Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 106 - 6. juni 2006 Týskur tungmálms- ummælari heldur nýggjastu Makrel fløguna vera heilt serliga, og sigur m.a.. at øll løgini eru framúskarandi. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Týska Tungmálmsblaðið Oblivion ummælir nýggjastu Makrel fløguna Transcend í nýggjastu útgávuni, og ummælið er framúr jaligt. Fløgan fær ikki færri enn 9 av 10 stjørnum, og verður skírd eitt hæddarpunkt í fløgusavninum hjá ummælaranum. Bæði tónleikur, spæl, framleiðsla og fløguhúsin verða róst. Tónleikurin er undufullur og vakur gittardomineraður tónleikur, ið er heilt serligur, sigur ummælarin. Hann sigur, at bólkurin hevur flutt seg síðan Wonderland, soleiðis at tey ógvisligu kenslu útbrotini og tann harði tónin eru burtur, tó uttan, at bólkurin hevur mist alt hitt, ið eyðkennir Markel. Gittarspæli hjá gávuríka Rasmusi Rasmussen verður tikið fram sum fullkomiliga egið og uttan samanbering. Hetta meditativa og bleyta ljóð hevur ummælarin ongantíð hoyrt hjá nøkrum øðrum gittarleikarum. Hann heldur tað ikki vera løgið, at Rasmus er valdur til besta gittaleikari bæði í íslenskari tónleikakapping og á AME. Ummælarin dregur lagið Cure fram, tó ikki tí, at tað er betri enn hini løgini, men heldur tí tað er glaðari. Hann tekur nevniliga ikki dagar ímillum ymisku løgini, ið hann metir øll vera framúrskarandi. Tó heldur hann kanska tey trý-fýra síðstu løgini á fløguni: Hvíld, Marshmallows, Beelzebub og Transcending møguliga standa eitt sindur veikari enn restin. Men samanumtikið sigur ummælarin, at her er talan um heitan, melodiskan gittartónleik. Framleiðslan, ið av føroyskum ummælarum hevur fingið hørð orð við á vegnum, er sambært týska ummælaranum fyrsta floks. Mikudagin lat PE upp nýggjan handil í Sørvági. Tað er Bakaríið hjá Valdemari, sum nú er umbygt og hevur fingið nýggjan leiðara Handil Orð og mynd: Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Sørvágur: Sørvingar hava í nógv ár havt tveir handlar heima í bygdini. Bakaríið hjá Valdemari og Løðuhandilin. Nú er Løðuhandilin stongdur, og Bakaríið hjá Valdemari er gjørt um til tann fimta PE handilin í Føroyum. Í hesum høpi er handilin nógv umbygdur og inngongdin er flutt. Nú er eitt stórt skelti á framsíðuni á bygninginum, og inngongdin er flutt til síðuna av húsinum. Nógvar vørur hava fingið nýtt pláss, og handilin er avgjørt lættari at yvirskoða. Næstan alt innbúgv er skift út, og hølið er gjørt ljósari enn áður. Starvsfólkini sum fyrr starvaðust í Løðuhandlinum og í Bakarínum hjá Valdemari hava øll fingið tilboð um at byrja hjá PE. Leiðari í nýggja handlinum er Ingi Ørvarodd. Leingið opið Men stórsta broytingin er tó tíðin, sum handilin er opin. Sørvingar kunnu nú fara til handils líka til klokkan 22 um kvøldið, allar dagar uttan sunnudag. – Fólk hava nógv at gera um dagarnir, og vit hava sæð tað í okkara handlum aðrastaðni, at tað verður væl móttikið at hava opið so leingi, sigur Ingi Ørvarodd. Higartil hava nógvir sørvingar vitjað nýggja handilin og vanligasta ummælið er, at tað er rúmligari og ljósari enn fyrr. Tá ríkis løgreglu- ovastin Torsten Hesselbjerg kemur til Føroyar í morgin, er hetta hansara fyrsta vitjan, síðan hann tók við starvinum sum løgregluovasti, men hann hevur havt nógv við Føroyar at gera, m.a. tá Paul Watson vitjaði seinast Løgregla Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í morgin kemur ríkis løgregluovastin Torsten Hesselbjerg á regluliga vitjan í Føroyum, men hóast talan er um lógarfesta kanningarvitjan, so er hetta fyrstu ferð, at Torsten Hesselbjerg vitjar síðan, hann tók við starvinum sum ríkis løgregluovasti í 2000. Ríkis løgregluovastin hevur skyldu til, at við hóskandi millumbilum at vitja og kanna ymisku løgregluøkini. Torsten Hesselbjerg greiðir frá, at tíanverri hava tey alt ov leingi skotið hesa vitjan út, men nú verður hon so. Hesselbjerg sigur, at nú nýggjur fúti hevur verið í starvi í nakrar mánaðir, er upplagt, at vitjanin verður veruleiki. Hesselbjerg leggur tó dent á, at hetta ikki merkir, at einki samband er við føroysku løgregluna. Tí samband er alla tíðina millum partarnar, og bæði leiðslan í føroysku løgregluni og umboð fyri starvsfólki hava fundir við skrivstovuna hjá ríkis løgregluovastanum javnan. Tók sær av Watson Ofta eru eisini mál, ið Ríkisløgreglan vegleiðir ella veitir hjálp í. Eitt dømið var, tá Paul Watson vitjaði í Føroyum seinast. Hetta var stutt eftir, at Hesselbjerg kom í starvið sum Ríkis løgregluovasti. Hann minnist hetta, sum eitt sera stórt mál “Nógv varð gjørt soleiðis, at vit kundu taka okkum “kerligt” av honum, tá hann kom”, sigur Hesselbjerg, og gleddist um, at tað spældi so væl av, sum tað gjørdi. Paul Watson gav skarvin yvir og slapp sær aftur úr Føroyum uttan nógv hóvasták. Í Føroyum í 1995 Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Torsten Hesselbjerg vitjar í Føroyum. Í 1995 var hann í Føroyum sum embætismaður í sambandi við bankakanningina. Hetta vóru ikki bestu umstøður, og støðan var eitt sindur spent millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið, so tí gleðir hann seg at sleppa at vitja aftur, undir minnið trýstum umstøðum. Hóast talan er um eina stutta arbeiðsvitjan, so skal hann eisini vitja løgreglustøðirnar í Klaksvík og Eysturoynni, og á tí túrinum, verður høvi at síggja eitt sindur av landinum, meðan tey koyra. Stóra virðing fyri føroyingum Sjálvur er Torsten Hesselbjerg vaksin upp í Grønlandi. Hann minnist frá barnsbeini, tí virðing, ið fólk høvdu fyri føroysku sjómonnunum. Hann minnist, hvussu pápi hansara tosaði, um hesar ernu og harðføru føroyingar, ið komu við trolarum til Grønlands, og hesa mynd av føroyingum, hevur hann altíð havt við sær. Hann sigur somuleiðis, at hann hevur fingið sera gott inntrykk, av teimum føroysku løgreglufólkunum, ið hann hevur hitt í sínum starvi. Kanning av løgregluni Seinastu mánaðirnar hevur fólk av skrivstovuni hjá Ríkisløgregluovastanum vitjað í Føroyum, og skrivað eina frágreiðing um arbeiðsgongdir og annað hjá føroysku løgregluni. Tað er hesa frágreiðing, ið Torsten Hesselbjerg skal til Føroyar at tosa um við leiðslu og samstarvsbólkin (millum starvsfólk og leiðslu). Endamálið er í høvuðsheitinum at kanna, hvussu fíggjarliga og menniskjaliga tilfeingið verður nýtt, og kunna seg um mannagongdir og um støðuna í føroysku løgregluni, og vegleiða um hvussu hetta kann betrast. Vildi taka sær “kerligt” av Paul Watson Nýgamal handil opnaður í Sørvági Transcend fær 9 av 10 stjørnum Torsten Hesselbjerg hevur røkt starvið sum ríkis løgregluovasti síðan 2000. Nógv vilja gratulera til nýggja handilin í Sørvági Nýggjasta Makrel fløgan Transcend fær framúr jalig ummæli í týska tungmálmsblaðnum Oblivion