fríggjadagur 2. juni 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Nr. 105 - 2. juni 2006
Síggj Aalborg
av fjørðinum
Báturin ”Kysten” siglir á Limfjørðinum. Hann hevur
fastar fráferðir frá Aalborg, hals og Nibe. Skipið tekur 36
ferðafólk. Tað siglir millum býirnar eftir einari ferðaætlan,
men tað ber eisini til at fara eina havnarundferð í Aalborg.
Eisini ber til at leiga alt skipið í 3 tímar fyri 3600 krónur.
Hesin møguleikin er sera væl umtóktur.
Nógvir týskarar nýta møguleikan at fara ein túr við
”Kysten”, tá ið teir eru í Danmark. Føroyingar kunnu uttan
iva kenna seg heima umborð á hesum fitta lítla báti. Meira
kann lesast um hetta á www.sejlture.dk/kysten/