røddini hjá Mariu,
við tað at har er okkurt eggjandi
og frekt yvir henni. Hendan
samanbering skal ikki skiljast
sum, at hetta eru songkvinnur
sum hava givið Mariu íblástur,
men heldur sum ein roynd hjá
mær at lýsa røddina fyri teimum
ið ikki vóru tilstaðar ella sum
ikki kenna til hennara rødd.
Hóast Maria hevur tjekk uppá
tær teknisku síðurnar av at
syngja, so haldi eg ikki at hon
neyðtók tær endaleysu krúllurnar
og fraseringarnar. Hon er
generelt sera smaklig í hennara
sangi, og má tískil metast at
vera millum okkara allarfremstu
songfuglar.
Nýtt og gamalt í
nýggjum hami
Maria spældi øll løgini sum
eru á finna á fløguni. Á fløguni
eru onkur eldri løg, men eisini
fleiri nýggj løg á fløguni. Tá ið
Maria fór undir at spæla eina
vøgguvísu, kom sjálvsagda
hæddarpunktið á konsertini. Tá
kom Lena Andersen uppá pallin
at syngja duett saman við Mariu.
Nú vóru knappliga tvær av
okkara fremstu songkvinnum á
pallinum, og hetta lovaði gott.
Røddir teirra klingaði sera væl
saman, tá tær í onkrum brotum
sungu saman. Hetta var akkurát
tað sum skuldi til, tí at hóast
Maria syngur og spælir væl,
so var tað deiligt at hoyra eitt
sindur av variatión í konsertini.
Innslagið við Leni og Mariu
var hæddarpunktið fyri meg, tí
at tær eru hvør sær so sterkar
persónligheitir á pallinum, og
hetta var ein sterk løta hjá okkum
áhoyrarum.
Ein heldur long konsert
Konsertin gjørdist tíanverri
í so drúgv eftir míni meting.
Maria sang og spældi el-klaver
alla tíðina, og hetta gjørdist
nakað einstátta í longdini. Hetta
elektriska klaverið hevði eitt so
fagurt ljóð, at gjørdist ov bleytt
og óinteressant í longdini. Maria
hevði eisini eitt ordiligt klaver
standandi beint við síðuna av,
men hetta valdi hon ikki at brúka
nakað serliga nógv.
Í einum lagið vendi Maria
sær, og byrjaði at spæla
Dukka Mín Er Blá á tí ordiliga
klaverinum. Ikki skal eg siga at
hetta innslagið var so ófatiliga
væleydnað, men tú hoyrdi
veruliga munin á einum bleytum
el-klaveri og einum røttum,
akustiskum klaveri. Eg haldi at
tað er spell at Maria ikki spældi
meiri uppá hetta klaverið, tí at eg
rokni við konsertin hevði blivið
betri av tí sama.
Um tónleikin hjá Mariu er at
siga, at tónleikurin er bleytur
tónleikur, sum leggur seg væl
afturat hennara hásu rødd.
Tónleikurin er skrivaður eftir
bókini; har eru rættar endurtøkur,
klimaks er uppá pláss o.s.fr.
Tað kemur ikki ofta fyri at, tú
gerst kløkkur av tónleikinum
– tónleikurin er stílreinur, og er
fram um alt annað, eitt amboð
hjá Mariu at syngja og yrkja yvir.
Maria Guttesen er eitt frískt
lot í føroyska tónleikaheiminum.
Hon er ein einari sum skal
virðast fyri hennara tónlistarliga
arbeiði. Hon er ein frálík
sangarinna, og so er hon eisini
ein sympatiskur, sjarmerandi og
professionellur frontfigurur.
Lesið meir um Mariu á www.
mariaguttesen.dk
Maria Guttesen
í Miðlahúsinum
– Ein sangfuglur
í útlegd!
Maria og Lena vísa sínar dygdir
Mynd: Frans Galan tók myndirnar
Maria Guttesen gevur í hesum døgum út fløguna “Live”
Hóast Maria hevur verið í útlegd í mong ár,
so er hon als ikki gloymd her heima. Javnan
er hon at hoyra í útvarpinum, men tað er
sjáldsamt at vit sleppa at upplivað hana
“live” í heimlandinum