Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hanus Hansen, Norð­ depil, andaðist 3. juni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 60 ára gamal. Kistan fer frá kapellinum heim í Betesda mikudagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Betesda hósdagin kl. 13.30. Kistan við Erik Jo­hannessen fer úr Vest­ manna kirkju mikudagin kl. 14. Tey, sum vilja minnast Erik, kunnu lata Eldrasambýlinum í Vestmanna eina gávu. Kirstin Borðoy, vanliga nevnd Kjúrstin, ættað úr Klaksvík, andaðist á Gentofte sjúkrahúsi leygar­dagin 3. juni, 75 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona, mamma, vermamma og elskaða omma okkara Liss Knudsen Glyvrar andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávu. Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk fyri troystarrík orð og ein tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við ervinum í Elim. Familjunnar vegna Erhard, Andy, Niels Juul, Annika og Dan Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Johan Mørkøre Hósvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Leguhúsið í Nesvík. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Anna Maria, Eyðbjørg, Jógvan, Jóannes og Magnus Pauli 1. apríl 2006 hava Ragnar í Haraldstovu, Sørvágur (v.m.), og Jan Johannesen, Vestmanna (h.m.), lokið útbúgving sum løgreglumenn. Teir starvast á politistøðini í Havn. Nýggir løgreglu- menn Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Hanus Hansen Norðdepil andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 3. juni, 60 ár gamal. Kistan fer frá kapellinum heim í Betesda mikudagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Betesda hósdagin kl. 13.30. Familjunnar vegna Ella, Vilhelm, John, Katrina og Mathilda Á grækarismessu verður há­tíðarhildið at tjóðfuglur okkara, Tjaldrið, kemur higar til lands. Sum gamal siður er, verður í hesum sambandi grækarismessuhald hildið í Havn við at skótarnir ganga skrúgongu, og Havnar Hornorkestur spælir. Eisini verður sangurin “Tjald­ur ver vælkomið” sungin á Vaglinum, uttan at øll f­ólk vanliga hugsa um at bjóða tjóðfuglinum heim til tey sjálvi. Men tað eru tó nøkur, sum eru so heppin at fáa vitjan av tjøldrum, sum banka upp á dyrnar. Í Varðabyrgi í Havn hava í fleiri ár verið tom tjøldur, sum ganga millum húsini og koma inn á gólvið hjá fólki. Tjaldur ver vælkomið: Tjóðfuglin inn í gongina Her er eitt tjaldur komið á gátt og bíðar eftir mati Mynd: Ole Kristian Valle