Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2006 7 Tað var ein lítið hugalig sjón, sum møtti starvsfólkinum á brennistøðini á Hjalla mánamorgunin, tá tey komu til arbeiðis. Ein stór rúgva av ruski lá uttanfyri innhegningina. Rusk, sum vanligi borgarin hevði tveitt har leygardagin, tá brennistøðin var stongd. Vanligt hevur brennistøðin eisini opið leygardag, men í vikuskiftinum var hvítusunna, og vanligar aftansdagar hevur brenni- støðin stongt. Jólaaftan, nýttársaftan, páskaaftan og eisini hvítusunnuaftan, sum tað var leygardagin. – Vit lýstu vit tí í vikuni, at vit høvdu stongt leygardagin, men helst hava vit ikki lýst nóg væl. Sjálvandi er tað keðiligt, at ruski so bara verður tveitt uttanfyri, og strangt sæð er tað eisini ólógligt, tí tað er ikki loyvt at seta rusk fram við vegnum. Men tíbetur var veðrið so mikið gott, at ruskið lá har tað var sett, sigur Bárður Mikkelsen, leiðari á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla. Hann dylir ikki fyri, at tað var lítið hugaligt at rudda upp í morgun, men samstundis ásannar hann, at teir helst mugu lýsa betur eina næstu ferð. RWD Tónleikafestivalurin Asfalt var í vikuskiftinum, og løgreglan hevði úr at gera við at halda skil á. Nógv ávirkað fólk gingu runt á gøtunum, og summi gjørdust óklár og fóru til hendurs. Nakrir ungir dreingir høvdu gingið runt og gjørt seg inn á ósek fólk LØGREGLAN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Nógv ung fólk vóru savnað í vikuskiftinum til tónleikatiltakið Asfalt. Í vikuskiftinum vóru nógv harðskapsmál, og í øllum málunum vóru menn ov ávirkaðir av rúsdrekka. Í onkrum føri vóru menn farnir til hendurs aftaná ósemju, og í nógvum førum høvdu ungir dreingir gjørt seg inn á ósek fólk uttan nakra orsøk. Nógv rennarí Av løgreglustøðini frætta vit, at nógv var at gera í vikuskiftinum, hóast einki sera álvarsligt hendi. Teir høvdu úr at gera við at fáa avdottin fólk til hús. Sjúkrabilurin kom fleiri ferðir eftir fólki, sum høvdu drukkið ov nógv. Leygardagin var innbrot gjørt í Cippo. Ein kaggi av øl varð stolin, men fimtan minuttir eftir innbrotið, vórðu tjóvarnir tiknir av løgregluni. Onkur hevði sæð innbrotið og hevði boðað løgregluni frá. Tvey fólk eru ákærd fyri stuldur í málinum. Tilvildarlig fólk Náttina til leygardagin hevði ein ungur ávirkaður maður gjørt seg inn á trý tilvildarlig fólk. Maðurin hevði uttan orsøk lagt á tey. Maðurin er ákærdur fyri harðskap. Náttina til sunnudagin var rok uttanfyri Cippo. Tveir vinnmenn vóru farnir til hendurs av eini hvørjari ósemju, men tá ið løgreglan kom á staðið, sissaðust teir. Einki meira verður gjørt við málið. Bjargaður úr sjónum Leygarnáttina var ein ávirkaður maður av egnum ávum dottin á sjógv við Kongabrúnna. Onkur hevði sæð hendingina og fekk bjargað manninum. Tá ið løgreglan kom á staðið, varð maðurin komin upp á turt. Í Tróndargøtu høvdu nøkur ung fólk staðið og roykt. Onkur av teimum hevði koyrt eina sigarett í ein ruskposa, og tað kom eldur í posan. Løgreglan fekk sløkt eldin við pulvursløkjaranum, sum liggur í bilunum hjá løgregluni. Um løgreglan ikki hevði verið so skjót á staðnum, kundi eldurin havt gjørt stóran skaða. Reproz og Havnar Bio fara nú saman at varpa føroyskar lýsingar á løriftið í Havnar Bio áðrenn filmssýningarnar LÝSINGAR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Øll kenna tær vanligu lýsingarnar, sum koma á stóra løriftið í Havnar Bio, áðrenn filmurin byrjar. Tað eru útlendskar lýsingar, sum hava verið vístar. Mangan hava tað verið tær somu lýsingarnar, sum føroyingar hava sæð á TV3 og Kanal 5. Men nú verða lýsingarnar føroyskar. Reproz og Havnar Bio fara saman at varpa føroyskar Biolýsingar á hvíta løriftið í Havnar Bio. Allir filmar fara at byrja við føroyskum lýsingum. Hetta er ein góður møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at fáa eina nýggja dimensión í teirra lýsingaátøk. Venda sær til tey 15 - 25 ára gomlu Á heimasíðuni www. biolysingar.fo stendur, at biolýsingarnar venda sær serliga til tey 15 - 25 ára gomlu. Tey ungu nýta nógvar pengar, men tey hyggja lítið at SvF, og tí raka lýsingarnar í SvF ikki hendan bólkin. Millum 80.000 og 90.000 fólk ganga til biograf í Havnar Bio um árið. Harav eru tey flestu 15 til 25 ár. Tí geva biograflýsingarnar føroyskum lýsarum ein góðan møguleika at røkka hesum bólki. Heimasíðan hjá Bio- lýsingar skrivar, at kanningar vísa, at biolýsingar hava tríggjar ferðir so stóra ávirkan á folk, sum vanligar sjónvarpslýsingar. – Biograflýsingar er ein tann mest effektivi lýsingahátturin yvirhøvur. Í biografinum er einki sum órógvar, stólarnir eru bleytir, lagið er gott og sinnið opið. Hetta ger, at lýsingarnar glíða betur niður og festa seg fastari í minnið á hyggjarunum enn t.d. sjónvarpslýsingarnar heima í stovuni, stendur á www. biolysingar.fo Harðskapur á Asfalt Nógv fólk vóru til tónleikatiltakið Asfalt og nógv vóru ávirkaði av rúsdrekka. Brennistøðin á Hjalla stongd: Fólk tveita rusk uttanfyri Henda sjón møtti starvsfólkinum á brennistøðini á Hjalla mánamorgunin Føroyskar lýsingar í Havnar Bio Da Vinci Code: Aldurmarkið niðursett til 16 ár Tá boðini komu um, at føroyingar fingu møguleikan at síggja The Da Vinci Code, varð avgjørt, at aldurmarkið skuldi vera 18 ár. Men eftir at filmseftirlitið hevur sæð nógv umtalaða filmin, hava teir nú gjørt gjørt av, at aldurmarkið skal setast niður til 16 ár. Samstundis verður gjørt vart við, at ongin undir 16 ár sleppur inn at hyggja eftir filminum;heldur ikki, um tey eru saman við vaksnum.