fríggjadagur 2. juni 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 2. juni 2006
35
Nú leika íður um firðir og sund
í broddi, nú pisakanningin úr
koppi kagar. Nú hoyrist og sæst
í loftmiðlum og bløðum um tann
vánaliga føroyska fólkaskúlan,
sum er farin av knóranum av
einari Pisakanning, sum fá vita
um, hvussu henda kanning er....
tað eru bert næmingarnir í 9.
flokki, sum vita um hana, og
teir siga, at hon var skýtbýtt, og
teir skiltu ikki allar orðingarnar.
Hetta er tað, sum tey flestu vita.
So svørt er niðan um hetta evnið.
Ja, eg meini tað.
Eitt bygdasligt univers
Tað er munur á universinum,
sum tey ungu hava í dag í mun til
tað, sum vit høvdu í okkum, ella
oman fyri kríllin, tá ið vit vóru
ung. Meg minnist væl, tá ið ein
á onkrari útferð kom til Gøtu og
sá gøtugentur ganga í gøtutúni
og spáka sær. Tá gjørdist tú so
kløkkur, rodanaði upp um bæði
oyru og skundaði tær innaftur
um Varmakeldueiðið og legði
teg undir dýnuna og huldi upp
um høvur. Gøtugentur gingu á
tveimum beinum! Ikki at tala
um, tá ið rokkið varð út á Toftir,
tá kókaði blóðið í æðrunum og
hvør spong darraði undir hesum
fremmanda hválvi, meðan ein
vangamynd av einari fittari
toftagentu í mótljósi kom til
sjóndar undir eini gatlykt í
Toftatúni. Tær gingu eisini á
tveimum beinum.
Vit koyrdu út til Gøtu og Toftir
og dugdu kasarollubendingarnar
og Alt står i Guds faders hånd
uttanat...... Hetta var okkara
alheimsgerð..... Nú fara tey
ungu kring knøttin við einum
ryggsekki á bakinum uttan
at rodna við, og tey smæðast
ikki burtur millum allan
tann heimsgjørda ungdómin
– tvørturímóti. Fleiri teirra duga
– umframt danskt, tvey onnur
fremmanda mál á ræði. Ikki so fá
lesa við fremmandar lærustovnar
og røkka somu mál sum allur
tann alheimsgjørdi ungdómurin.
Vit hava ongantíð í Føroya søgu
havt so mong lesandi úti í heimi,
so nógvar føroyingar siglandi um
heimshøvini sum júst nú. Vit hava
ongantíð havt so mong ung, sum
spæla uppá, .... og ongantíð havt
so mong ung myndlistafólk sum
júst nú.... og ongatíð so mong,
sum gera seg galdandi í ítrótti....
og ongantíð so mong ung, sum
skriva. og spæla sjónleik sum
júst nú. Nei, kanska er tað skeiva
tornið í Pisa ikki so skeivt, sum
vit halda tað vera.
Hvat gongur Pisakanningin
út uppá? Hvussu er hon orðað?
Hvat er innihaldið í henni? Hvør
ger hana? – Er bítið millum
kynini eins, ella er tað menn í
svørtum klæðum, hvítari flippu
og stressmappum, sum gera
hesar spurningar, sum leggja
seg í teymarnar fyri at tekkjast
ávísum ídnaðarformum. Hvat
samfelag er hon ætlað til? Hvat
er meiningin við henni?
Tað hevur alstóran týdning at
hava eitt gott og rúmsátt univers
og eina kosmiska hugsjón. Hevur
tú ikki tað, so kanst tú blíva eitt
snerpið menninskja, sum gongur
eftir doktrinum, lærusetningum,
politiskari fanatismu og átrúnar
ligum sjálvsøkni og einari lítlari
ódeyðiligari sál, sum ikki rúmast
í tær sjálvum ella í menniskjans
medviti.
Bágar í skúlanum
Nú er loyst úr lagdi við hesi
kanning, sum øll umrøða, men
sum fá vita um at siga. Væl
vita vit, at bágar eu í fólka
skúlanum og skal ikki so nógv
til fyri at rætta skeiva tornið
í Pisa. Ein tann stórsti bági í
framhaldsdeildini í dag eru
allar tær avbrótingarnar, sum
eru, tí børnini skulu altíð okkurt
annað. Miðnámsskúlarnir vilja
hava fatur á teimum ungu. Tey
skulu á setursskúla, tey skulu
vitja SEV, tey skulu vitja á
ferðslutrygd, tey skulu hava
sína verkætlan, tey skulu til
tannlækna, ikki so fá fara at
ferðast við foreldrunum í úrtíð,
tey skulu læknakannast, kunnast
um rúsevni, fáa vitjan av ymsum
musiskum bólkum á skúlanum,
fara uttanlands í ítrótti, í sangi
og tónleiki, lærarin sjálvur er
frá vegna onkra burturferð, 10.
fl. fer eina uttanlandsferð upp
undir endan o. s. fr. Alt hetta er
sera gott, men tað gongur út yvir
undirvísingina. Haldi persónliga,
at effektiva undirvisingin er uml.
60 % av samlaða tímatalinum í
støddfrøði og myndlist, sum eg
havi undirvíst í 40 ár. Lógin, sum
tú undirvísir eftir, er ikki broytt.
Evnini, sum hvør lærari skal
ígjøgnum í tráð við lesiætlanina,
er ikki broytt, meðan nýggj
hugtøk støðugt koma inn í
skúlan frá øllum “vinklum”. Tað
skal ikki stór orka til at broyta
hetta, so tað verður til tað betra.
Hugsandi er, at tað er alneyðugt
at finna eina loysn, so hon
serliga verður skúlanum til gagns.
Mær hóvar stak væl undir
vísingarmátan við verkætlanum,
og somuleiðis dámar næming
inum framúr væl hesa avbjóðing,
men hon tekur einar hálvatriðju
viku av skúlaárinum. Hon skal
fyrireikast væl, verkætlanin varir
í eina viku, og tað tekur næstan
eina viku at eftirmeta avrikið.
Sosialir tvørleikar
Eitt annað, sum er tvørrandi í
undirvísiningini, eru næmingar,
ið møta illa upp og koma ov
seint. Tú kanst ikki burturvísa
næminginum, men vera fittur
og blíður og lyfta og lætta
alla somlu tíðina. So eru tað
næmingar, sum vegna sosialar
trupulleikar hava ilt við at fóta
sær innan skúlans gátt. Kanska
er hetta ein tann stórsti bági, sum
er í skúlanum í dag, sum kostar
samfelagnum (kommununum)
stóra upphædd, tí teir skulu t.
d.hava sálarliga hjálp og kanska
verða vístir til onkran stovn
í Danmark, har teir vónandi
koma undan, men tað skal nógv
til, áðrenn hetta hendir. Fáa vit
eina nýggja skipan við lærarum
við hægri úbúgving, fara hesir
trupulleikar at vera verandi.
Spurningurin er, um henda
tyngjandi støða eigur at verða
løgd aðrastaðni, nú sosialar
deildir eru kring oyggjarnar, og
ikki darva undirvísingini. Nei, eg
veit ikki.
Skúlin fyri øll
Skúlin er fyri øll – eisini fyri
tey, sum vegna førleika ikki
kunnu fylgja við í eini vanligari
floksundirvísing, men tað skal
eisini vera pláss fyri teimum í
fólkaskúlanum. Hetta eru ikki
skeivleikar, sum hesi hava fingið
upp á kroppin av menniskjans-
ella samfelagsávum, men í
vøggugávu. Tað kostar pening
at fáa hesi undan og at geva
lærarum(pedagogum) førleika at
taka sær av hesum næmingum.
Ofta eru umstøðurnar út av lagi
vánaligar, tá ið komið verður til
hesa røkt og fyri at røkka hesum
málum, skulu stórar íløgur
gerast. Hetta er so ein politiskur
spurningur, og vilji skal til tess at
røkka hesum málum.
Ja, ja, ája, vit kunnu leika í
og føra okkum fram sum gudar,
men veruleikin er bara ein heilt
annar. Ja, vit lærarar kunnu
seta okkum fót á skák og seta
út í kortið og siga: Hetta krevja
vit!!!!!! Hvat so???? Ja, og hví
ikki tað?
Skapandi lærugreinirnar
– eitt hjartasuff
Eg vil vísa á eina samskipaða
lærugrein, sum eg eri so
forsindaður inn á hesi seinastu
árini – tað er handverk og list.
Mær hóvar stak væl at undirvísa
í lærugreinini myndlist, sum
hevur havt heitið tekning, evn
ing og tilevning. Nú eru tað
fimm lærugreinir, sum eru í
einum potti: Handverk og list
– tónleikur, smíð, tilevning, heim
kunleiki og handarbeiði. Hetta
er ein vavstur í míni verð. Eg vil
bara nevna, at her hava vit fyrst
eina samskipaða lesiætlan fyri
hvørja lærugrein, og so hevur
hvør skúli sær eina lesiætlan
fyri hesar lærugreinir afturat. Eg
hevði hildið, at landsins myndug
leikar nú gjørdu eina lesiætlan
fyri allan Føroya skúla og eina
lesiætlan, sum æt myndlist.
Danir hava tey seinastu árini
kalla tilevning fyri “billedkunst”,
og er henda lærugrein ein sjálv
støðug lærugrein í tí danska
skúlanum. Nú eru danir farnir at
kjakast um lærugreinina, um hon
ikki skuldi itið “Visuel kultur”.
Her verður hugsað um myndir
– og symbolir. Unge pædagoger
nr. 7- 8. des. 2003.
T. d. tá ið tilevning ( myndlist)
verður umrødd, tala flest um
handverk og list. Eg spyrji:”
Hvatt meinar tú?” “ Eg meini
handverk og list”.... “Ja, hvat?”
So kemur gurglandi úr ranga
strupa. “ Eg meini tilevning,
smíð o.s.fr.” Hugsi, at ávirkanin
til hesar lærugreinir kemur úr
Noregi, har hon eitur kunst og
håndverk. Havi altíð hildið síðani
hesin formur tók seg upp, at tær
skapandi lærugreinirna hava
ikki kent til móðir- ella faðirkær
leika, og hugsað verður serliga
um myndagerðina sum ein
móðurloysing undir hesum heiti.
Myndabroyting
Hugsi um orðið myndlist, sum
er eitt fitt og snøgt orð, sum
kundi verið brúkt, og at henda
lærugrein stóð einsamøll, eins og
føroyskt, danskt, eingilskt o.s. fr.
Myndafatanin er so staðiliga
broytt tey seinastu árini serliga
millum ung fólk. Orðið tilevning
er orð, sum ikki tekur mátarnar í
myndlist til sín, sum hetta orðið
gjørdi fyri nøkrum árum síðani..
Hetta hevur havt sín týdning
og staðið fyri eini nýgerð av
lærugreinini tekning (evning)
í eini 25 ár. Hetta heitið er í so
jarðbundið og lyftir ikki greinina
upp á tað støðið, har hon eigur
at vera.
Hvat heldur tú um tær digitalu
myndirnar? Ikonirnar í telduni?
Symbolini um tún og strætið?
Tær streymlinjaðu, grásvørtu
lýsingarnar í bløðunum, sum
eru neyvt gjørdar av fólki, sum
hava lærdóm í slíkum? Hvat
heldur tú um allar tær myndirnar,
sum flóta á alnótini? Øll tey
digitalu myndagjørdu spølini,
sum tey ungu fáast við hvønn
tann einasta dag? Hvat heldur tú
um myndatólið í fartelefonini?
Hvat heldur tú um Adope
Pfotoshop 7 sum kann broyta og
umskapa myndir alt eftir tínum
egna ynski? Hvat heldur tú um
Power Point? Hvat heldur tú um
installatiónir o.s.fr. Ja, hvat skulu
vit halda?
Í myndlistina kemur so nógv
annað sum t. d. leirarbeiði,
grafikkur,
standmyndir
av ymsum slag,
relieff og træ
skering. Evnið
er so vítt og
stórfingið, at
í míni verð er
hetta litríkasta
lærugrein á
skúlanum, sum ikki kennir sín
líka. Sjálvandi skal hon verða
lívgevandi fyri aðrar lærugreinir t.
d. tá ið verkætlanir eru.
Universið
Vit kunnu enda aftur við
universinum hjá teimum ungu,
sum er ein stjørnuhimin, tey hava
í sær, sum gevur teimum ein
førlíka í endurskini úr føroyskum
kosmiskum jørðildi. Fara vit at
blíva við at tengja hetta upp í
handverk og list, verður hetta til
endans ein ystingur av ringasta
slag. Tað verður ikki alt fleytir,
ið tyril kemur í. Tað vita vit,
men vit eiga ikki at forsmáa
viðbrøgd, sum liva í hugans
heimi hjá teimum ungu. Hetta
eigur myndlistin at tulka og
eigur at verða ein høvuðstáttur
í allari myndagerð. Føroya
skúla at frama. Alt annað ber
á skeivan bógv, og knýta vit
hesa stórbaru lærugrein uppí
aðrar undirvísingargreinir,
verður hesin skaðin so stórur, at
stoltleiki teirra ungu verður eitt
neyðardýr, sum ikki kemur at
tulka teirra kosmisku fatan av
tilverunar listaligu avbjóðingum.
Vit mugu ansa eftir, at listaliga
Skeiva Tornið í Pisa ikki fer
av knóranum og smildrar alt
kring seg, men seta skrástívara
uppundir, so tað stendur.
Møguliga er tað ov seint at
brúka orðið myndlist... onkur
hevur kanska eitt fittari orð til
hesa lærugrein, men tilevning...
tað er ov seint.....
GG!
Hvussu ber tað til, at t. d. Fiski
vinnuskúlin í Vestmanna og
Føroya Handilsskúli ferð aftan
á ferð vinna kappingar, sum
næmingarnir á hesum skúlum
eru við í úti í heimi? Hvussu
skeivt er Skeiva Tornið í Pisa?
Skeiva tornið í Pisa stendur enn
Katrhrina, 10 fl.
Lærari & listamaður
Frits
Johannesen