Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 106 - 6. juni 2006 ] Eisini hjá donsku TTipstænastuni verður gjørt nóg burturúr, nú HM stendur fyri framman. Til ber sjálvandi at spæla upp á allar dystir í kappingini, og sum nakað nýtt kann hetta gerast sum single-spæl. Altso noyðist veddarin ikki gita fleiri dystir rættar, um afturgjald skal verða veruleiki. Hartil verður talan eisini um sonevnd live- odds. Hetta er ein skipan, sum hevur verið vanlig í Onglandi, og hon inniber, at tað nú eisini ber til at spæla upp á dystirnar, meðan hesir eru ígongd. Sjálvandi broytast oddsini so hvørt, sum dysturin gongur, men tað nýtist nú ikki at vera keðiligt. Eitt nú vóru nógvir Liverpool-fjeppara, sum fyri tveimum árum síðani nýttu hálvleikin í Champions League finaluni til at at spæla upp á sítt lið sum vinnarar. Tað skal kanska leggjast afturat, at støðan tá var 3-0 til Milan, og at oddsini upp á Liverpool-sigur tá vóru komin upp á 300! -mørk MASH í Hollandi Hollendski landsliðsvenjarin, Marco Van Basten, sigur teirra venj­ingar­ legu vera mest átøkari leguni í MASH, vælkendu sjónvarpsrøðini. Og støðan gjørdist ikki betri, tá Holland í gjár spældi venjingardyst móti Australia. Her noyddust Giovanni Van Bronckhorst, Wesley Sneijder og Philip Cocu av vøllinum við skaða, og serliga hjá Cocu er støðan einki serlig. Hóast miðvallarin er ógvuliga týðandi fyri hollendsku HM-vónirnar, so tykist tað í løtuni sannlíkt, at ein eykamaður verður innkallaður fyri hann. Og taða sama kann væl verða galdandi fyri Rafael Van der Vaart, sum ikki hevur spælt dyst í fleiri vikur. KEmur Cocu ikki til HM, kann nýggi maðurin væl eita Edgar Davids. -mørk Sambært styrkis­ list­anum verða tað Kekkia og USA, sum fara víðari úr bólki E, men Italia ætlar sær helst eisini at hava nakað at siga í so máta HM bólkur E Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast fótbóltsheimurin er farin at taka USA í álvara, so skerst ikki burtur, at fólk framvegis hava ilt við at taka altjóða styrkislistan í ramasta álvara. Í øllum førum, tá sami listin setir USA á eitt fimta pláss á lisatnum yvir sterkastu fót­ bóltstjóir í heiminum. Tí eitt er, hvussu úrslitini móti tradionelt veiku mót­ støðuliðunum hjá USA laga seg. Veruleikin er sam­ stundis tann, at ¼-finalan hjá USA fyri fýra árum síðani er besta úrslitið hjá stóra landinum í HM- søguni. Og tá telur tað ikki heilt so nógv, at talan í summar verður um fimta endaspælið á rað hjá land­ inum. Heilt fyri ongum er landið tó ikki, og við velduga til­ feinginum, sum eitt land av hesi stødd hevur, so er tað kanka bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit veruliga hava eitt stórveldi á altjóða fótbóltskortinum. Men rokn­ ast skal tó ikki við, at tað stórveldið longu nú stendur í fullum blóma. Slitnir kekkar Tá er støðan hjá Kekkia sum nummar tvey á sama lista kanska lættari at góðtaka. Kekkia hevur seinastu 6- 8 árini staðið fyri framúr góðum fótbóltsspæli, og við spælarum sum Poborsky, Rosicky, Nedved, Koller og Baros hevur liðið avgjørt profilarnar, sum á einum góðum degi kunnu gera av við mest sum allar verjur. Enn hevur tað verið trup­ ult hjá liðnum at røkka allan vegin. Tvær ferðir – í 1938 og í 1962 -hevur talan verið um HM-silvur, og tó EM-varð vunnið í 1976, so er tað kanska meira aktuelt, at talan somuleiðis varð um europeiskt silvur í 1996 og í 2004. Tað gevur fatanina av einum liði, sum dugir væl at spæla fótbólt, men sum onkursvegna hevur ilt við at gera um seg, har tað er heilt stuttligt. Og so skal heldur ikki gloymast, at gylta ættarliðið hjá kekkum nú er um at verða hálvgum slitið. Svartar stjørnur Seinasta liðið í bólki E er Ghana, og tað tykist valda lítil ivi um, at svørtu stjørnurnar, sum liðið verð­ ur rópt, fær eina trupla upp­ gávu. Tí hóast liðið telur pro­ filar sum Koffour og Essien, so er tað meira enn ivasamt, hvørt debutanturin í HM- høpi fer at rækka nógv longur enn til innleiðandi dystirnar. Venjingardystir við tapi fyri Suðurkorea og javnleiki móti Turkalandi hava heldur ikki verið nøk­ ur sannførandi úrslit, og spurn­ingurin er kanska meira enn nakað, hvørt lið­ið ikki noyðist at siga farvæl longu eftir fyrstu tríggjar dystirnar. Tað kann væl vera, at sjálvur Pelé fyri 15 árum síðani staðfesti, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn Afrika eigur eitt land millum fýra tey seinastu í HM. Men enn er spádómurin hjá brasilsku legenduni ikki gingin út, og tað tykjast í løtuni vera onnur og sterkari kort enn Ghana á kortunum, um hetta skal henda í 2006. accio Er FIFA-listin sannleikin nakað, sum fleiri av italensku viðhaldsafólkunum gjarna hugsa um í hesum døgum. Við aktuellu dómaragøl­ uni í mentu, eru annars fleiri, sum halda, at italsku fyrireikingarnar neyv­an kunnu vera serliga opti­ malar. Men søgan staðfestir í øllum førum, at hetta nú ikki nýtist at nerva tað heilt stóra. Í øllum førum var talan framvegis um feska gølu, tá Italia fyri nú 24 árum síðani fór undir sínar fyrireikingar til HM-endaspælið í Spania. Ta ferðina ljóðaðu ákærurnar um avtalað spæl og veddingarpengar, og eitt nú noyddist Milan eina ferð niður í Seriu B, meðan Paulo Rossi sjálvur júst hevði havt drúgt spæli­ bann, tá farið varð til HM. Tí vóru eisini fleiri, sum hildu Enzo Bearzot vera óðan í høvdinum, tá hann tók mannin við til HM, men tann avgerðin mundi tó vera venjaranum fyrigivin á vegnum. Ikki minst eftir minniliga hat- trickið, sum Rossi skeyt í 3- 2 sigrinum á Brasil í seinna bólkaspælinum. So gøla ella ikki. Italia verður avgjørt ikki nakar lættisoppur hjá nøkrum av hinum londunum í HM- kappingini. Og tað er heldur ikki óhugsandi, at tað verða teir azur-bláu, sum standa allar-ovastir, tá steypið skal lyftast tann 9. juli. Landon Donovan er ein av heilt stóru profilunum hjá USA, men enn er talan í sera lítlan mun um spælarar, sum fáa nakra klokku at ringja. Og tí tykist talan nærum vera um heilaspuna, tá FIFA setir stóra landið á fimta- plássið á listanum yvir sterkastu fótbóltstjóðir í heiminum Mynd: Scanpix Luca Toni tykist vera ímyndin av italsku vónunum, sum hesa ferð byggja á so øgiliga nógv annað enn bara verjufótbólt Mynd: Scanpix Víðkað oddset-útboð