Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-02, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 2. juni 2006 55 www.klaksvik.fo H E I M A S Í Ð A N H J Á K L A K S V Í K A R K O M M U N U Býurin, har mentanar- og vinnulívið ganga lið við lið Skapið framtíðina saman við okkum... til 1. juni 2006 Keyp havamøblar frá Skemmuni Veðrið hevur verið sera gott teir seinastu dagarnar, og nógv hava nýtt møguleikan at fara út í havan at njóta sólina. Tað er hugaligt at kunna fara út at eta ella grilla, tá ið sólin skínur. Hjá Skemmuni fært tú havamøblarnar. Skemman hevur eina rúgvu av summarvøru til allan tørv. – Vit eru helst tann handilin við størsta úrvali av summarvørum í øllum landinum, siga tey úr Skemmuni. Summarvøran, sum Skemman selur, er sesongvøra. Tey fáa hesa vøru síðst í apríl og selja hana inntil hálvan august. Summarvøran er ein sera stórur partur av samlaðu søluni hjá handilinum í hesum tíðarskeiðnum. Tað gongur hampuliga væl hjá Skemmuni. Ársúrslitið higartil í ár er betri ennn í fjør, og tey síggi bjart uppá framtíðina. Eftir at undirsjóvartunnilin er komin, hevur Skemman eisini fingið fleiri kundar úr Norðoyggjum. Skemman hoyrir til Jysk Sengelager, og er høvuðs­søluvøran dýnur, møblar, handkløð og tílíkt. Men um tú fert inn í handilin, so finnur tú mestsum alt, sum ynskjast kann. Ger teg kláran til summarið við vørum úr Skemmuni.