týsdagur 6. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 106 - 6. juni 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt sagt
Fremmandafólk í Noregi,
sum sýta fyri at læra síni
børn at tosa norskt, skulu
missa rættin til at ala
børnini upp.
So langt er tann høgrasinn
aði Framburðsflokkurin til
reiðar at fara fyri at noyða
tey fremmandu at laga seg
til tað norska samfelagið.
Ulf Erik Knudsen, sum er
talsmaður hjá flokkinum í
innflytaramálum, sigur við
Aftenposten, at í veruleik
anum er tað ágangur ímóti
børnunum, tá foreldrini
sýta fyri at læra tey norskt,
áðrenn tey fara í skúla. Tey
svíkja sína skyldur, sigur
hann.
Tað er kortini lítið, sum
bendir á, at Framburðs
flokkurin fær undirtøku
fyri sínum kravi. Talsfólk
hjá hinum flokkunum siga
við Aftenposten, at tey
flestu foreldur vilja sínum
børnum ta besta, og at
uppskotið hevði ikki gjørt
tað lættari at innlima tey
fremmandu í tað norska
samfelagið.
Kanadiska ákæruvaldið hev
ur nú skuldsett 12 av teimum
17, sum vórðu handtikin í
einum stórum átaki um
vikuskiftið. Nøkur teirra
eru skuldsett fyri at hava
vant yvirgangsmenn, og nøk
ur eru skuldsett fyri at hava
verið við til at leggja ráð um
atsóknir, sum skuldu kosta
mannalív. Sambært løg
regluni eru fimm av teimum
skuldsettu yngri enn 18 ár.
Kanadisku handtøkurnar
vaktu ans í Evropa og
serliga í Norðurlondum, tí
leygardagin kunngjørdi kan
adiska løgreglan, at nøkur
av teimum tiknu hava havt
samband við fólk í Danmark
og Svøríki. Harumframt hava
tey verið í sambandi við fólk
í USA, Bretlandi, Bosnia
og Bangladesh. Danskir
myndugleikar hava higartil
sýtt fyri at vátta kanadisku
upplýsingarnar.
Kanadiska løgreglan
sigur, at átakið ímóti yvir
gangi er ikki liðugt enn, og
at tað kann væl hugsast, at
fleiri verða tikin afturat.
Yvirgangsfólk høvdu
samband við Danmark
Hóast altjóða flogfeløgini
siga, at tað gongur tann
rætta vegin fíggjarliga,
benda tey nýggjastu tølini
á, at enn er langt á mál.
Altjóða loftferðslufelags
skapurin IATA sigur, at í
ár fara flogfeløgini at hava
einar tríggjar milliardir doll
arar í halli, og tað er næstan
ein milliard dollarar meiri,
enn IATA metti fyri bara
tveimum mánaðum síðani.
Aðalstjórin, Giovanni Bisig
nani, sigur,
at tað gongur framá, men
ásannar samstundis, at enn
er langt á mál.
Tað er serliga tann høgi
oljuprísurin, sum kemur
loftferðsluni illa við,
og tí hava flogfeløgini
fíggjarligar trupulleikar,
sjálvt um hin parturin av
rakstrinum er vorðin mun
andi bíligari tey seinastu
árini orsakað av ymsum
sparingum, sigur IATA.
Flogvinnan missir pengar
Ein 61 ára gamal amerik
anskur flogskipari megnaði
at seta flogfar sítt á ein
motorveg í statinum Utah,
eftir at hann hevði fingið
trupulleikar við hjartanum.
Stutt eftir doyði hann á
sjúkrahúsi, men soleiðis
eydnaðist tað honum at
bjarga hinum trimum, sum
vóru í flogfarinum.
AP-tíðindastovan skriv
ar, at Jack Francis, kona
hansara og eini onnur hjún
vóru á veg til hús í einum
flogfari av slagnum Cessna
gjáramorgunin, tá Jack
brádliga fekk trupulleikar
við hjartanum. Tá flogfar
ið var komið at standa á
motorvegnum, varð flog
skiparin alt fyri eitt fluttur á
eitt sjúkrahús har nærhendis,
men løtu seinni doyði
hann.
Løgreglan í Utah sigur,
at flogfarið rakti girð
ingina, sum er fram við
motorvegnum, áðrenn tað
steðgaði, men kortini fekk
eingin av hinum trimum
nakran skaða.
Flogskiparin doyði
Skulu læra norskt
Flogfeløgini
hava spart
nógv, men
bensinið er
ov dýrt
Kinesisku læknarnir
hava nú tikið ein
av teimum trimum
ørmunum hjá Jie-Jie
Kina
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Jie-Jie hevði tveir armar
vinstrumegin, tá hann var
føddur fyri tveimum mán
aðum síðani, men í gjár
kunngjørdu læknarnir, at
teir hava tikið annan.
Í fyrstani ivaðust teir kin
esisku læknarnir í, hvønn av
teimum báðum armunum
teir skuldu taka, men teir
valdu tann, sum var nærmast
bringuni, tí hann var ikki so
búgvin sum hin.
Skurðlæknarnir á barna
sjúkrahúsinum í Shanghai
siga, at skurðviðgerðin
eydnaðist væl, men at nú
skal Jie-Jie venja seg til at
brúka tann vinstra armin,
sum er eftir, og tað fer at
taka drúgva tíð.
Kinesisku læknarnir siga,
at hetta er ikki fyrstu ferð, at
børn eru fødd við tveimum
ørmum í aðrari síðuni, men
at tann triði armurin hjá Jie-
Jie var sjáldsama búgvin.
Ein rørsla, ið líkist
Taliban, hevur tikið
valdið í somaliska
høvuðsstaðnum
Mogadishu. Ætlanin
er, at Somalia verður
høvuðsstøð hjá al-
Qaeda
Yvirgangur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í 15 ár hevur lógloysi valdað
í afrikanska landinum Som
alia, har krígsharrar hava
stríðst um valdið. Tær
seinastu vikurnar hava
bardagarnir verið harðir,
men í gjár kunngjørdi ein
útvarpsstøð í høvuðsstaðnum
Mogadishu, at nú er friður
har, eftir at felagsskapurin
„Islamska rættarsamgongan“
hevur rikið krígsharrarnar úr
býnum.
Men hvør er hesin fel
agsskapur? Vesturlendskar
keldur siga, at felagsskapurin
hevði sín uppruna í gøtunum
í Mogadishu, og at limirnir
eru menn, sum høvdu mist
alla lívsvón, og sum róku
fyri vág og vind í býnum,
har teir flestu vóru endaðir
sum brotsmenn av ymiskum
slagi. AP skrivar, at tað vóru
júst slíkir, sum mannaðu Tali
ban í Afghanistan av fyrstan
tíð. Krígsharrarnir, sum hava
stríðst ímóti samgonguni,
siga, at samgongan fær stuðul
frá yvirgangsfelagsskapinum
al-Qaeda, og at hon fer at seta
tær strongu sharia-lógirnar
í gildi í Somalia. Teir vilja
eisini vera við, at Somalia
skal brúkast sum høvuðsstøð
hjá al-Qaeda.
USA hevur illa viljað lagt
seg út í stríðið í Somalia,
síðani 18 amerikanskir her
menn fullu í Mogadishu í
1993, men amerikanskir
tænastumenn siga við AP,
at teir nýggju leiðararnir
í Somalia verja tríggjar
limir í al-Qaeda, sum eru
skuldsettir fyri yvirgang. Teir
eru millum annað skuldsettir
fyri at hava verið við til at
spreingja
amerikonsku
sendistovurnar í Kenya og
Tanzania í 1998 og fyri eitt
álop á eitt ísraelskt hotell í
Kenya í 2002, tá teir eisini
royndu at skjóta eitt ísraelskt
flogfar niður.
Somalia er eitt sera væl
egnað tilhaldsstað hjá ein
um yvirgangsfelagsskapi.
Landið er blóðfátækt eftir
áhaldandi stríð, og 43 prosent
av fólkinum forvinna minni
enn seks krónur um dagin,
skrivar AP.
Al-Qaeda ræður í Somalia
Hermenn hjá Islamsku rættarsamgonguni á varðhaldi í Mogadishu
Nú hevur hann
tveir armar
Jie-Jie var føddur við trimum ørmum