fríggjadagur 2. juni 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 2. juni 2006
25
Almannastovan søkir løgfrøðing
Arbeiðsuppgávurnar hjá løgfrøð-
inginum fevna á barnaverndarøki-
num um at ráðgeva í løgfrøðiligum
spurningum, at fyrireika mál og
tryggja, at tey eru væl lýst, áðrenn
tey verða løgd fyri høvuðsbarna-
verndarnevndina. Uppgávurnar á
stjórnardeildini fevna um løgfrøði-
liga ráðgeving og vegleiðing til
leiðslu og starvsfólk, ummælan av
uppskotum til lógir og kunngerðir
á almannaøkinum, málsviðgerð í
ávísum málum, tilevnan av leið-
beiningum og kunningartilfari,
luttøku í tvørfakligum samstarvi
og aðrar uppgávur á deildini.
Starvið verður sett og lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.
Starvið sum løgfrøðingur er eitt
fulltíðarstarv, býtt í helvt ímillum
skrivstovuna hjá Høvuðsbarna-
verndarnevndini og stjórnar-
deildina á Almannastovuni. Tær
báðar eindirnar halda til í somu
hølum og hava eitt tætt samstarv.
Løgfrøðingurin verður partur av
einum stovni, ið alla tíðina má
tillaga seg broytingarnar í sam-
felagnum og taka við avbjóðing-
unum, sum liggja í tíðini og í
framtíðini.
Okkara ynski er, at løgfrøðingurin
er virkin og nærlagdur, hevur góð
samstarvsevni og arbeiðir sjálv-
støðugt við at loysa uppgávurnar í
tráð við endamálið hjá stovninum
og teir málsetningar, stovnurin
hevur. Tað er ein fyrimunur at
hava starvsroyndir innan almenna
fyrisiting.
Fleiri upplýsningar um
starvið fáast við at venda
sær til Petru Johnsdóttir
Joensen, stjóra, á telefon
35 35 10.
Skrivlig umsókn skal verða
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 14. juni 2006,
kl. 12.00.
Send umsóknina til
Almannastovuna,
Smyrilsvegur 20, Postboks
3096, 110 Tórshavn.
Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini
frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólkunum.
Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygd-
ina og virðingina fyri einstaklinginum, eins og virkað
verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og
samstarvið á stovninum.
Á skrivstovuni hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini er ein
sosialráðgevi í fulltíðarstarvi, sum hevur ábyrgd av tí
rakstrarliga og at leggja arbeiðið á skrivstovuni tilrættis.
Skrivstovan hevur til uppgávu at fyrireika mál, sum
verða løgd fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina, sum
tekur avgerðir sambært barnaverndarlógini m.a um
umsorganaryvirtøku og skipan av hesi, samverurætt í
sambandi við umsorganaryvirtøku, rætt til ókeypis
umboðan, vm.
Á Stjórnardeildini eru 3 starvsfólk í fulltíðarstarvi og ein
deildarleiðari. Starvsøkið hjá Stjórnarskrivstovuni fevnir
um ráðgeving og vegleiðing til leiðslu og starvsfólk í
sosialfakligum, løgfrøðiligum og øðrum fyrisitingar-
ligum spurningum, gerð av innanhýsis leiðbeinandi
reglum og kunningartilfari, kæruummæli, ummæli av
lógar- og kunngerðaruppskotum o.a..
K R E A . F O . TEL 47 80 80
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo