Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-02, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 44 síður

Tekstur á síðuni

56 Nr. 105 - 2. juni 2006 Havnarfólk til Klaks­ víkar at keypa Tað er ókeypis at koyra til Klaksvíkar. Heimaftur sleppur tú altíð. Soleiðis siga tey úr Klaksvíkar býráð. Tað hendir nógv í Klaksvík fyri tíðina. Tað var ein stórur veitsludagur, tá ið tunnilin læt upp. Dagurin var sera væl eydnaður við góðum tiltøkum. Norðoyastevnan er akkurát farin aftur um bak, og summarfestivalurin stendur fyri durum. Sjómansdagurin verður eisini hildin í Klaksvík. Summarfestivalurin verður hildin í døgunum 4.-6. august. Tað eru nøkur sera spennandi nøvn, sum tey fáa til Klaksvíkar í ár. Atgongumerkjasølan hevur gingið sera væl, og fyriskiparnir vænta nú, at umleið 10.000 fólk koma á festivalin. Klaksvík er býurin, har ið mentan og vinna ganga hond í hond. Frítíðartilboðini eru mong og góð. Virkishúsið er mennandi fyri ungdómin, og ítróttafeløgini klára seg væl. Handilslívið er væl fyri, og tey hava veruliga merkt ágóðan av undirsjóvartunnilinum. – Havnarmenn koyra norður fyri at keypa bíliga vøru, siga tey úr Klaksvík.