Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 106 - 6. juni 2006 ] B68 spældi ikki sum niðurflytaralið, men álopsparturin tykist ikki higartil at vera vorðin nakað serligt stinnari, eftir at teir hava verið í Afrika eftir styrki til álopið Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo B68 og GÍ eru í hvør sínum enda á støðutalvuni. At GÍ er næstfremst, at B68 er aftast, og at munurin er seytjan stig, sást tað ikki so nógv til. Uppgerðin var jøvn, og felags fyri báðar partar var, at teir løgdu dent á at spæla fótbólt. Tað eydnaðist ikki so galið. Serliga í 2. hálvleiki, tá ið ferðin var eitt sindur hægri, enn hon hevði verið í góðveðrinum undan steðginum, vóru tað løtur, tá ið spælið hekk hampuliga væl saman. Avgerandi støðan, sum var orsøk til, at gøtumenn stungu av við øllum trim­ um stigunum, var, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Málið var úrslit av bestu GÍ løtuni av øllum. Fleiri ferðir hekk tað lítla løtu væl saman hjá báðum pørtum. Hesa ferð spældu gøtumenn afturi av egnari hálvu, fram í vinstru, tvørtur um, og eftir fjúrtan sendingar streyk Hans Jørgen Djurhuus til baklinjuna í høgru, legði út frá til Gunnar Nielsen, sum út frá nærra stólpanum smekkaði til, og tað sang í meskunum aftanfyri Tórð Thomsen, ið annars var stinnur í málinum. Gunnar Nielsen er keypt­ ur at gera mál, og hann syrgdi fyri sigursmálunum og harvið trimum stigum. Hann fekk fulla úrtøku burt­ ur úr einasta veruliga mál­ møguleikanum. Hans Jørgen Djurhuus hevur fleiri tær seinastu ferðirnar verið eitt sindur afturtrektur álopsspælari ella framrættaður mið­vall­ ari. Hesa ferð var hann ytst­ ur á miðvøllinum í høgru, og ætlanin var eyðsýnd. Tá ið Øssur Hansen ikki hevur verið við hjá B68 higartil í ár, hava teir havt trupulleikar í vinstra verjuborði. Væl upplagdi Hans Jørgen var ætlaður at leggja serligt trýst á hesa B68 ódnina. Kristian Anton Andreasen varð hesu ferð royndur á vinstra vongverja hjá B68. Hann hevur ikki spælt nak­að stórvegis á hesum pláss­inum. Hann stóð seg væl, men avgerandi gjøg­ numbrotið, sum bar inn­ leggið við sær, ið gav GÍ øll stigini, kom í hesum borðinum. Rangstøðu meistarar B68 er niðast á støðutalvuni. Hesa ferð høvdu teir onkrar møguleikar, sum kundu havt borið mál við sær, men tað eydnaðist ikki. Sum 2. hálvleikur leið, royndi B68 at spenna álopsbogan, men teir komu ikki til avgerandi møguleikan. Venjarin royndi at skifta eitt sindur upp á fólkið. Onkra løtu var Julian Johnsson ytstur í høgru og aðra ytstur í vinstru, og so var hann mitt á, har tað tykist bila nógv at skapa tyngd og ferð í framrættaða spælið. Hetta var fyrsta ferðin, at nýggi maðurin, Mustapha Kamal Ndaw, varð roynd­ ur í B68 álopinum í lands­ kappingardysti á heima­ vølli. Hann megnaði ikki at gera mál, og hann var heldur ikki nær við at gera mál. Mest eyðsýnt var tað, at hann hevði ógvu­ liga ilt við at finna út av, hvar rangstøðumarkið var. Skilagóðu Niclas Nicla­ sen og Kaj Ennigarð settu ferð eftir ferð eftir ferð ragnstøðugarnið framm­ar­ laga á egnari hálvu, og tað gretti ikki, at stóri og myrki B68 álopsspælarin datt í hana. Tað varð ikki fíntalt, hvussu ofta tað mundi vera, men tað er ikki ov nógv tikið til, um skotið verður upp á, at hann varð dømdur at vera rangstaddur nítjan ferðir. Síðstu løtuna royndi B68 seg við nýggja manninum ytst í høgra borði. Tá vísti hann seg at vera skjótur, og hann legði fleiri ferðir innfyri, uttan at upplagdir málmøguleikar spurdust burturúr. GÍ helt tørn, og teir vóru vandamiklir í onkrum snar­álopum. Gøtumenn vóru komnir á Toftir fyri at fáa trý stig. Tað fingu teir, og tí sigur tað seg sjálvt, at gøtufólk fóru at Svangaskarði í sera góðum hýri. At lagið ikki var tað sama hjá heimafólkinum var heldur einki at siga til. Hvussu stórur uggin var í tí er ivaleyst stórur spurningur. Men tað er veruleiki, at hesa ferð var B68 avrikið ikki líkt teimum, sum lið, ið hava beina kós móti niðurflyting, plaga at vísa. B68-GÍ 0-1 (0-0) 0-1: Gunnar Nielsen 55. FAKTA UM DYSTIN Hjálpardómarar hittast Í sambandi við dystin millum ÍF og Skála í Fuglafirði í kvøld skipar FSF fyri serligari samling fyri hjálpardómarar. Tað eru hjálpardómarar, sum døma í hægru deildunum, ið hava fingið boð til samlingina. Hjálpardómararnir skulu eygleiða dystin millum ÍF og Skála, og eftir dystin verður fundur í ÍF-húsinum, har Tummas Pauli Olsen hevur eina eygleiðing saman við hjálpardómarunum. Samlingin er ein liður í arbeiðnum at menna føroysku dómararnar. B68-GÍ 0-1 (0-0): Gunnar kendi sína vitjunartíð Føroyar spæla í Celtic Park Føroyska a-landsliðið kom aftur hesaferð í bólk saman við Skotlandi í eini undankapping, og nú er ásett, hvar dysturin ímillum Føroyar og Skotland skal spælast. Dysturin verður á Celtic Park í Glasgow, og hann verður spældur leygardagin 2. september klokkan 15.00. Hetlendingar hava bjóðað sær fram at hýsa dystinum, og í Aberdeen var eisini áhugi at fáa Føroyar at spæla, men skotska fótbóltssambandið hevur altso valt stóra leikvøllin í Glasgow til dystin. Gunnar Nielsen var aftur hesa ferð rætti maðurin á rætta staðnum hjá GÍ. Saman við liðfeløgunum helt argentinski framherjin soleiðis fast um silvurplássið á stigatalvuni Mynd: Jonhard Hammer