Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-02, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 2. juni 2006 53 Puntur nr. 5 Í hjartanum í Aalborg liggur Helnan Phønix Hotel, sum er gistingarhúsið, ið tey kendu brúka, tá tey koma til býin á vitjan. Hugnaligi hotellið er elsta og besta gistingarhúsið í Aalborg Helnan Phønix Hotel verð­­ur mett sum besta gist­ingarhúsið í norður­ jútska býnum Aalborg. Gist­ingarhúsið liggur mitt í býnum, men sam­ stundis er umhvørvið kring gistingarhúsið sera hugnaligt við einum friðar­ ligum bakgarði. Helnan Phønix Hotel er elsta hotellið í Aalborg, og tær fýra stjørnurnar, sum hotellið kann prýða seg við, lúgva ikki. Umstøðurnar á hotellinum eru sera góðar, matstovan bæði snotulig og eksklusiv, og rúmini stak góð og rúmlig. Gamalt hotell Helnan Phønix Hotel hevur eina drúgva og spennandi søgu, sum byrjar longu í 1853, tá ið fyrsti parturin av hotellinum var bygdur. Navnið fekk hotellið eftir fuglin føniks, sum reis úr øskuni. Hóast talan er um eitt sera gamalt gistingarhús, sæst hetta ikki, tí Helnan Phønix Hotel hevur verið fyri støðugum umvælingum seinastu 20 árini, og í dag er talan um eitt nútímans hotell við øllum hugsandi hentleikum. Á hoellinum eru 220 rúm, fitnessrúm, vietsluhøli, matsova og barr. Kendasta gøtan í Aalborg er uttan iva Jomfru Ane Gade, har kaffistovur, dansi­ høli og undirhald annars finn­ist í ríkiligt mát, og gøtan liggur stutt frá Helnan Phønix Hotel – bara einar 100 metrar. Stjørnurnar gista Helnan Phønix Hotel fær javnan vitjan av kendum fólki, sum koma til Aalborg ella økið nærindis. Tá ið fínar vitjanir eru av politiskum leiðarum ella øðrum, verður Phøniz- hotellið brúkt sum gist­ ingarhús, og tað sama er við eitt ítróttarfólki og tón­ leik­arum, sum koma til býin. Nibe Festivalurin liggur í nánd av Aalborg, og allir teir kendu tónleikararnir, sum spæla á festivalinum, búgva á Helnan Phønix Hotel. Í fjør vitjaðu sangarar sum Brian McFadden, Beth Hart, Ana Johnsson og nógv onnur á Helnan Phønix Hotel, og tað er við til at skapa eitt serligt umhvørvi á hotellinum. Skuldi hugurin verið at farið út at uppliva okkurt, eru nógvir møguleikar til tað í Aalborg. Tað ber til at fáa meira at vita um Helnan Phønix Hotel við at vitja heimasíðuna hjá hotellinum. Heimasíðan finnist á adressuni www. marselis.dk Stjørnuhotellið í Aalborg