Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 106 - 6. juni 2006 ] Málini á Eiðinum 0-1: Paul Clapson, 18 KÍ spælir seg upp í vinstru. Heðin á Lakjuni avsluttar, og tað Marcin Dawid bara hálv­ bjargar, er Clapson fyrstur á returinum. 0-2: Sinisa Jovovic, 33 Uppspælið gongur hesa ferð upp ígjøgnum høgra borð, og tá Kristoffur Jacobsen leggur innfyri, hevur Sinisa ikki stórvegis trupulleikar at seta innaru síðuna av fótinum á innleggið. 0-3: Hjalgrím Elttør, 38. Við handaru stong stútar Sinisa útfrá, tá bólturin verður sendir innfyri. Hjalgrím Elttør hevur góðar stundir at temja, áðrenn hann smekkar bóltin í kassan. 0-4: Sinisa Jovovic, 43. Oddmar á Lakjuni, sum hesa ferð byrjaði millum teir fyrstu ellivu, sýnir sera góðar taktir. Hann rekur framvið fleiri vágbingum, og úr stuttari frástøðu rullar hann tvørtur um til púrasta leysan Sinisa. 0-5: Atli Danielsen (br.), 55. Hjalgrím og Sinisa banda seg ígjøgnum VB- verjuna, áðrenn serbin verður feldur. Brots­ sparkið tekur Atli sær av, og liðskiparin er svikaleysur. 0-6:Hjalgrím Elttør, 57. Aftur eru vetirnir fyrstir á innleggi, og hesa ferð snarar Hjalgrím sær á, áðrenn hann smekkar til. 1-6: Birgir Jørgensen, 64. Konsentratiónin hjá gestunum er kanska ikki heilt í lagi. Meinhardt Joensen tykist í øllum førum ikki hava nakrar trupulleikar, men hann ivast, tá sparkast skal út. Úrslitið gerst óbeineliðis fríspark til VB/Sumba, og tá hetta verður rullað til Birgir Jørgensen, smekkar hann bóltin í kassan. 1-7: sjálvmál, 86. Hornaspark verður sent innfyri úr høgru, og í trunkanum er spælari hjá VB/Sumba seinastur á bóltinum, sum endar í heima­ málinum. Hinvegin, so hevði heima­liðið eisini einstakar kontra-møguleikar, sum verða bólkaðir sum risa- stórir. Ta einu ferðina kom Rafal ímillum sjuskuta aft­urlegging, men tá hann legði út til Hans Paula, fekk bóltsnillingurin ikki skot á. Og í seinastu minuttunum var eisini um reppið, at Hans Pauli sendi í netið úr 45 metrum, eftir at Jákup Mikkelsen var farin framvið til hornaspark. Við ovasta pettinum av skallanum eydnaðist tó Herbert í Lon at verja fyri, og tí slapp B36 við skelkinum í teirri støðuni. Kann síggja heilt gott út Skelkur ella ikki, so mundu gestirnir tó ikki kenna tað nøktandi, at teir máttu til Havnar við ongum. Við tapinum duttu teir niður á fimta-plássið á talvuni, og við fimm stigum upp til oddin, kann skjótt koma at standa heilt nógv á. So var lagið betri á vert­ unum. Hóast tað langt ífrá alla tíðina sá eins vakurt út, so hevði liðið enn einaferð vunnið sær trý stig. Kann vera, at fótbóltsfólk kring landið enn hava ta fatan, at tað í longdini verður ov strævið hjá samansetta liðnum at halda fast um oddasessin. Men higartil eru so farin ellivu umfør, og enn tykist eingin standa teimum kurl. Bert eina ferð er liðið farið av vøllinum við ongum, og megna teir at hevna hetta, tá teir komandi umfarið fara til Runavíkar, fer tað at síggja heilt gott út hjá teimum bláu og svørtu. stríðast Rafal Kwiecynski var ein støðug hóttan í skjóttgangandi álopsspælinum hjá EB/ Streymi Mynd: Sofus D. Johannesen Steypavinnarar funnir Leygardagin vóru tríggjar steypafinalur í yngru deildunum spældar í Gundadali. Byrjað varð við finaluni hjá smágentum,og her vann HB stórsigur á VB/Sumba. Úrslitið gjørdist 6-0. Hjá smádreingjum vóru TB og B36 komin í finaluna, og her eydnaðist tað liðnum av Tvøroyri at vinna 3-1. Hjá dreingjum spældu KÍ og NSÍ, og NSÍ vann dystin 2-1. Ætlanin var eisini, at steypafinalan hjá gentum 14-17 ár skuldi spælast, men hon varð útsett. KÍ vann størsta sigurin higartil í Formula-deildini 2006, tá teir vesturi á Eiðinum vundu burtur úr hjálparsleysu vertunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sjógvurin er tungur hjá VB/Sumba. Liðið hevur støðugt verið partur av nið­ urflytingardystinum í ár, og mánadagin góvu teir so eingi tekin um, at tann dysturin er um at vera lið­ ugur. Móti KÍ var liðið enntá skert, tí hvørki Evrard Ble ella Christian Solbaerg vóru tøkir til dystin. Og uttan hesar so týdningarmiklu spælararnar, megnaði liðið als ikki at standa ímóti KÍ- trýstinum. Eitt trýst sum eisini hevði til endamáls at vaska norðoyasevnutapið av sær. At trúgvin upp á upp­ gávuna móti ovaru lið­un­ um er lítil, vitnaði áskoð­ arafjøldin á Eiðinum eisini um. Hóast teinurin úr Klaks­ vík suður til Vág er drúgvur, so mundi talið av vitjandi áskoðarum vera í minsta lagi tað sama, sum tað var hjá heimamonnunum. Og undir øllum umstøðum vóru norðoyingarnir nakað væl meira ljódligir. Sum dysturin leið, so høvdu hesi eisini alla orsøk at venja stemmubondini. Greiða yvirvágin, sum KÍ hevði, speglaðist eisini aftur í hópin av møguleikum, og ikki færri enn sjey ferðir endaði bólturin í meskunum handan Maric Dawids, sum til tíðir tykist vera settir á Mission Impossible í málinum hjá VB/Sumba. Søgan um dystin er stutt, men í Klaksvík munnu tey fegnast um, at liðið so­mikið greitt kom aftur á vinnandi slóðina. Við kom­ andi heimadystinum móti B68 í huga, er á ongan hátt óhugsandi, at liðið tá eisini fyllir sær trý stig í posan, so oddastríðið tykist framvegis vera nakað, sum KÍ vil verða partur av. Hjá VB/Sumba er tað hin endin av talvuni, sum hugsað verður um. Teir skulu komandi umfarið í Gundadal, har B36 tekur ímóti, og so er spurningurin, hvørt suðuroyingarnir tá kunnu gera nakað við eitt av liðunum, sum vil partur av oddastríðnum. VB/Sumba-KÍ 1-7 (0-4): Vertirnir vórðu knúlvaðir ígjøgnum KÍ VB/Sumba Leita eftir styrki Sambært VB heima­ síðuni hevur tað í eina tíð verið arbeitt við at styrkja liðið, og nú sigur VB heimasíðan, at vón er fyri stavn. Bogi Mortensen, sum vegna VB/Sumba hevur arbeitt við ætl­ an­ ini, sigur við heima­ síðuna, at fyribils inn­ ferðarloyvi fyri tveir út­lendskar spælarar nú er í lagi. Talan er um tveir serbar. Tað er ikki heilt vist nær teir fara at koma, men Bogi væntar, at teir koma í næstu viku, veit VB heimasíðan at siga. So skulu spælararnir vísa, at teir kunnu styrkja um liðið. Nær formligu viður­ skiftini fara at verða komin upp á pláss, so serbarnir kunnu spæla, er ikki greitt, men í Vági rokna teir við og vóna, at tað verður skjótt. VB/Sumba fer í morg­ in at spæla á heimavølli móti KÍ. -jh Hjalgrím Elttør og hinir álopsspælararnir hjá KÍ høvdu lætt spæl, tá teir vóru á hvítusunnuvitjan í Vági Mynd: Áki Bertholdsen John skoraði sigursmálið Nýggi álopsspælarin hjá KÍ, Christian Lundberg, var ikki í Vági í gjár. Hann stríðist framvegis við at tryggja Skive uppflyting úr Danmarksseriuni. Í dag vann Skive 1-0 á útivølli í Horsens. Tað var John Petersen, sum skoraði einsamalla málið í 25. minutti. Sigurin bar við sær, at Skive tvey umfør undan kappingarenda er fimm stig frammanfyri Vejle, sum er næstfremst, og seks stig frammanfyri Ikast, sum er á triðja plássi. Tvey feløg flyta upp, og Skive skal í næstsíðsta umfari 10. juni spæla á heimavølli móti Randers, sum er næstaftast. Christian Lundberg er ikki komin til Klaksvíkar, tí hann fyrst skal tryggja barndómsfelagnum Skive uppflyting.