týsdagur 6. juni 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2006
21
Tað er eingin loyna, at tað
ikki hevur gingið væl hjá
Kagganum seinastu tíðina.
Alsamt fleiri dansistøð
eru at finna í Havn, og
kappingin er sera hørð.
Men Kaggin ætlar ikki at
geva upp, og fyri kortum
vórðu nýggjar ætlanir settar
út í kortið á aðalfundinum
hjá Kagganum:
– Eg kann ikki avdúka
enn hvørjar ætlanir, vit
hava fyri framman, men
vit geva als ikki skarvin
yvir – tvørturímóti. Við full
ari megi fara vit at taka
kappingina upp við hini
dansistøðini, sigur Suni
Jacobsen, formaður í Kagg
anum.
- horsdal
Kaggin gevur ikki skarvin yvir
Sunnudagin 18. juni skipa
Vága Kunningarstova og
Blue-Gate fyri sigli- og
gongutúri av Sørvági norð
ur á Víkar og aftur
Siglt verður av Sørvági
við Skarvi sunnumorgunin
klokkan
09.00
norður
á Víkar, har farið verður
upp á land. Staðkendur
ferðaleiðari er við, og hann
fer at greiða frá um bygdina
og ta søgu, ið knýtir seg
at henni. Eftir at hava
leskað seg við fiskasúpan
verður farið til gongu
eftir fjøllunum heim til
Sørvágs.
Luttakaratalið
er
av
markað til 30 fólk, og
tekning fer fram á Vága
Kunningarstovu tel. 33 34
55. Kostnaður kr. 250,- skal
gjaldast frammanundan til
Kunningartovuna.
Gongutúrur av Víkum
til Sørvágs