týsdagur 6. juni 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 106 - 6. juni 2006
Nina Magnussen
er borin í heim við
cystiskari fibrosu og
hevur alt sítt lív verið
darvað av sjúkuni. -
Um tú ert vaksin upp
við sjúkuni, veitst tú
sjálvandi ikki, hvussu
tað er at liva uttan.
Men tað er ikki altíð
lætt at liva, sigur
Nina, sum í dag er
45 ára gomul og elsti
føroyingur nakrantíð,
ið hevur livað so
leingi við sjúkuni
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Nina ber kroppin hjá sær
saman við ein bil, har ein
rúgva er í ólagi:
– Eitt nú um karburator
urin á einum bili er tiptur,
trekkir bilurin ikki væl.
Og so lekur hann kanska
eisini kølaraløg, olju og
annað. Bilurin kann koyra,
men skal alla tíð steðga
og kannast. Júst soleiðis er
kroppurin hjá mær. – Hann
koyrir, men bara ikki skjótt
og leingi í senn, sigur 45 ára
gamla Nina Magnussen.
Sjúkan fremmand
Tá Nina Magnussen varð
fødd, visti eingin um sjúk
una, cystiska fibrosu:
– Eg var sera illa fyri,
tók ikki uppá og megnaði
ikki at halda matin inni í
mær. Tískil varð eg at kalla
innløgd á sjúkrahúsi, til eg
var fimm ára gomul. Nústani
tá staðfestu læknarnir, at
eg hevði cystiska fibrosu,
greiðir Nina frá.
Beiggin eisini sjúkur
Tá Nina var trý ára gomul,
fekk hon ein beiggja, ið
eisini varð borin í heim
við sjúkuni. Hann var nógv
verri fyri enn Nina og doyði
sum 11 ára gamal:
– Eg var ung og óbúgvin,
tá beiggi mín doyði, og
hugsaði ikki, eg kundi
doyggja eins tíðliga og
hann. Eg misti ein góðan
vin og sakni hann enn,
men serliga var tað hart
fyri foreldrini, sigur Nina
og leggur afturat, at tá var
tað ein deyðadómur at hava
cystiska fibrosu:
– Mamma fekk rætt og
slætt at vita, at hon fór at
missa bæði børnini. Men eg
var ikki so álvarsliga sjúk í
lungunum sum beiggi mín,
og tí kláraði eg tað.
Sama árið, beiggi Ninu
doyði, fekk hon eisini
sukursjúku, og tá gjørdist
alt verri. Men so við og
við, sum læknarnir vistu
meira um sjúkuna og nýggj
ur heilivágur kom, fingu
foreldrini hjá Ninu tó at
vita, at Nina fór at liva
longri enn beiggin og møgu
liga at gerast vaksin:
– Heilivágurin er mentur
ótrúliga nógv síðan tá, og tí
livi eg enn. Men somuleiðis
havi eg havt foreldur, ið
við skynsemi og góðum
innliti í sjúkuni hava ans
að eftir mær. Men eg
havi tó verið innløgd 14
dagar fýra ferðir um árið á
Ríkissjúkrahúsinum, síðan
eg var 16 ára gomul.
Elsti føroyingur
Í dag er Nina elsti føroyingur
á lívi við cystiskari fibrosu.
Somuleiðis er hon millum
tey elstu í Danmark, sum
hava sjúkuna. Tey flestu,
sum eru eldri enn hon, hava
fingið nýggj lungu:
– Tað er ikki lætt at gera
eina lungatransplantatión,
og ein slík viðgerð er
avgjørt seinasti útvegur.
Nógv doyggja eisini und
ir ella beint eftir trans
plantatiónina. Míni lungu
virka enn, men eg leggi tó
til merkis, at tey eru verri
nú enn áður. Eitt nú havi
eg altíð elskað at kvøðið
og skipað, men tað seinna
megni eg ikki longur. Eg
virki og megni eitt nú at
ganga upp gjøgnum nógvar
trappur sjálv, hóast eg hvíli
meg á vegnum.
Óttast ikki
beinleiðis deyðan
Dagliga hugsar Nina ikki
nógv um deyðan. Men
onkuntíð, tá hon fær eina
álvarsama infektión og einki
megnar, hugsar hon tó, hon
ikki fer at liva meira:
– Tá eg var yngri, helt
eg ikki, eg fór at liva, til
eg varð 30. Øll hini við
sjúkuni doyðu rundan um
meg, og so hugsaði eg
sjálvandi, nær tað varð mín
túrur. Eg verði ikki 100
ára gomul, men við góða
heiliváginum, havi eg vónir
um at liva nøkur ár afturat.
– Eg havi sæð nógvar
sjúklingar við cystiskari
fibrosu, ið hava verið
deyðanum nær. Tað er ein
ótespilig sjón, og tí ynski
eg veruliga, at eg doyggi
skjótt og lætt, tá mín túrur
kemur. Men við sjúkuni
gongur tað vanliga rættiliga
skjótt fyri seg, tá fyrst
gongur undan, sigur Nina,
ið vanliga ikki gremur seg,
men heldur gleðist um,
at hon eftir umstøðunum
hevur tað gott.
Ikki fyri ongum
Hóast Nina hevur baksast
við sjúku alt sítt lív, hevur
hon tó ikki bert sitið hend
ur í favn. Nina hevur
nevniliga fingið sær eina
útbúgving sum lívfrøðingur
á Lærda Háskúlanum í
Sjúk fyri lívið
45 ára gamla Nina Magnussen er borin í heim við cystiskari fibrosu og er elsti føroyingur nakrantíð, ið hevur livað so leingi við sjúkuni