Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2006 5 Sjúrður Poulsen, kirkjuráðsformaður, avdúkaði nýggju standmyndina uttan fyri Vesturkirkjuna eftir gudstænastuna í gjár, annan hvítusunnudag STANDMYND Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er listarmaðurin, Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt nýggju standmyndina í kirkjulundini vestan fyri Vesturkirkjuna. Rað er ráðið, ið skipaði fyri 1000-árahaldini til minn­is um kristningina av Føroyum, sum í januar í 2001 tók avgerð um at biðja Hans Paula Olsen gera tríggjar standmyndir av Sigmundi Brestisson. Allar skuldu setast upp í teimum plássum í Føroyum, sum høvdu samband við Sigmund Brestisson og kristniboðan hansara. Ein er tí sett upp í Skúvoy, ein í Havn og ein í Sand ík – og allar vórðu avdúkaðar í dag, annan hvítusunnudag. Nógv fólk var í kirkju í Vesturkirkjuni í gjár, og veðrið var av tí allar fagr­ asta til hátíðarhaldið uttan fyri kirkjuna beint eftir gud­stænastuna, tá Sjúrður Poulsen, kirkjuráðsformaður avdúkaði standmyndina. Havnarkórið sang eisini »Boðar tú til allar tjóðir« og at enda tjóðsangin. Eftir hátíðarløtuna varð boðið til kaffi í kirkju­kjall­ aranum. Sigmundur Brestisson avdúkaður við Vesturkirkjuna í Havn Rættiliga fitt av fólki var samankomið í góðveðrinum í Sandvík í gjár, har minnisvarði yvir Sigmund Brestisson varð avdúkaður Minnisvarði Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hátíðardagur var í Sandvík í gjár, annan hvítusunnudag, títá var loksins minnisvarðin yvir Sigmund Brestisson av­dúkaður, eftir at hann hev­ur verið í umbúna í fleiri ár. Dagurin byrjaði við guds­ tænastu, sum Hans Jacob Joen­sen, biskupur, helt í Sand­víkar Kirkju. Aftaná var farið oman til minnisvarðan, sum Hans Pauli Olsen hevur evnað til. Tað er nevndin, ið skipaði fyri 1000 ára haldinum fyri kristni­boðanina í Føroyum, sum hevur tikið stig til at reisa tríggjar minnisvarðar yvir Sigmund Brestisson, ein í Skúvoy, har hann traðkaði sínar barnaskógvar, ein í Havn, har hann fyrstu ferð kom á land sum kristin, og ein í Sandvík, har hann varð hálshøgdur. Niclas Foldbo í 1000 ára nevndini, segði, at nevndin vildi hava at okkurt varandi minni kom at standa eftir 1000 ára haldið. Hetta varðandi minnið skuldi vera ein minnisvarði yvir Sigmund, ið var fyrsti trú­ boðari í Føroyum, tí hann var tað grundleggjandi, størsta og ríkasta við hesum 1000 ára haldinum. Men nevndin gjørdi so at, at tað skuldi tríggir minn­is­ varðar gerast á teimum pláss­ um, ið hava serligan týdn­ ing fyri lívsleið Sigmunds. Og tað eru so hesir tríggir minnisvarðarnir úrslitið av. Umframt at teir tríggir minnisvarðarnir vísa hvør sítt myndevni, hava teir allir tríggir eisini eitt felags merki og tað er eitt víkingaskip, sum vísir, at tað var við einum slíkum fari, at Sigmundur kom higar til lands við kristniboðskapinum. Við Minnisvarðan í Sand­ vík sungu fólk, “Boðar tú til allar tjóðir”, áðrenn Niclas Sig­urheim, formaður í kirkju­ ráð­num, avdúkaði minnis­ varðan. Síðani varð tjóðsangurin. Eftir hátíðaraldið fór fjøldin í bygdarhúsið í Sandvík, Ran­høll, har kirkjuráðið og Kommunan bjóðaði ein drekkamunn. Á aðrari síðuni á minnis­ varð­anum er bronsumynd av Sigmundi, har hann kem­ur svimjandi inn eftir fjørðinum og á hinari síðuni er víkingaskip, sum mann sær niður á. Báðar myndirnar eru held­ ur smáar afturímóti tí stóra steininum, men tað skal helst ímynda, hvussu lítil maður og bátur eru á tí stóra havi..... Sigmundur Brestisson komin til heiður og æru í Sandvík Minnisvarðin er júst avdúkaður og fólkið syngur tjóðsangin. Frá vinstru eru tað Niclas Foldbo, Niclas SIgurheim og Hans Jacob Joensen. Minnisvarðin er ein nýggj ímynd av Sandvík. Í baksýninum hómast lítla Dìmum, sum í allar tíðir hevur verið ein ímynd av Sandvík Listarmaðurin, Hans Pauli Olsen saman við Bárði Jákupsson, listamálara Mynd: Eirikur Lindenskov – Sigmundur sleppur kappanum... Tað var Sjúrður Poulsen, kirkjuráðsformaður, sum avdúkaði standmyndina uttan fyri Vesturkirkjuna í Havn annan hvítustunnudag Mynd: Eirikur Lindenskov Nógv fólk var til gudstænastuna í Vesturkirkjuni, har tey lýddu á báðar prestarnar, Berg D. Joen­ sen og Hera Joensen. Eftir gudstænastuna varð standmyndin av Sigmundi Brestisson avdúkað Mynd: Eirikur Lindenskov