týsdagur 6. juni 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2006
9
Ein álvarsom
sjúka
Cystisk fibrosa (CF) er ein álvarsom, arvalig sjúka,
sum kemst av genfeilum í kertlunum, sum framleiða
slím. 40 føroyingar av 1000 eru berarar av CF. Eru
bæði foreldrini berarar, fáa í miðal 25% av børnunum
sjúkuna.
Fólk við cystiskari fibrosu hava ov lítla vætu í
flotinum, og tað hevur við sær tjúkt, kleimi slím í
andaleiðum og gørnum.
I sodningarleiðini ger arvaligi feilurin, at upptøkan
av proteinum og feitti úr mati er vantandi. Genfeilurin
hevur somuleiðis ofta sukursjúku við sær.
Men álvarsamasta ávirkanin av sjúkuni er í
lungunum, har tjúkka slímið er gott gróðrarlendi hjá
bakterium. Hetta hevur við sær lungnabruna í heilum,
sum verður viðgjørt við antibiotika.
Børn og ung við CF skulu fleiri ferðir um dagin
gjøgnum eina heimaviðgerð, har tey eitt nú skulu
anda í seg antibiotika, og harafturat skulu tey
fáa lungnafysioterapi fyri at fáa tjúkka slímið úr
lungunum. Tey taka eina rúgvu av heilivági og noyðast
ofta á sjúkrahús til kanningar.
Tá sjúklingarnir verða eldri, er ofta neyðugt at leggja
teir inn regluliga, av tí at ávís sløg av antibiotika mugu
gevast inn í æðrarnar. Tað merkir, at CF-sjúklingar
ofta eru tveir mánaðir um árið á sjúkrahúsi. Sum nú er
fer eftirlit og kanningar av føroyskum sjúklingum við
CF fram á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Takka veri góðari gransking er miðal aldurin á
sjúklingum við CF hækkaður nógv gjøgnum árini, og
fleiri liva nú, til tey eru vaksin.
Kelda: www.cff.dk
Keypmannahavn og hevur
undirvíst á studentaskúla í
lívfrøði og fronskum í fleiri
ár:
– Tað krevur ikki nógv
av einum kropsliga at sita á
einum stóli og lesa. Men at
gera hart kropsligt arbeiði,
er ein stórur trupulleiki
hjá nógvum, ið liva við
cystiskari fibrosu. Fleiri
noyðast at siga størv frá sær,
tí kroppurin ikki megnar at
fylgja við.
Seinastu tvey árini hevur
Nina
verið
arbeiðsleys
og livir av pengum frá tí
almenna:
– Eg noyddist at siga sein
asta starvið frá mær, tí tað
hóskaði illa til mín. Men í
høvuðsheitum er trupult at
fáa arbeiði, tá ein er sjúkur
og bert megnar at arbeiða
niðursetta tíð.
Hevur sjúkan nakrantíð
forðað tær í at gjørt eitt
hvørt?
– Lívið hevði verið øðr
vísi, um eg ikki var sjúk. So
hevði eg við vissu roynt at
fingið mær mann og børn.
– Tá eg var yngri, var
magin av sjúkuni stórur sum
ein trolaraboya ein part av
tíðini, og eg skammaðist av
mær sjálvari og føldi, eg ikki
kundi bjóða nøkrum manni
kroppin hjá mær. Eg eri enn
skapað av sjúkuni, men við
nýggja heiliváginum føli eg
næstan, eg síggi vanlig út.
Men nú eru allir menninir
farnir, sigur Nina skemtandi
og leggur afturat, at tað
ikki er lætt at fáa børn við
sjúkuni:
– Mannfólk við sjúkuni
eru sterilir, og konufólk
hava minkaðan førleika at
gerast við barn. Fleiri hava
tó fingið eitt barn, men ikki
uttan trupulleikar.
Fosturtøka í lagi
Hóast Nina hevur livað í
46 ár, ræður hon tó øllum
til at taka ófullborið fostur
úr móðurlívi, um staðfest
verður við genkanningum,
at barnið hevur cystiska
fibrosu:
– Eg haldi ikki, vit eiga
at seta børn í verðina við
sjúkuni. Eg havi verið hepp
in, men tað er ikki lætt
at liva við sjúkuni, tað er
dýrt fyri samfelagið og ikki
minst trupult hjá familjuni.
So eg vil avgjørt ráða øllum
frá at fáa sær barn við
cystiskari fibrosu.
– Eg verði sera, sera
ill, tá onkur argast inn á
fosturtøku og eggsortering
við børnum, ið hava sjúk
una. Summi siga, vit ikki
skulu spæla Várharra, men
vit spæla Várharra longu í tí
løtu, vit halda lív í sjúkum
fólkum, tí annars høvdu tey
doyð, sigur Nina og skoytir
uppí, at hon tó ongantíð
kann svara, um hon so ikki
hevði viljað verið á lívi:
– Nú eri eg fødd, og »der
med basta«. Um eg ikki
livdi, hevði eg ikki ánað
tað. Men um mamma hevði
kent til sjúkuna og valt at
tikið meg úr móðurlívi,
kundi eg ongantíð funnið
uppá at bríksla henni tað.
Fer illa við familjuni
Nina greiðir frá, at tað
er sera hart fyri familjur
at hava børn, ið altíð eru
ússalig, skulu innleggjast
og ansast eyka eftir:
– Tað er í roynd og
veru ræðuliga tyngjandi
fyri familjuna og einki at
skemta við. Foreldrini hjá
mær halda enn saman, men
tá eg var lítil og fleiri børn
doyðu av sjúkuni, fóru nógv
hjún frá hvørjum øðrum, tí
tey ikki orkaðu meira.
– Lívið hevur sínar
avbjóðingar frammanund
an, og so at hava eitt barn, ið
tú altíð skalt bera ótta fyri,
er ótrúliga hart. Hvussu
hevur barnið tað? Fer tað at
verða sum hini og fáa eitt
gott lív? Foreldrini skulu
sjálvsagt eisini verða við
børnunum á sjúkrahúsinum
einar fýra ferðir um árið,
og tað er krevjandi og tyngj
andi, tí tey kunnu ikki lekja
barnið, sigur Nina.
Opinleiki góður
eginleiki
Nina hevur altíð verið opin
um sjúkuna fyri familju,
vinum og kenningum og
játtar samstundis, at tá ein er
álvarsliga sjúkur, er ótrúliga
gott, at familjuviðurskiftini
eru í lagi:
– Familjan hjá mær hevur
altíð stuðlað og veitt mær
góða hjálp í øllum, eg havi
gjørt. Somuleiðis havi eg
nógvar góðar vinir, og fyri
teimum kann eg akkurát tað
sama vera opin og fortelja,
hvussu støðan er.
– Eitt nú larmi eg illa, tá
eg fái eitt hostaríð. Tá er
gott, at tey, eg eri saman
við, vita, hvat er galið.
– Ofta hosti eg so nógv, at
eg eri um at gerast svøk og
fái ikki sovið eina heila nátt
fyri hosta, men onkuntíð
eru eg tó so fræg, at eg bert
hosti fáar ferðir um dagin.
Men tað er til at liva við, og
beint nú havi eg tað gott.
– Eitt nú er tað troyttandi
at fáa eitt hostaríð inni í
Irma ella á eini kafé mitt
í býnum. Tá noyðist eg
bara at steðga og hosta
meg lidna til eg verði blá
í høvdinum. Fólk hyggja
og spyrja, um tey kunnu
hjálpa. Tað er troyttandi,
tí eg tími ikki at gera meg
fyri skommum og vil helst
bara hosta heima í friði og
náðum. Men tó hevur hetta
ongantíð forðað mær í at
fara út millum fólk.
Dýrt at liva
Hvønn dag fyllir Nina seg
við heilivági og øðrum fyri
at kunna liva eitt so vanligt
lív, sum til ber:
– Eg taki 18-20 sløg
av medisini hvønn dag.
– Antin tablettir ella innan
dingarveskur. Heilivágurin
kostar nógv, men eg eri
heppin at búgva í einum
samfelagi, ið stuðlar slíkum
væl peningaliga. Og tað eri
eg ótrúliga takksom fyri.
Um eg eitt nú hevði búð
í USA, hevði eg ongantíð
fingið endarnar at hanga
saman.
Av sjúkuni er immun
verjan hjá Ninu somuleiðis
viknað nógv. Tá Nina fær
onkra
infektiónssjúku,
versnar kroniska infektiónin
í lungunum, og tí ræður
um at halda seg burtur frá
smittu. Tá Nina eitt nú er
heima í Føroyum á jólum og
vitjar, noyðist hon næstan
altíð at verða innløgd á
sjúkrahúsið, tá hon kemur
heim aftur:
– Cystisk fibrosa er ein
kertlasjúka, ið ger, at allir
kertlar eru raktir. Sum 14
ára gomul fekk eg sukur
sjúku, og síðan tá havi eg
fingið astma, magasár, gikt
og ovurviðkvæmi, sigur
Nina.
At enda kann leggjast
afturat, at tá Nina var fimm
ára gomul, fekk hon ein
beiggja afturat:
– Tá orkaðu mamma og
babba veruliga ikki meira
og ætlaðu ikki at fáa sær
fleiri børn. Men mamma
varð við barn, so har var
einki at gera. Tá var fostur
tøka heldur ikki upp á tal,
men tíbetur var minsti
beiggin frískur og livir í
øllum góðum í dag, eigur
trý børn, men er berari av
sjúkuni júst sum foreldrini.
• Í miðal hevur 1:1400 føroyingur CF, meðan í Danmark er
1:4700 sjúkur.
• 40:1000 føroyingum eru berarar av sjúkuni.
• 25 % av hjúnum, har bæði foreldrini eru berarar av
cystiskari fibrosu, fáa sjúk børn.
Kanningin varð gjørd í 1992, og Nikolina Sørensen stóð
á odda fyri henni. Eingin ítøkilig kanning er gjørd um
cystiska fibrosu síðan tá, men tølini samsvara við 2006.
FAKTA
•
Í løtuni eru 13 CF-sjúklingar í Føroyum. Teir eru allir føddir frá 1976
og til 2003. Nina býr í Danmark og er tískil ikki skrásett sum CF-
sjúklingur í Føroyum.
•
Í Danmark verða 12-15 børn fødd við sjúkuni á hvørjum ári, og í 2005
vóru um 425 CF-sjúklingar í Danmark.
FAKTA
“Míni lungu virka enn, men eg leggi tó til merkis, at
tey eru verri nú enn áður. Eitt nú havi eg altíð elskað at
kvøðið og skipað, men tað seinna megni eg ikki longur.
Eg virki og megni eitt nú at ganga upp gjøgnum einar
trappur sjálv, hóast eg hvíli meg á vegnum” – Nina.
”
“Eg verði sera, sera ill, tá onkur argast inn á fostur
tøku og eggsortering við børnum, ið hava sjúkuna.
Summi siga, vit ikki skulu spæla Várharra, men vit
spæla Várharra longu í tí løtu, vit halda lív í sjúkum
fólkum, tí annars høvdu tey doyð.” – Nina
”