Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 106 - 6. juni 2006 Seinastu vikuna er ymiskt farið fram á pol­ itiska pallinum, sum vert er at merkja sær. Løgtingið er farið í summarfrí, rættuligir brotasjógvar hava ging­ið um varaløgmann, ein veljarakanning er almannakunngjørd, og kvinn­ur úr trimum føroyskum flokkum hava verið á ráðstevnu í Grønlandi. Tað er uttan iva rætt, tá Løgtingsskrivstovan ger av, at hon bert rindar ferða­út­reiðsl­ur til fólk, sum eru vald á Føroya Løgting í slík­ um føri, sum hesum. Tí­s­kil vóru tað bara Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum fingu um­boð á ráðstevnuna, sum einastu flokkar, ið hava kvinnur valdar. Fólk­a­flokk­ ur­in var kortini so mikið at sær komin, at »teir« rindaðu sjálvir fyri sítt um­boð, meðan Javnaðarflokkurin ikki vildi brúka pengar til hetta – ella onga kvinnu hevði at senda avstað? Javnaðarflokkurin eigur løgmann. Tí er tað eisini ábyrgd Javnaðarfloksins, at eing­in kvinna er í landsstýrinum. Tað er løgmaður, sum setir landsstýrisfólk, tí er ábyrgdin hans­ ara. Javnaðarflokkurin eigur eisini lands­stýr­ is­mannin í javn­støðumálum, og tí hevði tað sømt seg flokkinum at virt arbeiðið at fáa kvinn­ur virknar í politikki, men her lekur millum teori og praksis. Veljarakanningin, sum Sosialurin kunngjørdi hós­dagin, man hava verið hersk­in biti hjá Javnaðarflokkinum eisini. Løgmaður sig­ur, at tað er tungt at bera lessið, meðan John Johannessen sigur, at teir hava svikið val­ lyftini. Helst hava báðir rætt. Men tað er mang­an ilt at fáa greiðu á, hvat Javn­að­ar­ flokk­ur­in heldur um dagsins politikk. Um tú ikki situr heima framman fyri skíggj­an og lurtar, so fært tú einki at vita, tí tingmenn Javnaðarfloksins lut­taka ikki í almenna orð­a­ skiftinum. Tað eru vikur ímillum, at tú sært onkran teirra skriva í bløðunum. Her kundu tingmenn Javnaðarfloksins lært av eitt nú sambands- og tjóðveldisfólki, sum altíð og støðugt eru virkin í almenna kjaki­num. DAGSINS MEINING Sosialurin Goyma seg gloymdar VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. - svar til opið bræv frá Hjalmar Joensen Í Dimmu frá 31. mai skrivar Hjalmar Joensen, at meðan allir løntakarar í Føroyum fáa lønarhækkan annað ella triðja hvørt ár, so ”fáa fólk­ a­pensjonistar onki, og kann hetta ikki vera rætt”. Nei, hetta er heldur ikki rætt. Á hvørjum árið hækkar pen­sjónsviðbótin 4%. Tað svarar til, at á hvørjum ári hækkar mánaðarliga pen­ sjón­in við umleið 100 kr. Men størsta hækkingin í pensjónini síðan henda samgongan kom til, er hækkingin av Sam­halds­ fasta. Henda samgongan gjørdi av, at Samhaldsfasti skuldi hækkast bæði 1.jan. 2005, 1. jan. 2006 og aftur 1. jan. 2007. Og tí hækkaði Sam­halds­ fasti við 213 kr. mánaðarliga pr. 1. jan. 2005. Og hann hækk­aði aftur við 280 kr. mán­að­arliga pr. 1. jan. 2006. Men tann størsta hækk­ing­ in verður 1. jan. 2007, tá Samhaldsfasti hækkar við uml. 800 kr., so hann kemur upp á umleið 2.000 kr. um mán­aðin. Hetta merkir, at síðani 1. jan 2004 fer útgjaldið úr Samhaldsfasta at verða umleið trýfaldað. Tá vit tosa um pen­sjón, eiga vit at taka Sam­halds­ fasta saman við fólk­a­pen­ sjón­ini. Tí eins og øll, sum fylla 67, eiga rætt til fólkapensjón, eiga eisini øll sum fylla 67, sama rætt til Samhaldsfasta ! Tað eru fleiri lesarabrøv skrivaði seinastu tíðina, har man bara tosar um fólk­a­ pen­sjónina, og púrasta gloym­ir Samhaldsfasta! Hetta er ikki rætt ! Tá man tosar um pensjónina í Før­ oyum, eigur man at taka bæði fólkapensjónina og Sam­haldsfasta við ! Annars sigur man ikki satt ! Í talvuni við hesum grein­ a­stubba er sett upp, hvussu stórur vøksturin hevur verið og fer at verða, tá vit taka hækkingina í Samhaldsfasta 1. jan. 2007 við. Hetta eru upphæddirnar uttan mót­ rokn­ing av aðrari inntøku og uttan skatt. Hendan talvan vísir, at frá 1. jan. 2004 til 1. jan 2007 hækkar pensjónin hjá einum støkum við stívliga 1.600 kr. upp í góðar 9.000 kr. um mánaðin. Og fyri eini hjún verður hækkingin stívliga 3.000 kr upp í góðar 15.000 kr. um mánaðin. So tá ið Hjalmar Pet­ er­sen heitir á meg um at fara til verka at bøta um pensjónirnar, so at tær kunnu hækka tað sama, sum lønirnar hækka, so eru vit longu væl í gongd. Frá 1. jan. 2004 til 1. jan. 2007 verður vøksturin í pen­ sjón­ini hjá støkum 22% og hjá giftum 26%. Hetta er rættiliga stóru vøkstur í 3 ár, og tað er fleiri ferðir meir enn lønarvøksturin í sama tíðarskeiði. Tó viðurkenna vit eis­ ini í landsstýrinum og samgonguni, at pensjon­ ist­ar­nir eiga at fáa okkurt slag av serligum ískoyti til pensjónina fyri tann hækk­andi livikostnaðin av tí ógvisliga vøkstrinum í oljuútreiðslunum. Hetta er ein útreiðsla, sum serliga rakar pensjonistarnar hart, og tað taka vit upp í full­ um álvara í samband við okkara arbeiði við fíggj­ar­ lógarætlanini fyri komandi ár. Samhaldsfasti gevur stóra hækking í pensjónunum Landsstýrismaður hans pauli strøm Pensjónsupphæddir mánaðarliga Hækking 2004 2005 2006 2007 í kr. í % Grundarupphædd - stakur pensjónistur 4.169 4.169 4.169 4.169 0 0 % Pensjónsviðbót - stakur pensjónistur 2.544 2.646 2.752 2.862 318 13 % Grundarupphædd - giftir pensjónistar 3.313 3.313 3.313 3.313 0 0 % Pensjónsviðbót - giftir pensjónistar 1.969 2.048 2.130 2.215 246 12 % Samhaldsfasti 697 910 1200 2000 1303 187 % Stakur, Grundupph. + Viðbót + Samhaldsfasti 7.410 7.725 8.121 9.031 1.621 22 % Gift, bæði, Grundupph. + Viðbót + Samhaldsfasti 11.958 12.542 13.286 15.056 3.098 26 % Upphæddin fyri samhaldsfasta fyri 1.1. 2007 er mett eftir upplýsingum frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum Pensjónir 1/1 2004 - 2007 (kr. um mánaðin) 7.410 7.725 8.121 9.031 11.958 12.542 13.286 15.056 0 2.000 4.000 6.000 8.000 10.000 12.000 14.000 16.000 2004 2005 2006 2007 Stakur, Grundupph. + Viðbót + Samhaldsfasti Gift, bæði, Grundupph. + Viðbót + Samhaldsfasti