fríggjadagur 2. juni 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
26 ár eftir at hon
kom út á fyrsta sinni,
vekir kultskaldsøgan
Gentlemen eftir Klas
Östergren nú aftur
miklan ans
Nýútgáva
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
At bøkur hava lyndi til at liva
sítt egna lív er 26 ára gamla
kultskaldsøgan Gentlemen hjá
svenska rithøvundanum Klas
Östergren nýliga vorðin eitt
rættiliga gott dømi um. Herfyri
flokkaðist danska pressan um
Östergren – ikki so nógv fyri
at fregnast eftir framhaldinum
av Gentlemen, Gangters, sum
júst er komin út, men tí gamla
kultskaldsøgan júst er týdd til
danskt ...
Skaldslig symbiosa
Orsøkin til at Östergren var í
Danmark, var nú eisini at gera
reklamu fyri donsku týðingini
av Gentlemen, ið danskir
ummælarar nú um dagarnar
umtala sum “stóra svenska
skaldsøgulist”. At tað tók teimum
so langa tíð at fáa eyga á bókina
heldur høvundurin vera enn eitt
prógv um, at danir og svenskarar
eftir øllum at døma ikki lesa
bókmentirnar hjá hvørjum
øðrum.
Hvat gamla bókin hevur at
siga lesararum í dag, dugir hann
ikki at meta um, men viðgongur
tó sjálvur, at tað kendist heilt
øðrvísi at lesa hana aftur, í
sambandi við framhaldið, enn tá
hann sum 23 ára gamal skrivaði
bókina.
– Tað er ein heilt onnur
bók, eg nú havi lisið umaftur.
Gentlemen snúði seg í ávísan
mun um, hvussu tað er at liva
her og nú. Also í 1978. Sjálvur
vendi eg mær ímóti tíðarinnar
stættastríðsbókum. Mínir
høvuðspersónar binda slips við
Windsorknúti, eins og eg sjálvur
gjørdi í eini tíð, tá høvundar helst
skuldu ganga í skipstroyggjum og
hava fullskegg, segði Östergren
við Information herfyri.
At bókin nú knappliga hevur
fingið ein nýggjan lesaraskara,
eisini í Svøríki í sambandi við
endurútgávuna, hongur møguliga
saman við, at svenska samfelagið
er vorðið so nógv meir eins
háttað, heldur høvundurin.
Sjálvur hevði Östergren
ongantíð ímyndað sær, at hann
skuldi skriva eitt framhald av
Gentlemen. Tað var ikki fyrr
enn hann nærkaðist sínum 50
ára føðingardegi, at persónarnir
frá bókini byrjaðu at rusast við
aftur í huganum hjá høvundanum
– kanska tí bókin sum so ongan
enda hevði, grunar Östergren.
– So eg byrjaði at skriva,
og brádliga fingu persónarnir
lív av nýggjum. Eftir mínum
tykki er Gentlemen vorðin betri
av Gangsters, og Gangsters
hevði verið vánaligari uttan
Gentlemen. Okkurt slag av
skaldsligari symbiosu er hend,
sum eg ikki hevði ímyndað mær
frammaundan, sigur høvundurin.
Góðtekur ikki endar ...
Gangsters er ikki eitt vanligt
framhald av eini skaldsøgu.
Meðan Gentlemen snýr seg
um, hvussu ein týðing av Det
röda rummet hjá Strindberg
bleiv, ella kanska ikki bleiv
til, snýr Gangsters seg um,
hvussu Gentlemen bleiv til.
Ljóðar sum eitt typiskt dømi
um metaskaldskap, men tað
hevur ikki verið ætlanin hjá
høvundanum.
– Mær dámar ikki hugtakið
“metaskaldskap”. Tað kom
mest sum bara av sær sjálvum,
at ein 50 ára gamal ikki kann
taka skrivingina hjá einum 23
ára gomlum upp aftur, sum um
onki var hent. Tí er Gangsters
meir eitt slag av viðmerking,
sigur Östergren, sum viðgongur,
at hann ongantíð hevur lært seg
ein ávísan framferðarhátt, tá
hann skrivar. Hugskotini liva sítt
egna lív og koma, tá tað passar
teimum. Tí hevur hann eisini ilt
við at góðtaka endar
– Veruleikin endar jú ikki.
Hann verður bara til okkurt
annað. Tí er tað eisini eitt løgið
fyribrigdi, at vit so fegin vilja
hava ein enda. Tað minnir kanska
eitt sindur um tankan um tað
fullkomna menniskja, sigur Klas
Östergren.
Kultskaldsøga fær nýtt lív
Stórar, tjúkkar, tunnar, smáar, langar…
Stórar, tjúkkar, tunnar, smáar, langar…
Vit gera bøkur frá uppseting til liðugtgerð. Við drúgvastu royndunum
innan bókaprent er tín bók í góðum hondum hjá okkum
tel. 314 555, www.foroyaprent.fo
Klas Östergren, Gentlemen (1980)
Týtt til danskt, Nina Bolt
Tiderne Skifter, 2006
Bókin byrjar við, at vit hitta
tann niðurundirkomna unga
høvuðspersónin Klas Östergren,
sum ørkymlaður gongur runt
í síni tómu íbúð og spyr seg
sjálvan, hvat varð av tí lovandi
rithøvundanum, hann var, fyri
bert einum ári síðani. Tíðin
verður síðani skrúvað eitt
ár aftur, har Klas júst hevur
fingið til uppgávu at skriva
eina nýggja týðing av Det röda
rummet eftir Strindberg. Men
trupulleikar stinga seg upp, og
Klas fær ikki rættiliga gongd á
arbeiðið. Í staðin rennir hann
seg í tann gátuføra boksaran og
klaverleikararn Henry Morgan
og flytir inn í íbúðina hjá honum.
Sum fra líður flytir beiggi Klas,
Leo, eisini inn í íbuðina. Hesin
var einaferð ein nógv róstur
yrkjari, men býr nú fyri tað
mesta á sinnisjúkrahúsi.
Síðani kemur ein tíð, har
hesir tríggir mest at kalla
spæla eina modernaða og
óunniliga útgávu av Det röda
rummet við pengatrupulleikum,
ógoldnum marglætismáltíðum,
druktúrum og kvinnum, ið
hava sæð betri dagar. Lýsingin
av teirra dekadentu lívsførslu
verður samstundis ein lýsing
av einum kyniskum svenskum
vælferðarstati, gjøgnumsúrgaður
av korruptión, gølum og
vina og kenninga politikki.
Spakuliga verða Henry og Leo
dringnir ikki í okkurt av nógva
undirgrundarvirkseminum, sum
Klas nær at fortelja um, áðrenn
teir báðir brádliga hvørva.
Aftur í nútíðini stendur gátu
føra elskarinnan hjá Henry ein
dagin í durinum hjá Klas og lovar
at fortelja honum sannleikan um,
hvat hendi við teimum báðum.
Ein sannleika, Klas helt seg
kenna, men sum framhaldið av
bókini, Gangsters, varpar eitt
heldur øðrvísi ljós á.
Gentlemenninir í reyða rúminum
Við endurútgáuni av 26 ára gomlu kultskaldsøguni Gentlemen, hevur svenski
høvundurin Klas Östergren fingið enn ein nýggjan lesaraskara
Nr. 105 - 2. juni 2006