týsdagur 6. juni 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 106 - 6. juni 2006 ]
Ætla sær
allan vegin
Hóast Piotr Krakowski
væl veit, at onnur og
størri feløg als ikki hava
hug at lata EB/Streym
renna undan sær, so
staðfestir hann, at teirra
lið er væl brynja til langa
kappingarárið, har tað
enn resta 16 umfør.
– Tað er ikki støddin
á felagnum, men av
hópinum,
sum
er
avgerandi. Hjá okkum
er talan um eitt miðvíst
arbeiði, sum higartil hevur
tikið fýra ár. Vit hava støðugt arbeitt við at bygt hópin
upp, og í dag telur besti hópurin einar 20 mans, sum
allir kappast um pláss millum teir fyrstu 11. So tað er
ikki heilt rætt, tá sagt verður, at EB/Streymur er ov
lítið til at hanga við allan vegin, heldur hann.
Men hóast hetta, so viðgekk hann eisini, at tað var
nakað tungt at standa á beinkinum seinna hálvleik á
Eiði sunnudagin.
– B36 byrjar at spæla við longum bóltum, har teir
fyrst gúppa og síðani royna at vinna næsta-bóltin. Tað
ger tað sera trupult hjá okkum, tí vit detta ov langt
aftur, og vit megna ov sjáldan at spæla okkum burtur.
– Tað bøtti tó um, tá eg skifti Fróða (Clementsen,
blðm.) inn. Hann er somikið sterkur í høvdinum,
og við at seta hann sum verjuspælara framman fyri
miðverjuna, fingu vit nógv betri fatur á mongu
bóltunum.
– Og so skal heldur ikki gloymast, at vit hóast alt
skapa nakrar kontra-kjansir. Teir eru kanska ov fáir í
tali, men har eru einir tveir, sum eiga at avgera dystin,
helt Piotr Krakowski.
-mørk
Undir alt
lágmárk
B36-venjarin var alt annað
enn blíður um avrikið,
tá vit eftir dystin á Eiði
fingu orðið á hann.
– Tað er ein skandala, at
vit spæla fyrra hálvleik,
soleiðis sum vit gera. Vit
koma úr Klaksvík, har
vit veruliga stríða okkum
til ein sera týdningarmiklan sigur, og so kunnu
spælararnir ikki vera bekentir at levera ein slíkan
fyrra hálveik. Har er eingin frítikin – hatta var bara
ikki nóg gott!
Men tit koma tó væl við eftir steðgin. Og tit kundu
eisini havt javnað. Hvat broyttu tit?
– Vit fluttu bara bóltin fram. Tað er trupult at spæla
fótbólt á hesum vøllinum, og tí valdu vit at spæla við
longum bóltum. Samstundis fluttu vit Mikkjal niðan
sum sentralan áleypara, og við styrki síni røkti hann
hesa uppgávuna væl. Vit klára eisini at skapa okkum
fleiri kjansir, og tað vildi væl ikki verið órættvíst, um
onkur av hesum hevði givið úrslit í einum útjavnandi
máli, helt Sigríður at enda.
-mørk
Tað kostaði B36
dýrt, at liðið í ein
hálvleik gloymdi
fremsta eyðkennið
frá gullárinum í fjør.
EB/Streymur tykist
hinvegin als ikki líta
aftur um bak, og eftir
11 umfør eru teir
framvegis ovastir á
talvuni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var mest sum lagt upp
til stórdyst í Mølini á Eiði,
tá meistararnir vitjaðu odda
liðið. EB/Streymur hevur
snøgt sagt verið flúgvandi
higartil í ár, men hóast
góðu gongdina, so mundu
áskoðararnir ikki kenna seg
vísar í nøkrum sum helst.
B36 var í fjør eitt av bara
tveimum liðum, sum tók alt
við sær av Eiði, og eftir viku
gamla sigurin í Klaksvík
tóktust meistararnir eisini
veruliga at vera á beinari
kós.
Einvegis ferðsla
Var talan um beina kós, so
varð henda tó so dyggiliga
avrættað fyrstu trý kortini á
Eiði. Byrjanin var kanska
varislig frá báðum pørtum,
men tað var tó skjótt, at
vertirnir komu á rætta lag
ið.
Við útgangsstøði í eini
verju, sum lá hampuliga
djúpt á vøllinum, byrgdu
teir í fyrstu atløgu fyri,
at gestirnir skuldu gerast
serliga vandamiklir. Tað bar
eisini við sær, at toluliga
langt gjørdist millum ket
urnar hjá báðum pørtum,
og tað plássið, sum tá íkom,
dugdu teir á heimaliðnum
sera væl at nýta.
Fleiri ferðir megnaði EB/
Streymur sera væl at spæla
seg niðan eftir miðvøllinum
til góðar møguleikar, og
ikki minst gjørdist talan um
vandastøður, tá spælt varð
upp eftir kantunum, tó at
Jákup Mikkelsen megnaði
at hava tamarhald á flestu
innleggunum.
Heima-kassarnir
Tað tóktist tó bara vera ein
spurningur um tíð, áðrenn
hol kom á. Vertirnir hildu
á við ágangandi spælinum,
og hjá B36 høvdu teir ilt við
at byrgja fyri hesum. Ikki
minst tí Bárður Olsen og
Ronnie Samuelsen høvdu
sera gott tak á sentrala mið
vølliknum. Og valdi B36
at spæla langt, fekk EB/
Streyma verjan í allar flestu
førum ruddað bóltin langt
av vandaleið.
Um hálva tíman eydnaðist
eisini at fáa mál. Bólturin
varð fangaður í vinstru, og
eftir skjótt 1-2 samanspæl
við Hans Paula Samuelsen
gjørdist Sorin Anghel púr
asta leysur. Vandamikli
rumenin helt leiðina inn
í brotsteigin, og so var
fagnaðurin stórur, tá hann
sendi bóltin framvið Jákupi
Mikkelsen.
Málið tóktist bara seta enn
meira ferð á heimamenninar.
B36 fekk at kalla ikki eitt
beint til jørðina næsta kor
terið, og tað var so ruddi
liga uppiborið, tá leiðslan
varð útbygd stutt undan
steðginum. Hesa ferð var
Rafal Kwiecynzki upphavs
maðurin til málið, tá hann
sera hegnisliga varð sendir
avstað í høgru. Einsamallur
móti málverjanum valdi
hann tó tryggu loysnina,
tá bólturin varð rullaður
tvørtur um til Arnbjørn, og
so stóð 2-0.
Kick’n rush
At B36-venjarin mundi
tosa við stórum bókstavum
í hálvleikinum, er eingin ivi
um. Í øllum førum var liðið
sum hamskift, tá teir komu
út til seinna hálvleik.
Vakurt gjørdist tað ong
antíð, men við longum
bóltum og støðugum trýsti
eydnaðist tó at tiltvinga
sær eina munandi yvirvág.
Í nógvum førum gjørdist
talan eisini um meira ella
minni tilvildarligar møgu
leikar, og summir av hesum
vóru eisini heilt stórir. Ein
ar tríggjar ferðir sást bólt
urin soleiðis dansa inni í
málteiginum,
og
einar
tvær ferðir høvdu gestirnir
hampuliga góða orsøk til at
kenna seg eiga brotsspark.
Tað eydnaðist tó bert
at fáa tað eina málið, tá
Símun Hansen varð sein
astur á einum longum bólti
frá Jákupi Mikkelsen. Sand
oyingurin smekkaði til,
og tá bólturin bar við eitt
verjubein á vegnum, var
Rene Tórgarð fullkomuliga
seldur, meðan bólturin í ein
um bleytum boga sveimaði
í málhornið.
Heilt tilvitað var tað, at
EB/Streymur royndi seg
við kontra-spælið, men tað
var neyvan heilt so tilvitað,
at liðið fall somikið langt
aftur á vøllin. Hetta gjørdi
tað nærum vónleyst at
spæla seg niðaneftir, og
av tí sama gjørdist talan í
longum løtum um øgiligt
trýst.
Ongland kann koma langt
Fyrrverandi liðformaðurin á enska landsliðnum, Bryan
Robson, sum nú er venjari hjá West Bromwich heldur, at
Ongland kann koma langt í HM-endaspælinum í summar.
– Vit hava eina sterka verju, Steven Gerrard í stórformi,
og so eru eisini nógv mál í Lampard og Crouch. Um vit
ikki taka Brasil við, so er einki lið í kappingini, sum
Ongland skal óttast, sigur Bryan Robson við teamtalk.
com
Hann heldur, at verður Wayne Rooney ikki klárur til
kappingina, verður tað Steven Gerrard, sum rættiliga fer
at ganga undan á liðnum.
Toddi snýttu fyri brotsspark
Start spældi í gjár á útivølli ímóti Sandefjord í norsku tippuliguni.
Todi Jónsson spældi allan dystin í álopinum hjá Start, og hann var
aftur hesaferð sera virkin og framsøkin. Sandefjord koma á odda, tá
ið ein slakur tími var spældur, men eitt korter fyri tíð eydnaðist tað
Start at javna. Málskjútti var Alex Valencia. Heimasíðan hjá Start vil
verða við, at liðið var snýtt fyri sigurin, tí tveir minuttir fyri leiklok
varð Todi Jónsson feldur í brotsteiginum hjá Sandefjord, uttan at
dómarin lat við seg koma.
EB/Streymmur-B36 2-1 (2-0):
Meistarar mugu eisini
EB/Streymur-B36 2-1 (2-0)
1-0: Sorin Anghel, 28.
2-0: Arnbjørn Hansen, 40.
2-1: Símun Hansen, 60.
FAKTA UM DYSTIN
B36
EB/Streymur