Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 [ Nr. 106 - 6. juni 2006 ] Nr. 106 • týsdagur • 6. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Heine Fern­ andes dømdur fyri stuldur Heine Fernandez Fyrrverandi HB-venj­arin fekk í farnu viku 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava stolið bilin hjá einum fótbóltskollega. Hendingin fór fram í 2003, tá ið Heine Fer­nandez undir eini veitslu tók bilin hjá fót­bóltsspælaranum Mo­hammed Zidan, og tvær ferðir koyrdi fram við reyðum ljósi, áðrenn hann varð steðgaður av løgregluni. Nú hevur málið verið fyri í rættinum, og Fer­ nandez viðurkendi, at hann hevði tikið bilin, uttan at hava spurt um loyvi. Tað metti dóm­ arin, hann skuldi hava 14 daga treytaða fongs­ ulsrevsing fyri, umframt at hann fekk 2.500 krón­ ur í bót, skrivar BT. – Hetta hevur verið for­ ferdiligt at havt hangandi yvir høvdinum, og tað er gott, at alt nú er av, sigur Fernandez við BT. Holland vann EM fyri U21 Sunndagin spældu Hol­ land og Ukraine finalu í EM fyri U21-landslið. Úrslitið av finaluni gjørd­ist, at Holland vann dystin 3-0. Huntelaar úr Ajax skoraði tvey av málunum og gjørdist topp­skjútti í kappingini. Venjari hjá hollendska U21 landsliðnum er Foppe de Haan, sum í fjør vitjaði í Føroyum. Tá helt hann skeið fyri venj­arum hjá FSF og arbeiddi tríggjar dagar við ungdómsvenjarum og ungdómsspælarum hjá KÍ. – Fyrstu dagarnar var tað undarligt at hoyra mítt navn nevnt, men eg havi síðani latið verða við at fylgt við i málinum og havi heldur konsentrera meg um fótbóltin, sigur Páll Mohr Joensen, sum hevur verið í miðdeplinum í einum máli um eitt ógreitt spæliloyvi Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinastu vikurnar hevur navn­­ið á Páll Mohr Joensen ver­ið nevnt umaftur og um­­ aftur í einum máli, ið ikki er serliga hugaligt fyri ein fót­ bóltsspælara ella eitt felag. Páll Mohr Joensen spældi tann 25. mars steypadyst fyri HB ímóti VB/Sumba, men hann hevði ikki spæliloyvið í lagi. Hvussu umstøðurnar kring hetta manglandi spæliloyvið vóru, og hvør hevði ábyrgdina av, at alt ikki var í lagi, hevur verið stóra stríðsmálið seinastu vikurnar. Kappingarnevdin hjá FSF gjørdi í síðstu viku av, at HB skal tveitast úr steypa­ kappingini orsaka av hesum manglandi spæliloyvi, men HB hevur kært málið til dómsnevndin hjá FSF – og tað fyri aðru ferð. Málið hevur órógvað bæði HB og steypakappingina í fleiri vikur, og í miðdeplinum fyri alt stríðið hevur verið ein ósekur fótbóltsspælari. – Fyrstu dagarnar var tað undarligt at hoyra mítt navn nevnt í hasum saman­ hanginum, men eg havi síð­ani latið verða við at fylgt við i málinum og havi heldur konsentrera meg um fót­bóltin, sigur Páll Mohr Joensen. Lesur ikki greinar um málið 19 ára gamli Páll Mohr Joen­sen hevur seinastu tvey ár­ini rættiliga verið á veg sum álopsspælari á besta liðn­um hjá HB, og eftir at hann í fjør varð leigaður NSÍ nakrar mánaðir, skuldi hann í ár stríðast fyri einum plássi á HB-liðnum. Og tað hevur hann gjørt við góðari eydnu. Páll hevur spælt í álopinum flestu dyst­ir­ nar, og tað hevur gingið væl hjá honum. Fimm mál í 10 dystum er gott fyri ein ungan álopsspælara, og tekin hava verið um, at Páll av álvara fer at býta seg fastan á HB- liðnum. – Eg haldi ikki, at málið um spæliloyvið hjá mær hevur nervað fótbóltsspælið hjá mær yvirhøvur. Eg havi bevíst latið verða við at hugsa um tað, og tað hevur gingið væl, sigur Páll. – Tá eg havi sæð greinar í bløðunum um spæliloyvið, havi eg latið verða við at lesa tær, og tí havi eg slettis ikki fylgt við í málinum. Fólk, sum eg tosi við, spyrja nógv um málið, men tað er ringt at sleppa undan, sigur hann. Steypið á ólavsøku HB hevur eftir eina heldur trilv­andi byrjan rættiliga fingið gongd á sítt spæl, og úrslitini eru farin at vísa seg. Í gjár vann HB ímóti NSÍ og liggur nú sum nummar trý í Formuladeildini – beint aftan­fyri EB/Streym og GÍ. – Vit hava spælt væl sein­ astu dystirnar, og vit hava fingið nógv stig í hesum dystum. Vit byrjaðu ikki serliga væl, men soleiðis hevur tað verið onkuntíð fyrr í HB. Nú haldi eg, at rættilig vend er komin í, og liðið er komið ordiliga í gongd, sigur Páll M. Joensen. Og meðan HB er við í stríðnum í toppinum í For­ muladeildini, eru teir í løtuni uttanfyri steypa­kapp­ingina. Ein seinasta av­gerð er eftir at taka í dóms­nevnd­ini, og hon verður tikin í næstum. Páll Mohr Joensen vónar, at HB sleppur at halda fram í steypakappingini, og hann hevur ein dreym um steypafinaluna. – Tað hevði verið stuttligt at sloppið at tikið ímóti steypinum frá Óla Holm á ólavsøku, sigur hann Páll letur seg ikki órógva av nógvu umrøðuni - Tá eg havi sæð greinar í bløðunum um spæliloyvið, havi eg latið verða við at lesa tær, og tí havi eg slettis ikki fylgt við í málinum. Fólk, sum eg tosi við, spyrja nógv um málið, men tað er ringt at sleppa undan, sigur Páll Mohr Joensen Uttanfyri við skaða Páll Mohr Joensen spældi ikki við, tá ið HB í gjár vann á NSÍ. Ein vøddaskaði í búkinum forðaði fyri, at hann kundi spæla. - Eg veit ikki, hvussu álvarsamur skaðin er, men eg vóni ikki, at eg verði uttanfyri í longri enn tvær ella tríggjar vikur, sigur Páll Mohr Joensen.