fríggjadagur 2. juni 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 2. juni 2006
34
Lýs teg sjálvan við trimum
orðum:
– Droymandi, skapandi og
undangongufólk.
Hvat orð ella hvønn setning
nýtir tú oftast?
– Man burdi…
Hvørjum hyggur tú at hjá
hinum kyninum?
– Avgjørt hondunum, tí tær eru
so sigandi.
Hvussu langa tíð nýtir tú at
gera teg kláran um morgunin?
– Fimtan minuttir. Eg leypi
undir brúsuna, raki mær og
busti tenn. Síðan eti eg ein
góðan morgunmat, ið altíð er
havragreytur ella rugbreyð og
banan.
Hvat stressar teg?
– Tað, eg ikki megni at gera.
Eitt nú eri eg sera óruddiligur
og finni sjáldan tað, eg skal. Tað
stressar meg almikið.
Hvat gleðir teg?
– Fyrst og fremst tá eg kenni meg
væl, og familjan hevur tað gott.
Somuleiðis gleðir tað meg, tá
abbabørnini eru á vitjan.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
– Fyri fýra vikum síðani feldi
eg gleðitár, tá Svenning á Lofti
hevði eina útvarpssamrøðu við
ein toftamann.
Nær smakkaði tú tær seinast á?
– Á ólavsøku í 1997.
Hvat var tað seinasta ynski, tú
fekst útint?
– Tá eg fór við einum bólki av
tíðindafólkum til Barcelona at
vitja ein ferðaleiðaraskúla. Tað
var ein ótrúliga góð og gevandi
ferð.
Hvar arbeiðir tú?
– Um summarið arbeiði eg í
ferðavinnuni. Eg geri útferðir
í Føroyum. Restina av árinum
arbeiði eg við ENJO, ið eru
reingerðaramboð, sum vaska
uttan sápu og bert við vatni.
Hvørji ráð hevur tú til fólk,
sum ætla sær at fáast við
ferðavinnu?
– At gera ferðavinnuna til ein
lívsstíl. Um tú ætlar tær at
arbeiða sjálvstøðugt innan hetta
yrkið, nyttar ikki at arbeiða bert
fyri pengarnar, tí arbeiðið tekur
sera nógv tíð.
Hvat er besta uppfinningin?
– Hjólið, tí tað fær alt at mæla.
Hvat hevur tú í lummunum
beint nú?
– Alt millum himmal og jørð.
– Eitt myndatól, tvey sett
av brillum, fartelefon, pass,
kúlupenn o.s.fr. Eg havi altíð
nógv í lummunum.
Hvat er títt besta heimaráð?
– Ikki at roykja, ikki at drekka alko
hol og at hugsa um, hvat vit eta.
Hvør er stuttligast í Føroyum?
– Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale.
Fløgan, teir góvu út, var sera
stuttligt. Teir fáa meg at flenna
hart, tá teir í speisemi skemta við
føroyska samfelagnum.
Hvør er keðiligast í Føroyum?
– Eg sjálvur, tá eg eri í ringum
lag. Tá eri eg keðiligur!
Hvussu ofta speglar tú tær?
– Um morgunin, tá eg havi verið
í brús og turki mær.
Hvussu ofta ert tú til frisør?
– Eini fýra ferðir um árið. Tá
klippi eg mær altíð stutt.
Hvør er tín stuttligasta
uppliving innan ferðavinnuna?
– Eg havi upplivað nógvar
stuttligar løtur í mínum starvi.
Serliga er tað stuttligt, tá eg
vísi ferðafólki Føroyar fram, og
tey síðan fortelja mær, hvussu
spennandi og vakurt tað er í
Føroyum.
Hvør er tín keðiligasta
uppliving í tínum arbeiði?
– Tá eg komi forseint. Tað hendir
ikki ofta, men viðhvørt. Tað
standa altíð nógv fólk og bíða
eftir mær, og tá er tað sjálvandi
keðiligt at skuffa tey.
Sámal Bláhamar,
ferðavinnumaður,
58 ár
»Eg eri sera óruddiligur«