týsdagur 6. juni 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2006
11
TINGHELLA
D. Petur Højgaard
Kommunulækni
Havi arbeitt sum kommun
ulækni í Føroyum í nógv
ár. Eri limur í Kommun
ulæknafelag Føroya. Fari
í trimum greinastubbum
at viðgera viðurskiftini
hjá kommunulæknunum í
Føroyum. Ætli at umrøða
ymisk viðurskifti í okkara
gerandisdegi
so
sum
arbeiðsbyrðu, arbeiðsum
støður, útbúgving, sams
tarv við aðrar partar av
heilsuverkinum, okkara
luttøku í almenna orða
skiftinum um heilsu og
annað viðkomandi.
Hví ?
Endamálið er ikki at drýta í
egið reiður, men at gera vart
við, at kommunulæknarnir,
um teir vóru betri mannaðir,
betri útbúnir og betri skip
aðir, kundu røkt starv teirra
við størri nøgdsemi, betri
viðgjørdum og nøgdari
sjúklingum.
Eri
atfinningarsamur
mótvegis mínum egna fak
felag, sum eg meti hevur
sín part av ábyrgdini fyri
vánaligu støðuni. Men eis
ini aðrir partar av heils
uverkinum og politiski
myndugleikin, sum varðar
av, eiga sín part. Meti tørv
vera á einum orðaskifti um
støðuna.
Støðan
Mín greiða meting er,
at
kommunulæknarnir
í Føroyum og fakfelag
teirra eru eftirbátar. At tann
menning, sum øðrum líkn
andi feløgum hevur verið
fyri seinastu árini, eitt nú
í Danmark, er ikki hend í
Føroyum. At vit tvørturímóti
í fakfelagspolitiskum høpi
eru afturúrsigldir. Eru vornir
passivir áskoðarar í føroyska
heilsuverkinum í staðin fyri
at spæla okkara sjálvsagda
leiklut á heilsuøkinum sum
tann krumtappur, har um
kanning og viðgerð av
sjúklingum eins og fyri
byrgjandi atgerðir náttúr
liga mala.
At vit eru intiativleysir,
uttan fakligt nøgdsemi,
tíansheldur stoltleika ella
sjálvrespekt í dagliga virki
okkara. Dugi ikki í fak
felagspolitiskum høpi at
síggja slíkt, sum sigur frá
einum felagi við visio
nerum hugsanum. Orð
sum konservatisma, sjálv
dráttur, menniskjalig og
faklig isolatión lýsa tían
verri betur støðuna.
EPJ
Sum dømi um maktarloysi
okkara fari eg í hesum
stubba at nevna talgildu
EDV-skipanina, sum Heils
umálaráðið er farið undir
at menna til ætlaða nýtslu
í heilsuverkinum øllum.
Havi uttan at vera EDV-
kønur arbeitt við menning
av slíkari skipan. Meti meg
hava ávísan førleika at
meta partvíst um aktuellu
trupulleikarnar við nevndu
skipan, men eisini um
sera avmarkaða leiklutin
hjá kommunulæknunum í
menningini av hesi skipan.
Tað er ongin loyna, at
flest allir kommunulæknar
í Føroyum upprunaliga
ynsktu aðra EDV-skipan.
Kortini hava vit meldað
positivt út. Hava játtað at
vera við í hesi í heilsu
politiskum høpi risastóru
og kollveltandi verkætlan,
sum – um hon eyðnast
– verður eitt veldugt fram
brot fyri heilsuverkið alt.
Skeiv byrjan
Eftir míni meting var
uppleggið frá Heilsumálaráð
num til kommunulæknarn
ar skeivt. Sagt var, at tað
er sjúkrahúsverkið, sum
skipanin fyrst av øllum er
ætlað til. At kommunulækn
arnir, um teir ynskja tað,
kunnu sleppa upp í part, var
útmeldingin. M.a.hetta hev
ur havt við sær, at íkastið
hjá kommunulæknunum og
ikki minni tíðandi íkastið
hjá føroysku kommununum
til skipanina er so lítið.
Kommunurnar eru týdn
ingarmiklar í hesum sam
bandi, tí tær fíggjarliga og
á annan hátt hava ábyrgd
av teimum karmum, komm
unulæknarnir virka undir.
Kommunurnar varða av
eitt nú hølum okkara og
útgerð, íroknað EDV.
Ábyrgdin
Trupulleikar eru sum kunn
ugt við nevndu verkætlan.
Trygdin mótvegis misnýtslu
av viðkvæmum persónsdata
er ikki í lagi. Eisini eru
trupulleikar viðv. tillaging
av skipanini til nýtslu hjá
kommunulæknunum. Fari
ikki at meta um, hvør
man hava ábyrgdina av, at
skipanin tykist hava rent
á eitt skerð og fyribils er
støðgað upp.
Ávísa ábyrgd hava tey
umboð okkara, sum hava
luttikið í arbeiðinum at
finna røttu skipanina og
menna hana.
Tveir kommunulæknar
í Havn hava í seinastuni
havt skipanina til roynd
arkoyring at vita, um
hon er nýtilig í komm
unulæknahøpi. Veit ikki,
hvussu væl ella illa hesin
partur av skipanini er
gjørdur, men í kjaki í Degi
og Viku frættist, at komm
unulæknar í Havn hava
kolldømt hana.
At kommunulæknarnir
í Havn vraka skipanina,
er eyðsæð eitt álvarsligt
bakkast fyri verkætlanina
hjá
Heilsumálaráðnum.
Avgerðin fær avleiðingar
fyri allar kommunulæknar
í Føroyum. Í hesum sam
bandi er rímiligt at spyrja:
• Hvar vóru kommunulækn
aumboðini í tí nevnd, sum
fann fram til hesa skipan
sum ta bestu? Hon kann jú
ikki brúkast av kommunu
læknunum.
• Ella kann hon ? Er ikki
eitt ógjørt arbeiði hjá okk
um kommunulæknum í
hesum máli ? Eiga vit ikki
meiri aktivt at fara upp í
arbeiðið at menna okkara
part av skipanini?
• Ella skulu vit, so sum
meldað er út, ganga egnar
leiðir. Í praksis sabotera
stóru verkætlanina? Tað er
jú tað, vit gera. Skulu vit
keypa aðra skipan, sum
m. a. hevur tað álvarsliga
brek, at hon ikki megnar
at samskifta við nakað sum
helst, hvørki innanhýsis
ella við nevndu skipan hjá
heilsuverkinum?
• Hetta er jú í EDV-høpi
svartasta miðøld. Er tað
veruliga so illa statt, at vit
kommunulæknar avbyrgja
okkum á henda hátt og velja
at spæla EDV fyri okkum
sjálvar, ein og ein? Gam
aní verður tryggleikin tá
á leið. Vit kunnu sita við
servaranum ímillum beinini
og stongja hurðina! Vit sam
skifta tá ikki við nakran,
so ongin vandi er fyri, at
nakar stjelur EDV-tilfar frá
okkum. Inngangandi post
fáa vit við brævi frá post
verkinum. Tað tekur nakrar
dagar at fáa svar og nakrar
tímar “í hond” at skriva svar
ini inn í okkara tryggu EDV
journal.
Eg spyrji, um hetta eru
EDV-visiónirnar ár 2006
hjá kommunulæknunum í
Føroyum.
Fingurin upp
Vit sita í løtuni í EDV-høpi
á aftasta bonki - vit eru
at kalla ikki við í nevndu
verkætlan. Men hví melda
okkum út? Hví ryma úr
flokkinum heldur enn at
flyta til fremri sessir? Hví
ikki rætta fingurin upp og
krevja størri ávirkan? Vit
eiga at vísa ábyrgd í hesum
stóra máli.
Sum skilst hava komm
unulæknarnir í Havn biðið
kommununa
um
aðra
loysn. Hví ikki í staðin
saman við Kommunufelag
Føroya biðja um eitt tætt
ari samstarv við Heilsu
málaráðið til menning av
okkara parti av skipanini?
Trygdin eisini
okkara ábyrgd
Ein annan sjálvsagdan leiklut
eiga vit kommunulæknar í
hesum máli. Í nevndu kjak
sending í Degi og Viku
kom týðiliga til sjóndar, at
EDV-verkætlanin hjá Heil
sumálaráðnum minni enn
so er liðug. Álvarsligur
ivi er m.a um trygdina hjá
sjúklinginum í hesi skipan.
Tað er mín greiða fatan, at
tann standardur fyri trygd,
sum umboðini fyri skipan
ina í Degi og Viku mettu
vera hóskiliga, ikki er nøkt
andi.
Kommunulæknin
er
fyrsti kontaktpersónur hjá
sjúklingum í heilsuspurn
ingum. Okkara partur av
eini journal í nevndu skipan
vil vera hin størsti, tí øll
data um sjúklingin verða
send kommunulæknanum.
Tá vit í gerandisdegnum
eru næstir sjúklinginum og
kenna hann best, er tað
náttúrliga okkara uppgáva
at vera umboðsmenn, ráð
gevarar og vaktarmenn
fyri sjúklingin í spurning
um, sum viðvíkja trygd
ini fyri forsvarligari nýtslu
av viðkvæmum persóns
upplýsingum. Sjúkling
urin er ikki einsamallur
førur fyri at hava innlit í
eitt so stórt og fløkjasligt
mál. Eyðsæð eiga vit
kommunulæknar saman
við umboðum fyri sjúkl
ingarnar at vera við í
arbeiðinum at definera
tryggar
mannagongdir
fyri atgongd og nýtslu
av slíkari skipan. Tað er
ikki nøktandi, so, sum
støðan tykist vera í løtuni,
at tað í mestan mun eru
vælmeinandi
EDV-fólk
sum avgera trygdarstand
ardin.
Enn ein grund hjá okk
um at vera við.
Come on!
Á Sandi 1. juni 2006
TINGHELLA
Kommunulæknarnir í Føroyum eftirbátar
Tá vit í gerandisdegnum
eru næstir sjúklinginum
og kenna hann best, er tað
náttúrliga okkara uppgáva
at vera umboðsmenn, ráð
gevarar og vaktarmenn
fyri sjúklingin í spurning
um, sum viðvíkja trygdini
fyri forsvarligari nýtslu
av viðkvæmum persóns
upplýsingum. Sjúklingurin
er ikki einsamallur førur
fyri at hava innlit í eitt
so stórt og fløkjasligt mál,
sigur D. Petur Højgaard,
kommunulækni